Saturday, May 31, 2014

Ljósbóltar





Sum 
ravna reiður
í einum líkbili
detti eg millum dagarnar
ið eins væl
kundu verið dreymar
ella b-filmar
við minimalistiskum dialogi
MEN
  sæddur
    við heilt serligum
         vibratiónsfangandi
       O brillum O
     var eg ein ljósbóltur
         *(glógvandi)*
    sum sveimaði runt
       og kitlaði
aðrar ljósbóltar
(ósekar og vakrar)


Mynd: Svend-Allan Sørensen
Yrking: Trygvi Danielsen, s.23 í The Absent Silver King










(KP)

Friday, May 30, 2014

Mentanarnátt í Havn


Nú nærkast til mentanarnátt, sum í grundini er ein dagur og eitt kvøld í Havn, sum eru vígd list og mentan. Júst um eina viku verður mentanarnátt og meðan vit bíða og senda onkran vónartanka til veðurgudarnar, kunna vit kaga í skránna, sum visit tórshavn hevur lagt út. Eg havi skeitt í skránna og sæð  fleiri framsýningar, sum síggja áhugaverdar út. Í Norðurlandahúsinum letur upp ein framsýning við framúrskarandi glaslist, í Listasavninum letur Várframsýningin upp, Í Steinprenti letur framsýning upp og í Tryggingini á Kongabrúnni verður framsýningin Feskt 2014 at síggja. Meira um alt hetta seinni.


Thursday, May 29, 2014

He(sin)dan verður við í FESKT14


Bókaútgáva í Steinprenti


Í gjár var móttøka í Steinprenti fyri bókunum hjá Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen; Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie. Fitt av fólki var og tey tóku væl ímóti bæði bókum, røðum og upplestrinum hjá yrkjaranum, sí bloggin hjá Birgiri Kruse:








(KP)

Wednesday, May 28, 2014

Væleydnað tiltak við Søren Ulrik Thomsen í Býarbókasavninum


Í gjárkvøldið las Søren Ulrik Thomsen upp úr yrkingarsavninum Rystet spejl (í stóru samlaðu Thomsen útgávuni frá Gyldendal), og aftaná var samrøða millum hann og Kim Simonsen, sum var so væl fyrireikað og um somu tíð so mikið undirhaldandi og djúphugsin, at hon var ein fragd at uppliva. Søren Ulrik Thomsen vitjar saman við Claus Carstensen í løtuni í Føroyum í sambandi við, at bøkurnar, sum teir  hava gjørt saman, verða lagdar fram í Steinprenti í dag frá klokkan fýra til seks.
















Queen Sonja Nordic Art Award




Á heimasíðuni hjá norska kongshúsinum stendur:


I dag kunne H.M. Dronningen dele ut the Queen Sonja Nordic Art Award til den danske mulitikunstneren Svend-Allan Sørensen. Dronning Sonja annonserte også at prisen heretter vil være en internasjonal utmerkelse – så langt man vet den største i sitt slag.

27.05.2014

The Queen Sonja Nordic Art Award ble delt ut for andre gang under en seremoni i Oslo rådhus i ettermiddag. Kunststipendet ble tildelt den danske multikunstneren Svend-Allan Sørensen.
Svend-Allan Sørensen er en særegen stemme i samtidskunsten. Han arbeider innen flere genre, som billedkunst, installasjon, fotografi og video – men først og fremst med ulike former for grafikk. Ofte bringer han dyrene - og da særlig fugler - inn i kunsten og utforsker tematisk forholdet mellom natur og kultur. Ord finner også plass i mange av verkene hans.
Stipendet. Etter at prosjektleder Sune Nordgren hadde lest juryens begrunnelse, delte Dronning Sonja selv ut prisen til Sørensen. Den består av et stipend på 400 000 kroner og en ukes studieopphold ved Atelje Larsen i Helsingborg i Sverige.


En internasjonal utmerkelse
Siden etableringen av Kunststipendet i 2011 har dette vært en nordisk utmerkelse. I ettermiddag kunne Dronningen annonsere at prisen nå blir internasjonal: I dag har jeg gleden av å presentere en stor nyhet for dere, sa Dronningen: Nå tar vi kunstnerprisen et stort steg videre. Stiftelsens styre har besluttet at prisen skal bli internasjonal! For neste prisutdeling vil vi søke over hele verden etter de beste kandidatene – og da vil vi, etter det jeg har kunnskap om, bli verdens største pris innen grafisk kunst. Med dette endrer prisen navn til the Queen Sonja Print Award - og både ny grafisk profil og en ny nettside ledsager endringen.


Prisverdig
Fra fredag 30. mai kan alle se verk av kunstnerne som var nominert til årets stipend. De presenteres samlet i utstillingen "Prisverdig" hos Norske Grafikere:
Annu Vertanen, Finland
Valgerdur Hauksdottir, Island
Minako Masui, Sverige
Ane Mette Hoel, Norge
Tuula Lehtinen, Finland
Elina Sipilä Finland
Cathrine Dahl, Norge
Ørjan Aas, Norge
Daniel Milan, Danmark og
Mikael Kihlman, Sverige

Kunstnerne ble nominert til prisen av Nasjonalmuseene i de fem nordiske landene og av de nordiske grafikkorganisasjonene.
I tillegg deltar Tiina Kivinen, som mottok Kunstststipendet i 2012, på utstillingen.

http://www.kongehuset.no/nyhet.html?tid=121252&sek=26939










(KP)











Tuesday, May 27, 2014

Til lukku Svend-Allan!


Svend-Allan Sørensen har fået 
H.M. Dronning Sonjas Kunstnerstipend

Danski listamaðurin Svend-Allan Sørensen hevur fingið H.M. Dronning Sonjas kunstnerstipend áljóðandi 400.000,- norskar krónur, sum harvið er millum tær størstu listaheiðurslønirnar í norðurlondum. Heiðurslønin verður latin pappírslist annaðhvørt ár, hon var latin á fyrsta sinni í 2012, tá finski grafikarin Tiina Kivinen fekk hana. Í ár vóru hesi listafólkini tilnevnd: Cathrine Dahl, Ørjan Aas, Daniel Milan, Mikael Kihlman, Annu Vertanen, Valgerdur Hauksdóttir, Minako Masui, Ane Mette Hol, Hugleikur Dagsson, , Tuula Lehtinen, Vappu Johansson, Elina Sipilä, Adam Saks og Svend-Allan Sørensen og tað var síðstnevndi, sum fekk heiðurin. Á framsýningini Billedord Ordbilled, sum er í Norðurbryggjuni í løtuni eigur Svend-Allan Sørensen allan endaveggin. Hann hevur í fleiri umførum arbeitt í Steinprenti og hevur tilsamans gjørt útivið 80 verk í Grafiska Verkstaðnum niðri á Skálatrøð; heiðurslønin er hervið eisini Steinprenti til heiðurs.
Tær tríggjar monumentalu portrettmyndirnar hjá Svend-Allan Sørensen staðfesta hansara áhuga og alsk til tað skrivaða orðið. Tær mynda tríggjar týdningarmiklar skrivandi menn; Turgenev, Boganis og Thoreau, sum allir vóru hugtiknir av at liva eftir náttúrunnar treytum við djóraveiði og einføldum livihátti. Steinprent og Føroyar hava fingið ómetaliga stóran týdning fyri Svend-Allan Sørensen, sum sjálvur ger skilnað millum tíðina áðrenn Steinprent og aftaná. Hann kennir seg heima í ráu føroysku náttúruni og á verkstaðnum spríkja verk frá hansara hond, sum eru til stóran lblástur - ikki minst hjá føroyskum listafólkum og áskoðarum, sum í teimum síggja nakað øðrvísi. Svend-Allan Sørensen er nevniliga konseptlistamaður, ið arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ikki sjáldan involvera orð. Í einum træprenti stendur til dømis við stórum, skornum, skeivum bókstavum "Ca caw motherfuckers". Útbrotið er eyðkent fyri tann coola og stuttliga stílin hjá listamanninum, sum ofta sameinir skálkabrosið við djúpum og inniligum álvara og ikki sjálvdan tykist sjónarmiðið vera hjá fuglunum. - "Tú gongur ikki einsamallur" stendur á einum steinprenti, sum ímyndar tað ovasta av einum lyktapela við nøkrum fuglum. Setningurin er neutralt staðfestandi við bæði uggandi og ørkymlandi assosiatiónum. At myrkrið er myrkt er ein sannroynd, sum tykist nokk so sjálvsøgd; listamaðurin arbeiðir við tautologium og endurtøkum á ein hátt, sum minnir um mátan, sum modernistiskir yrkjarar arbeiða - men í staðin fyri at konkretisera og taka samanum, lata hesar staðfestingar upp fyri hugflognum. Millum orð og mynd kykna ymsir týdningar av myrka myrkrinum, einum setningi, sum í sær sjálvum skapar bjartasta ljós í myrka myndaflatanum. Vit ynskja listamanninum og Steinprenti hjartaliga til lukku við virðislønini.

Svend-Allan Sørensen har fået H.M. Dronning Sonjas Kunstnerstipend, som er en af Nordens store kunstnerpriser (400.000,- norske kroner). Billederne her på bloggen stammer fra fra den aktuelle udstilling Billedord Ordbilled på Nordatlantens Brygge med tryk fra Færøernes Grafiske Værksted, hvor Svend-Allan Sørensen har arbejdet ad flere omgange. Jan Andersson litograf vurderer, at Svend-Allan har lavet omkring 80 tryk i Steinprent, som værkstedet hedder på færøsk. Svend-Allan Sørensens tre monumentale portrætter på udstillingen Billedord Ordbilled -  de er gengivet øverst - bekræfter hans store interesse og hengivenhed i forhold til det skrevne ord. Billederne forestiller tre kendte forfattere, Turgenev, Boganis og Thoreau, som alle dyrkede natur, jagt og i det hele taget livet efter naturens betingelser. Steinprent og Færøerne har fået umådelig stor betydning for Svend-Allan Sørensen, hvis værker har stor betydning som inspirationskilde i det færøske kunstmiljø. Han siger selv, at det første ophold i Steinprent for ham danner en streg i sandet, der ganske klart markerer tiden før og efter i hans værk. Det er svært at karakterisere dette forhold indgående i en begrænset tekst, men det er på den anden side vigtigt at anerkende, at der er tale om et særligt tilhørsforhold, der både handler om grafik og en gensidig forståelse og udvikling af kunstneriske idéer, men som helt sikkert også er påvirket af personlige relationer og en oprigtig følelse af fællesskab mellem den jagt-entusiastiske kunstner og mennesker i det færøske samfund, ikke mindst dets primitive eller autentiske og oprindelige facetter. "Ca caw motherfuckers" står med store skæve bogstaver på et billede. 
- Udbruddet er typisk for kunstnerens på en gang cool og morsomme billedsprog, men ofte ses morskaben parret med en dyb og inderlig alvor. "Tú gongur ikki einsamallur" står der eksempelvis skrevet ned over et litografi, der afbilder det øverste af en lygtepæl, hvorpå der står nogle fugle. Sætningen stammer oprindelig fra Rodgers og Hammersteins sang "You´ll never walk alone", som de fleste Liverpool fans vil være bekendt med, en sætning, der jo forekommer på én gang fortrøstningfuld og beklemmende. At mørket er mørkt er en erfaring, som de fleste har gjort sig, men selvfølgeligheden "Myrkrið er myrkt" lyder som en sætning fra et af Tóroddur Poulsens digte. Både Poulsen og Sørensen arbejder således med tautologier og gentagelser, der i stedet for at konkretisere og definere åbner op for diffuse men righoldige fantasier og associationsmuligheder. Mellem ord og billede opstår forskellige betydninger af det mørke mørke, en sætning, der helt håndgribeligt skaber lys i den mørke billedflade. Dronning Sonjas nordiske kunstpris er forholdsvis ny, den bliver doneret hvert andet år til kunstnere, der fortrinsvis arbejder med papir - sidst i 2012, da den finske billedkunstner, Tiina Kivinen fik den. I år var de nominerede: Cathrine Dahl, Ørjan Aas, Daniel Milan, Mikael Kihlman, Annu Vertanen, Valgerdur Hauksdóttir, Minako Masui, Ane Mette Hol, Hugleikur Dagsson, Tuula Lehtinen, Vappu Johansson, Elina Sipilä, Adam Saks og altså Svend-Allan Sørensen. Vi ønsker Svend-Allan Sørensen hjertelig tillykke med den store pris.










(KP)





Søren Ulrik Thomsen á Býarbókasavninum



Søren Ulrik Thomsen, f. 1956, er ein av best umtóktu donsku yrkjarum og høvundum. Hann hevur skrivað yrkingar og essays, síðan hann debuteraði í 1981 við yrkingasavninum City Slang. Síðani eru komin seks onnur yrkingasøvn. Seinasta yrkingasavnið Rystet spejl gjørdist metsølubók í Danmark í 2011. Søren Ulrik Thomsen er limur í Det danske Akademi og fær Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. Í ár er bókin Samlede Thomsen komin út, og eisini eru komnar út tvær skreytútgávur, sum Steinprent gevur út saman við listamanninum Claus Carstensen, har Søren Ulrik Thomsen hevur skrivað essays. Í kvøld, týskvøldið 27. mai kl 19.30 fer Søren Ulrik at lesa upp og tosa við Kim Simonsen um skaldskap sín.

Fesk listaframsýning á Kongabrúnni mentanarnáttina




Monday, May 26, 2014

25 ára jubileumsframsýning - tey ungu sýna fram



Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn hevur 25 ára jubileum og feirar tað við eini framsýning, sum læt upp í gjár, sunnudagin við verkum hjá fýra ungfólkum; Ludvík á Brekku, Jórunn Reginsdóttir, Rólant Lenvig Av Reyni og Allan Korsager Davidsen:Vit hava fingið nakrar myndir sendandi frá einari væl eydnaðari fernisering, tað sær út sum, at Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn er alive and kicking nú tað fyllir fjórðings øld. Tað er gleðiligt í heilum at hoyra um øll tiltøkini, sum verða fyriskipað við føroyskari list í danska høvuðsstaðnum, hetta boðar frá evnum og áhuga. Her eru nakrar fotomyndir frá tiltakinum: 

















(KP)

Hevur tú hug at vera við til at mynda nýggja listaskúlan í Føroyum?


Sunday, May 25, 2014

Okkurt at gleða seg til






Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp mentanarnáttina 6. Juni og er opin til sunnudagin 24. August.

 
Sandur, soda og kálk. Og burtur úr sandi, soda og kálki: siliciumoxid, aluminiumoxid, magnesiumoxid, calciumoxid, natriumoxid og kaliumoxid. Ólívrunnin súrevni, sum verða hitað, smeltað, sindrað, reinskað, javnað, kølnað, storknað og verða til glas.

Glas. Hetta torgreidda, skapleysa tilfar, sum hevur verið evnað til í meiri enn 5000 ár og sum við sínum evnafrøðiligu samanseting, síni søgu, sínum hitamekanisku, mekanisku og ljósfrøðiligu eginleikum, við mátanum ljósið næstan ótarnað fer í gjøgnum tað, við síni styrki og skroypileika, við sínum einsýnda vakurleika og við sínum óendaligu nógvu brúksmøguleikunum, hevur fingið sítt eyðsýnda pláss í listini.




Á summarframsýningini 2014 er glas sum tilfar í listini í miðdeplinum. Framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar sum liggja í glasinum, tá tað hevur verið í hondunum á Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Sjey listafólk úr Norðurlondum og Baltalondum, sum hava glasið til felags. Sjey listafólk sum arbeiða við og móti teimum eginleikum, sum glasið hevur, og sum brúka hetta einastandani tilfar á hvør sín hátt.

Myndlist er næstan altíð tilfar. Hóast støðan hjá listaverkinum sum objekt ofta eggjar til atfinningarsamt kjak, so er visuella listin vanliga gjørd úr einum ella fleiri sløgum av tilfari. Listafólkið roynir onkursvegna at draga gagn burtur úr teimum eginleikum, sum tilfarið hevur, at granska í møguleikunum, í náttúrliga feinginum og í samspælinum millum tilfar og  umhvørvi. Eisini í óevnisligu listini – talgildari list, performance og ymiskum sløgum av konseptlist – er aloftast okkurt slag av tilfari uppí, um ikki annað, so sum dokumentasjón av tilfarinum. Kanska er listaverkið reinur gerningur, men dokumentasjónin er eitt objekt,  onkuntíð enntá ein vøra.



Men samstundis er listaverkið ongantíð bara tilfar. Sjálvt í teimum verkum, har dentur verður lagdur á tilfarið, har við vilja verður víst á bygnaðin og skapið í tilfarinum, sum verður brúkt, heldur enn roynt verður at krógva tað. Sjálvt í verkum, har listin í fyrsta lagi verður allýst sum tilfar, eru óevnisligir lutir: Tað stokkuta og skiftandi í listini, upplivingarsjónarhornið, samskiftið, orkan. Grundgevast kann fyri, at list altíð er óevnislig, tí visuella listin er eitt mál, eitt ósjónligt, óevnisligt mál, ella, at list hevur í sær óevnisligar lutir, tá týdningurin av tilfarinum hvørvur, og týdningurin verður lagdur í verksins sosialu, mentanligu og búskaparligu sjónarhorn. Tilfarið hvørvur ikki, men missur sín týdning, kámast. Tað transsenderar, upploysist ella sublimerast, og listaverkið tykist vera meiri standur enn tilfar.

Tað evnisliga er altíð knýtt at tí óevnisliga. Tey eru knýtt saman við óendaliga nógvum træðrum. Tey eru knýtt saman, tá ein djypri kærleiki til tingsliga heimin gerst til andatrúgv, eitt hugskot um at alt tilfar hevur sín egna vilja ella eitt ynski um, at listin gevur deyða tilfarinum sál. Tey eru eisini knýtt saman á umvendan hátt, har talan er um eina fatan, at veruleikin bert finst í fysiska heiminum, og at allir tankar, allar kenslur og gerðir eru knýttar at evisligum tilfari og tilfarið tískil eisinur hevur tað óskilborna í sær. Og tey eru knýtt saman í glasinum.



Í glasinum møtist tað evnisliga og óevnisliga. Eins og í allari aðrari list, men øðrvísi. Kanska er tað gjøgnumskygnið í tilfarinum, tað undursama at tað er næstan ósjónligt, og at sjónlig list verður gjørd úr nøkrum, sum eygað ikki sær týðiliga. Tað antimateriella. Kanska er tað strukturella funksjónin - kanska teir eyðsýndu byggilistarligu møguleikar sum tilfarið hevur í sær sjálvum. Tað supermateriella. Triðja hugtakið er tað hypermateriella, har alt tilfar - sjónligt ella ósjónligt – gerst eitt tyssi av møguleikum fyri kunning, orku og samvirkan. Tilfarið er ikki einans tilfar. Glasið er ikki einans glas.

Glasið er torgreitt. Tað er bæði ítøkiligt og evnisligt og óítøkiligt og skapleyst. Tað er bæði tað stokkuta og tað varandi, tað óstøðuga og tað óbridgliga, tað heila og tað hjómaða. Tilfarið bendir tankarnar inn á átrúnaðarliga list, á dýrdina, á tað andaliga og loyndarfulla, men eisini á hin nýmótans glasveggin, tað reina, ráa, kalda og ítøkiliga. Á tremur við andsøgnum. Glasið skapar støðugt andsøgnir, sum kortini ikki eru andsøgnir, tí tað evnisliga og óevnisliga eru ikki andsøgnir, men partar av spenninum í eini samansettari heild. Har er einki ”antin-ella” í samansettu heildini, bara ”bæði-og”. Tískil umboðar tað óevnisliga ikki tómleika ella einkisleika. Tað óevnisliga er til staðar, á tremur við møguleikum, næstan evnisligt. Tað óevnisliga er eitt nýtt slag av evni ella tilfari, segði Jean-Francois Lyotard. Tilfar, sum ikki neyðturviliga er evnistilfar, men okkurt flótandi, sum eingin kann siga hvat er. Støðufesti í objektinum er ikki endaligt, tí objektið er óstøðugt, broytist altíð, og er óendaliga torgreitt.



Sandur, soda og kálk hitast, smeltast, sindrast, reinskast, javnast, kølast, storkna og verða til torgreidda skapleysa tilfarið glas. Síðani verður glasið virkað á alskyns hættir fyri at gerast til list. Arbeitt verður við tí og móti tí. Tað materialiserast, dematierialiserast og endurmaterialiserast. Upploysist, storknar og upploysist aftur. Tað veksur framaftur í umhvørvinum, millum áskoðararnar, í sambandinum við annað tilfar og við onnur listaverk. Nýggir møguleikar stinga seg upp, nýggir týdningar. Men tað er ikki bert fortíðin, upprunin úr sandi, sodu og kálki og nútíðar nýtsla í listini, og tess ævigu broytingar, sum er hugtakandi við glasi, eisini tað skirvisliga við glasinum hevur eina hugtakandi megi. Óvissa framtíðin hjá listaverkinum, ímyndin av knústum glasi, tilfarið, sum hvørja løtu kann hvørva sum tilfar, er ein íbygdur partur av glasinum. Saman við tí evnisliga og tí óevnisliga, tí antimatieriella, tí supermateriella, tí hypermateriella og eini ørgrynnu av andsøgnum, sum ikki eru andsøgnir, eru fortíðin, nútíðin og framtíðin allar í glasinum og kunnu ikki skiljast frá tí.

Ástøðingar, sum Michael Fried og Theodore Adorno hava lýst tað tingsliga í listaverkinum, tess materialitet, sum nakað, ið ikki noktar seg, men eisini sum nakað, sum listaverkið má stríðast ímóti. Fyri at vera list, má listin venda sær móti tí tingsliga hjá sær sjálvari. Listin skal arbeiða ímóti og virka móti sær sjálvari, dematerialisera seg sjálva. Tað er ikki nakað serligt fyri verk gjørd úr glasi, at tað evnisliga leitar saman við tí óevnisliga, men í glasium er tað nærri okkum.



Á summarframsýningin 2014 er tilfarið – glasið – grundarlagið undir estetisku upplivingini, men ein partur liggur í dematerialiseringini í tilfarinum, alt tað sum ikki kann forklárast við evnafrøði ella øðrum vísundagreinum, óevnisligu eginleikunum í tilfarinum, og hópurin av margtýdningum sum eru har, verða skaptir og endurskaptir í samansettu heildini í listaverkinum.

Takk fyri Tróndur Patursson, Brynhildur Thorgeirsdóttir, Pipaluk Lake, Kristiina Uslar, Outi Turpeinen, Anna Viktoria Norberg og Brandur Patursson.

Inger Smærup Sørensen




Saturday, May 24, 2014

Listaskúlin í Glasgow illa farin av eldi


Eitt sindur av linna blandast upp í sorgina, nú gjørt verður upp hvussu støðan er eftir, at Glasgow School of Arts, listaskúin í Glasgow brendi í gjár. Skúlin er kendur sum arkitektoniskt meistaraverk og høvuðsverkið hjá skotska arkitektinum Charles Rennie Mackintosh. Føroyska listakvinnan, Silja Strøm, sum býr í Glasgow gekk á hesum skúlanum og atelierið hjá henni var í trý ár í bygninginum, sum brendi. Hon harmast stórliga um eldin, sum m.a. hevur oyðilagt bókasavnið, men fegnast samstundis um, at eldsløkkiliðið við at hugsa taktiskt hevur bjargað stórum parti av skúlanum. 

Silja greiðir frá, at alt interiørið í The Mac hevur verið útsett fyri olju og terpentin í yvir hundrað ár og tað er eitt satt undur í veruleikanum, at meginparturin av strukturinum í bygninginum stendur eftir. Tey halda, at eldurin kom av einum ovurhitaðum projektøri, sum brast ella sum elvdi til neistar, ið festu í. Skúlin var fullur av næmingaverkum, sum síðsta árs næmingar hava hongt ella sett upp í samband við endaligu próvtøkuna. Nógv av hesum verkum eru oyðiløgd. 



http://www.dezeen.com/2014/05/23/firefighters-prevent-destruction-of-iconic-mackintosh-building-at-glasgow-school-of-art/
(KP)

Jazz-bitin - upphiting til Mentanarnáttina í Føroya heitasta húsi





Fríggjadagin 6. juni er árliga Mentanarnáttin í Tórshavn við ørgrynnu av mentanarligum upplivingum í býnum. Men áðrenn Mentanarnáttin brestur á, borðreiðir Norðurlandahúsið við eini heilt serligari listarligari uppliving.


Í sambandi við at árliga Summarframsýningin letur upp bjóða vit til ein Jazz-bita frá klokkan 12.00 til 13.00 við sprelskum jazztónum frá bólkinum “Yes or No” og heilsugóðum brellbitum frá nýggju kafé’ini SMAKKA.



GLAS - Summarframsýningin 2014


Sandur, soda og kálk. Og burtur úr sandi, soda og kálki: siliciumoxid, aluminiumoxid, magnesiumoxid, calciumoxid, natriumoxid og kaliumoxid. Ólívrunnin súrevni, sum verða hitað, smeltað, sindrað, reinskað, javnað, kølnað, storknað og verða til glas.


Glas. Hetta torgreidda, skapleysa tilfar, sum hevur verið evnað til í meiri enn 5000 ár og sum við sínum evnafrøðiligu samanseting, síni søgu, sínum hitamekanisku, mekanisku og ljósfrøðiligu eginleikum, við mátanum ljósið næstan ótarnað fer í gjøgnum tað, við síni styrki og skroypileika, við sínum einsýnda vakurleika og við sínum óendaligu nógvu brúksmøguleikunum, hevur fingið sítt eyðsýnda pláss í listini.


Á summarframsýningini 2014 er glas sum tilfar í listini í miðdeplinum. Framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar sum liggja í glasinum, tá tað hevur verið í hondunum á Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Sjey listafólk úr Norðurlondum og Baltalondum, sum hava glasið til felags. Sjey listafólk sum arbeiða við og móti teimum eginleikum, sum glasið hevur, og sum brúka hetta einastandani tilfar á hvør sín hátt.


Framsýningin er opin til sunnudagin 24. august.