Monday, June 2, 2014

Lýsing eftir lærarum til Føroya Listaháskúla

listaháskúlin_mynd.jpg vises


8. juni er freistin at søkja fyri at kunna vera við til heystskránna hjá nýstovnaðar Listaháskúlanum.

Fyri góðum ári síðani varð fyrsta stigið tikið til at seta á stovn føroyskan listaskúla. 30. mars í ár varð skúlin stovnsettur og fyrsta stýrið valt. Endamálið er undirvísing á høgum støði í skapandi lærugreinum, bæði ástøðiliga og ítøkiliga (teori og praksis). Tað eru føroysk listafólk, sum hava tikið stig at stovna Føroya Listaháskúla, sum ber enska heiti The Faroese Academy of Arts. Skúlin er staðsettur á Føroya Fólkaháskúla, men virkar um alt landið.

Tíðin er nú komin at knýta góðar lærarar at skúlanum og leggja fyrstu heystskránna til rættis. Ynski er at fáa ein breiðan hóp av undirvísarum, sum umboða ymisk øki innan listagreinar sum máling, grafikk, design, skriving, arkitektur, sjónleik, keramik, træskurð o.a.

Av tí at skúlin er skaptur av listafólkunum sjálvum, eru tað eisini hesi, sum koma at mynda skúlan. Í fyrsta umfari er talan um næmingafíggjaði skeið, sum einstaki lærarin sjálvur skipar innan karmarnar av Føroya Listaháskúla.

Fyri at kunna veita so holla undirvísing sum gjørligt, verður dentur lagdur á eitt høgt fakligt støði. Tískil skulla undirvísarar á listaskúlanum lúka ávísar treytir um útbúgving og/ella royndir. Á Facebook-síðuni hjá Føroya Listaháskúla kunnu tit m.a. lesa hvørjar treytirnar eru.

Freistin at søkja til heystskránna er sett til 8. juni 2014.
Áhugaði verða biðin at senda umsóknir við prógvum og viðmælum til listahaskuli@gmail.com, her ber eisini at senda allar viðkomandi spurningar.