Sunday, May 4, 2014

Fanclub Dance





10. mai fær Norðurlandahúsið vitjan av donskum dansikollektivi. Fanclub Dance framførir sýningina Death – alle dør, undtagen dig. Framførslan í Norðurlandahúsinum markerar Dansidagin 2014.

Talan er um ein ambitiøsan kvinnubólk av yrkisdansarum, sum bjóða kendum koreografum at gera uppsetingar yvir viðkomandi evni.

Í hesum føri eru tað ísralisk/hollendski koreografurin Itamar Serussi og norsk/svenski Kim Hiorthøy.

Premieran av dansisýningini var 23. apríl í Dansehallerne í Keypmannahavn, har fleiri útseldar framførslur hava verið. Turnéin umfatar Malmø, Tórshavn, Aarhus, Reykjavík og Pyhäjärvi.

Les ummæli frá premieruni her: