Saturday, April 5, 2014

Barnakonsert í Norðurlandahúsinum


 Barnakonsert í Norðurlandahúsinum í morgin, sunnudagin kl. 16.  

Dánjal á Neystabø við bólki framføra sangir, sum eru "opin stykkir", ið lata seg stýra av spontaneiteti, so at børnini fáa ein virknan leiklut í framførsluni.

Kostnaður 100 kr. fyri eitt barn og ein vaksnan.


Konsertin tekur støði í framførslunum, sum hava verið á skúlum kring landið í sambandi við Listaleypin.