Wednesday, March 12, 2014

Mítt Yndislistaverk - fríggjadagin kl. 16.







Í flestum heimum hanga listaverk, sum hava serligan týdning fyri eigaran. Norðurlandahúsið hevur tikið stig til at gera eina framsýning við verkum, sum privatpersónar hava latið inn. Inn eru komin heili 82 listaverk og eisini 82 heilt persónligar søgur frá eigarunum um, hví júst innlætna verkið er teirra yndislistaverk. 


Øll eru vælkomin fríggjadagin kl. 16.