Monday, February 3, 2014

Avdúkan


Listarliga prýðingin av hølunum hjá Vinnuframa verður avdúkað fríggjardagin 7. februar millum kl. 17 og 19. Tá verður eitt heilt serliga tiltak við tónleiki frá Absent Silver King, disking við Sakaris, upplegg frá listafólkunum og yrkingaupplestur.

Seinastu mánaðirnar hava Jón Sonni Jensen, Ludvík á Brekku, Haldis Olsen, Bárður Dal Christiansen og Ólavar S. T. Thorsteinsson - fimm ung evnarík føroysk listafólk - arbeitt av øllum alvi at prýða nýggja stóra eksperimentariuminum hjá Vinnuframa. Hølini skulu brúkast til øll møgulig granskingarseseminar, íverksetaraskeið, verkstovur og ráðstevnur. Tey fimm listafólkini hava prýtt tjúgu stórar skilaveggir, sum kunnu setast saman á óendaliga nógvar mátar og alla tíðina skapa nýggj rúm í rúminum og geva ólteljandi møguleikar fyri visuellum íblástri. Vinnuframi letur á henda hátt list og gransking møtast og skapa eitt rúm, har menning og nýhugsan kunnu kveikjast, tí var tað eisini natúrligt at velja ung listafólk at pryða rúmið.

Øll eru vælkomin fríggjadagin 7. februar millum kl. 17 og 19 í Vinnuframa, Hoyvíksvegur 51 í Havn.