Monday, December 2, 2013

Skaldsøgutrilogi hjá forlagnum Gwendalyn – bind 1 komið út



Nú er bind 1 av teirri upprunaføroysku skaldsøgutrilogiini eftir Agnar Artúvertin komið í bókahandlarnar. Tað ber heitið Ljósar tíðir.Hetta fyrsta bind stingur út í kortið teir tilverutengdu og fatanarfrøðiligu trupulleikar, ið verða viðgjørdir gjøgnum øll trý verkini.Ljósar tíðir setur ontologisku og vedisku karmarnar um menniskjans frælsi og trældóm og um mind-body problemið og slóðar fyri teirri víðari rannsóknini inn í sambandið millum ljós og tíð, sum verður í 3. bindi. Ljósar tíðir fæst í bókahandlum. Hon er 186 blaðsíður og kostar 145 kr.