Thursday, December 12, 2013

Olivur við Neyst 60



Í dag fyllir listamaðurin Olivur við Neyst seksti ár. Sum ein av okkara mest gávaðu koloristum, hevur hansara verk stóran týdning í føroyskari listasøgu. Hann er limur av Heystframsýningarbólkinum og sýnir somuleiðis javnan fram í rammubúðini í Dr.Jacobsensgøtu. Hann býr í Havn, men er ættaður úr klaksvík. Hann er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn, har hann gekk á málaraskúla hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie í árunum 1975 til 1979. Frá 1979 til 1981 tók hann listapedagogiska útbúgving hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst hevur prýtt bøkur og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar. Hansara myndir eru eyðkendar, bjartlittar kompositiónir, sum hann málar við støði í býar- og bygdaumhvørvum. Millum høvuðsverkini eru tær myndirnar, sum hann teknaði og málaði, tá hann var ein túr við sluppini Ester. Myndamálið minnir um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir, men tú ivast allíkavæl ongantíð í hvør hevur gjørt tær - poetiska litsamansetingin er meira Olivursk enn nakað annað. Olivur við Neyst er burturstaddur á føðingardegnum, vit ynskja honum hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum. 











(KP)