Saturday, December 21, 2013

Eitt jólakvæði við klisjéum. 21. desember

53.
Við eitt var mín eitraða  sæla  støv.
Hel í eygsjón hó hó hó
Flakin ein kista og sjógvurin ein grøv.
Vindurin bani og bylgjan blóð.

54.
Myrkrið rakk frá botni til skýggja.
Hel í eygsjón hó hó hó
Eg var ræðsla og kundi ikki flýggja.
Vindurin bani og bylgjan blóð.

55.
Hjarta og andi kódnaðu í kvøl.
Hel í eygsjón hó hó hó
Deyðin helt um mín stýrisvøl.
Vindurin bani og bylgjan blóð.











(KP)