Saturday, December 14, 2013

Eitt jólakvæði við klisjéum. 14. desember

30.
Hann tók bæði meg og  mítt góða far.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Og okkum inn í eitt helli bar.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

31.
Eyðsæð vóru her eingir gestir.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Í myrkrinum datt eg um kropparestir.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

32.
Úr kjaftinum kom ein svínskur gangur.
Einki í eygsjón hó hó hó.
"Eg eri tystur og eg eri svangur".
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

33.
Hann royndi  at taka meg við makt og vold.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Hann líktist einum trølli og luktaði av mold.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

(RP)