Wednesday, December 4, 2013

2000 bloggadagur




Dagsins partur av lyrikkjólakalendaranum hjá Róa Patursson er listabloggur nummar 2000 og sjálvt um kvantitetur kanska ikki er tað, vit skulu reypa mest av innan mentan, so halda vit allíkavæl, at 2000 er nokk so flott listabloggatal. Vit feira listina og okkum sjálvar 13.desember klokkan 16, tá Gløgg List verður í Steinprenti. Tað verður eins og tað plagar eitt tiltak fult av list og gløgg og har verður eisini eitthvørt á skránni, sum fer at koma óvæntað á gestirnar. Eisini er tiltakið karmur um útgávuna av bókini Listin 2013, sum er listablogurin í úrvali, og sum John Dalsgarð er við at seta saman í skrivandi stund.












(KP)