Thursday, November 7, 2013

Tíðindaskriv: Framsýning í Galerie Focus



Í vikuskiftinum 8. - 10. november skipar Galerie Focus, Lambagerði 1 í Havn, fyri einari framsýning við ymiskum verkum, millum annað málningar, tekningar og litografiir.
Á framsýningini er ein málningur av Tommy Arge, Hans Jákup Glerfoss og J. Waagstein, Eyvindur Mohr og Frida Zachariasen. 2 málningar av Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen. 4 málningar av Steffan Danielsen. Nøkur verk av Ingálvi av Reyni, Arnold Vegghamar og øðrum listafólkum.
Nakað serligt, sum eisini er á framsýningini, eru akvarellir av danska arkitektinum Holger Jensen (1918-2004) av føroyskum kirkjum. Í Føroyum teknaði Holger Jensen, kirkjuna í Fuglafirði, sum stóð liðug í 1983.
Møguleiki er fyri at síggja verkini á heimasíðuna hjá Galerie Focus www.galeriefocus.com
Framsýningin er opin fríggjadagin kl. 16 – 18, leygardagin og sunnudagin kl. 15 - 18