Friday, October 18, 2013

Savnsfagnaður 2013 - Tiltøk á Listasavni Føroya í dag

MYNDAVEIÐA og aðrar stuttligar uppgávur. kl. 11-16.
GER TÍNA EGNU VATNLITAMYND......saman við vatnlitamálaranum Jógvani Biskopstø. Tiltakið er kl. 11.30-12.30 og kl. 13.30-14.30. Pláss er fyri 10 børnum í senn og tilmelding er við kassan.
TANN STÓRA RULLANDI FELAGSTEKNINGIN
Kom og ver við til at tekna eina stóra felagstekning um VATN. Vit rulla eitt stórt pappír út so fleiri kunnu tekna í senn. kl. 11-16. Endaliga tekningin verður løgd út á her á heimasíðuna.
TÓNLEIKUR VIÐ ANNIKU MALUNARDÓTTUR OG JÓNASI GAARD
Tvey ung talent úr 7.b. í Kommunuskúlanum. Tey spæla nøkur løg í part og eisini okkurt saman. Annika framførir egin løg og Jónas tulkar sangir hjá ymiskum kendum singer/songwriters. Fríggjadagin 18. okt. kl. 15-16.