Wednesday, October 9, 2013

Klaksvík fær nýtt mentanarhús



Á almennari samkomu á Posthúsinum týsdagin varð keypssáttmáli undirskrivaður millum Posta og Grunnin Mentanarhús í Klaksvík. Samstundis varð boðað frá at ætlanin er at umbyggja posthúsið til at umfata Býráðshøll, Listaskála, Tónlistaskúla og sjónleikar/mentanarhús.
Byrjunarpeningin hevur grunnurin frá Klaksvíkar býráð og í eitt skiftistíðarskeið halda Posta og Heilsutrygd fram í húsinum

Her er ein heilsan frá Jóin Sigurðsson í hesum sambandi. 
Hanusi G. Johansen og borgarunum í Klaksvík ynski eg hjartaliga tillukku við mentanarhúsinum, og ynski alt gott við projektinum. At Hanus verður tikin við her, er ikki so løgið. Hann er ímyndin um mentanina í høvuðstaði norðinga. Fyrst forfjónaður - og so sprettur hann út sum svanur! Einaferð burturbeindur av trappuni á Posthúsinum. Nú opna allar hurðar seg fyri honum - og hann verður heiðraður inni í kór. Troubadururin og lagsmiðurin, sum fekk viðurkenning alla aðrastaðni, er nú loksins komin heim á Posthúsið/Mentanarhúsið í lýsingunum hjá Archibald Black, sum hanga á Posthúsinum. Kanska verður hetta byrjanin til eina standmynd, hvør veit. 

Annars hevur ikki verið nógv tos um hetta hugskotið, at gera posthúsið til mentanarhús í Klaksvík. Og kanska er tað júst av hesi orsøk, at nakað er komið burturúr, tí frammanundan hava verið fleiri ætlanir, har onki er komið burturúr. Okkurt hevur mær dámað væl, men læt okkum nú standa saman um hesa ætlan. Ikki er tað ókent, at nýggjar vinnur spyrjast burturúr gomlum, sum ikki eru við longur. Aðrastaðni hava tey varveitt fiskavirkir til mentan, so hjá okkum bleiv tað nakað annað! Feløgini eru øll smá hvørt sær, men saman kunnu tit! Til tykkum í teimum ymisku feløgunum, sum kunnu verða við í hesu verkætlan, havi eg eina áheitan: Ongin kann faa alt, so gev rúmd fyri øðrum tankum og hugskotum! ALT OG ØLL KUNNU IKKI VERA Í HASUM HÚSINUM! Tað vita vit øll, so farið í gongd spakuliga. Her er sanniliga nógv at vinna við samvinnu og felagsrúmum. Taka kommunan og feløgini væl ímóti hesum, og stuðla upp undir, er hetta ein fongur fyri framtíðar borgarar í Klaksvík. Ivaleyst fáa vit eldru eisini okkurt við! Til spakar hugleiðingar um at ognast Posthúsið, til okkurt mentunarligt, var greiða viðmerkingin beinanvegin: púra ørt! Og so tøgn. Sjálvandi er hetta eitt sindur ørt, men hví ikki? Hatta er ivaleyst ein góð byrjan. At vænta at allir áhugabólkar kunnu verða samdir um slíka verkætlan, er sjálvandi ikki gjørligt. Tey ymisku feløgini kenna sín tørv og kunnu halda, at onnur breiða seg ov nógv. Hetta er ein av trupuleikunum, um bygt varð av nýggjum, umframt stóra kostnaðin. Tí verður tað skumpað frameftur, og onki kemur burturúr. Á henda hátt verður tað ein meira natúrlig tilgongd og útbygging. At Palli - J. P. Gregoriussen - aftur sleppur, at seta síni fingramerkju á posthúsbygningin, nú úbygging verður gjørd, er sera skilagott. Demokratiskt? Sjálvandi! Men onkur má deila og skera ígjøgnum! At enda takki eg tykkum, sum hava fingið hetta í lag! Jóin Sigurðsson, 09 – 10 – 2013.






http://nordlysid.fo/video+ein+fagnadarlota+a+posthusinum.html






(KP)