Tuesday, October 8, 2013

Hvat er hugskotið við at oyramerkja pening til filmsvinnuna?

Alt vikuskiftið hevur málið verið á breddanum um eina mentanarpolitiska avgerð, sum er eins áhugaverd og hon er ørkymlandi. Nevniliga, at Bjørn Kalsø, landstýrismaður, ætlar at oyramerkja nakrar av pengunum, sum Mentanargrunnur Landsins hevur fingið aftur, til filmslist.

Avgerðin er áhugaverd, tí hon merkir, at tað finst politiskur áhugi fyri at menna filmslistina, hurrá fyri tí, eg ynski allari menning hjartaliga vælkomnari.

Fleiri grundir eru til, at avgerðin er ørkymlandi. Hon er ørkymlandi, tí vit ikki blíva presenterað fyri eini ordiligari analysu av, hvussu filmslist kann mennast. Tað má líkasum fyriliggja eitt slag av ætlan, um talan skal vera um eina serliga menningarpulju, og tað mugu eisini vera nøkur fólk í Mentanargrunni Landsins, sum eru før fyri at standa fyri hesi menning, sum eg bara rokni við er ein torfør uppgáva.

Tað virkar eisini ørkymlandi við oyramerking, tí einki annað listaslag hevur oyramerktan pening í grunninum. Landstýrismaðurin brúkti sum dømi, at grunnurin t.d. hevur oyramerkt pening til týðingar, men tað er eitt vána dømi, tí týðingar hava sín egna grunn, týðaragrunnin, sum verður umsitin av nevndini í Mentanargrunni Landsins. Skal tað ganga fyri seg á sama hátt, skal ein filmsgrunnur myndast, og so er upphæddin til Mentanargrunnin ikki hækkað, sum hon sær út til at vera á pappírinum.

Avgerðin er kanska ikki so ørkymlandi í mun til armslongdarregluna, sum onkur hevur nevnt. Eg haldi ikki, at oyramerking er eitt álvarsligt brot á armslongdarregluna, tí mær dámar væl, at politiska skipanin leggur dent á ávís øki viðhvørt, eisini gjøgnum Mentanargrunn Landsins. Men um hesin oyramerkti parturin so skal vera tað einasta, sum filmslistin fer at fáa úr Mentanargrunni Landsins, eri eg bangin fyri, at tað verður ein vána avtala fyri filmin, sum frammanundan fær heilt hampiligar upphæddir frá grunninum á hvørjum ári.

Tað kundi verið frálíkt, um mentamálaráðharrin upplýsti okkum um, hvat tað er hann ætlar, hvussu tað skal ganga fyri seg, hvat ætlanin er, hvussu evaluering skal ganga fyri seg, hvørja ráðgeving ætlanin er at brúka. Tað er upp á tíðina, at ørkymlanin um førda mentanarpolitikkin endar.

Eg eri næstan við uppá eitthvørt mentanarpolitiskt tiltak, men eg vil vita, hvat hugskotið við tí er.

(IS)