Wednesday, September 4, 2013

Upplestur og tónleikur við The Absent Silver King

Í dag, hósdagin 5. september verður ein serstøk útgáva hátíðarhildin við upplestri og tónleiki í Tutl og Sirkus. Tað er The Absent Silver King, sum verður útgivin. Trygvi Danielsen fer at lesa úr stuttsøgu- og yrkingasavninum, sum er heft at útgávuni hjá bólkinum, ið hevur innspælt plátu í Studio Bloch. Eftir upplesturin verður plátan løgd undir nálina, so at fólk hava høvið at lurta. Eg seti eitt lag inn her, tað er dapurt og næstan líka monotont sum var tað borið fram av Jim Morrison ella av einum postgrungeteatralskum avbrigdi av sjálvum fýrabeinskonginum, men lagið gevur heilt vist góðar vónir til útgávuna hjá hesum ungu monnunum. The Absent Silver King er mannaður við Per I. Højgaard Petersen á trummum, Karl Andrias Stórá á bass, Jón McGavin og Boga á Lakjuni á gittarum og við Trygva Danielsen sum sangara. Saman hava teir spælt nógvar konsertir seinasta árið, harímillum á G! og útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum fyri stuttum, umframt at teir vunnu tónleikakappingina Sement í vár. Í hesum sama tíðarskeiði hevur Trygvi Danielsen skrivað í tíðarritunum: Vencil og Varðin, men hetta er hansara fyrsta sjálvstøðuga yrkingaútgáva. Permumyndina hevur Jón Sonni Jensen gjørt. Tiltakið verður nú hósdagin kl. 16 í Tutl og kl. 21 í Sirkus og øll eru hjartaliga vælkomin.







(KP)