Wednesday, August 21, 2013

Íslandsvika - dagsins listafólk


Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.

Magnús Sigurðarson (1966) kannar samleika, ikki minst sín egna, í listini. Hansara verk eru eitt slag av sjálvsmyndum, har hann granskar egnan nationalitet og lýsir hvussu hansara samleiki fylgir honum allar staðir og litar alt, sum hann upplivar. Á sama hátt sum áskoðarin, sum sær hansara verk ikki sleppur undan sínum egna samleika.