Thursday, June 13, 2013

Sendið inn uppskot til Ólavsøkuframsýningina í Listasavninum



Ólavsøkuframsýningin 2013
“Føroyingar sum her nú koma saman”


Undirheitið á Ólavsøkuframsýningini 2013 stavar frá steinprentinum "Hjólveldi" hjá Tóroddi Poulsen. Myndin verður brúkt sum støði undir Ólavsøkuframsýningini í ár, sum Kinna Poulsen kuraterar og sum eftir ætlan fer at savna bæði føroysk listaáhugað og føroysk listafólk ólavsøkuaftan. Ólavsøkuframsýningin 2013 verður merkt av bæði kærleika og speisemi, av yrkis- og áhugalist, hon verður bæði favnandi og smøl, djúp og breið og fer at fevna um alt millum himmal og jørð sum føroyingar nú kunnu finna uppá av myndlist. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan klokkan 15 við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru vælkomin, bæði gomul og ung.
Ólavsøkuframsýningin 2013 er skipað í tveimum pørtum sum ein partvíst kuraterað og partvíst sensurerað framsýning. Boðin við eru m.a. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Tummas Jákup Thomsen, Steinprent og Jóhan Martin Christiansen. Hesi borga fyri høgari listarligari góðsku og listarligum fjølbroytni við teirra verkum, sum fevnir um tað besta, vit eiga av føroyskari málningalist - bæði figurativari og nonfigurativari - konseptlist, tekstillist, videolist og grafikki, sum skal setast saman við einum úrvali av tí, sum sent verður inn til framsýningina. 
Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn verk, einasta krav er, at tey eru tveydimensionel og klár at heingja upp á veggin. Sendið eina góða fotomynd av tykkara verki í uppskoti til Ólavsøkuframsýningina 2013 til kinna.poulsen@skulin.fo 
Viðmerkið í yvirskriftarteiginum: Ólavsøkuframsýningin 2013 og viðmerkið í meylinum hesar upplýsingar: Heiti á myndunum, tøkni, árstal, stødd, umframt navn, føðital, bústað + telduadressu hjá persóninum, sum hevur gjørt avvarðandi verk. Freist at senda inn uppskot er longd fram til 21.juni. Kurator, Kinna Poulsen  hevur fullan avgerðarrætt at velja út og seta framsýningina saman sum hon heldur vera best. Tey, sum senda inn uppskot, fáa svarboð sum skjótast.



(KP)