Thursday, June 20, 2013

Ræst kjøt, Okkara og Konsept

Leygardagin 15.juni læt framsýningin Country og Koncept upp hjá Svend-Allan Sørensen í Museum Jorn í Silkeborg, sum í stóran mun inniheldur list, ið er framleidd í Føroyum. Hetta sæst eisini í kataloginum á samrøðuni millum listamannin og Teresa Østergaard Pedersen, ið gekk fyri seg via Skype meðan listamaðurin var í Havn og arbeiddi á grafiska verkstaðnum.

Teresa Østergaard Pedersen skrivar: "Under arbejdet med de mange værker til Country og Koncept tog Svend-Allan Sørensen for anden gang til Færøerne i november 2012. Her troppede han op hos litograf Jan Andersson på Færøerne Grafisk Værksted, Steinprent, bevæbnet med et Remington 870 haglgevær kal.12/76, for at arbejde i to uger". Tá hann verður spurdur um hví tað júst skuldi vera í Føroyum, verkini skuldu gerast, svarar hann: "..en søndag for et par år siden, hvor jeg stod og hang skjorter på plads, kan jeg huske, så ringede telefonen. Der blev sagt "Ja, det er Claus, du skal op til Jan!". Efterfølgende ringede han så til Jan, som kører værkstedet  heroppe og sagde "Svend skal op til dig!". På det tidspunkt kunne eg mærke, at der skulle ske noget andet. Jeg havde kørt en række større udstillinger igennem, og det var for fulde gardiner i nogle år, og der skulle bare ske noget andet. Så jeg tog derop... Jeg efterlod familien og tog på en 14 dage lang blind-date med en nordjysk svensker, som jeg kun havde talt i telefon med. Det gik helt forrygende! Jeg fik nogle kriser og noget snapse-delirium, og jeg var helt oppe at ringe over, hvordan det var gået, da jeg kom hjem. Og så meldte museet i Silkeborg sig og ville lave udstilling - og så kunne jeg se på det hele, at jeg skulle afsted igen..". Og tann Klávus, sum hann sipar til, er listamaðurin Claus Carstensen, sum eisini er eitt slag av húslistafólki í Steinprenti.

Katalogið er ein snotilig bók við stívari permu á donskum og enskum og áðurnevnda samrøða er serstakliga áhugaverd, ikki minst fyri tey, sum hava áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, eitt nú prátar listamaðurin um Okkara og um føroysk listafólk, Teresa Ø.Petersen spyr: "Svend, lige inden vi fortsætter: Du sagde ordet fredagsøl inden vi startede - kan du ikke blive hængende, så henter jeg lige et glas vin?" Listamaðurin svarar: "Så henter jeg en snaps! Jeg vil også godt præsentere min øl det er sådan et lidt halv-anarkistisk færøsk ølmærke, der hedder Okkara, som betyder "os"...". Síðan tosar hann um litir: "For eksempel, så er der en færing, som bor i London, som hedder Rannvá Kunoy, der arbejder meget koloristisk og er himmelråbende god. Eller en anden færing, Hansina Iversen, som jeg har været nede og bytte billeder med. Hun laver nogle svært smukke og kolorstiske ting...".

Ja, Svend-Allan Sørensen er ógvuliga prátingarsamur maður, men hann er eisini klókur listamaður, sum dugir ótrúliga væl at lýsa sína egnu listarligu verkætlan. Hann arbeiðir nógv við orðum í myndunum bæði á enskum, donskum og á føroyskum, t.d. í myndini "Tú gongur ikki einsamallur", sum er umyrkt frá sangheitinum "You´ll never walk alone". Hann hevur eisini lænt onkran setning frá Tóroddi Poulsen í einum prenti "Jeg genlader med ord". Svend-Allan Sørensen er - og tað merkist á katalogsamrøðuni - púra burtur í Føroyum, í Steinprenti, í haganum, í Havnardali, í føroyskum listafólkum og í røstum kjøti. Fyrstu ferð eg sá hansara forvitnu brúnu eygu, var í gongini hjá mær sjálvari, tað var valkvøld og eg hevði bjóðað familju og vinfólkum til riv. Tey vóru sjáldsama góð, rivini, í grundini luktaði tað so sterkt av røstum, at eg sjálv hevði tár í eygunum inni í køkinum. Mitt í steiking og eplagrýtum og ræsta mjørkanum bankar uppá og har stendur Jan Andersson við Svend-Allan Sørensen (- Harragud ein útlendingur!!!) og teir ætla sær inn í mítt sterkt fermenteraða heim... Eg orsaki mangar gangir fyri tann ósiviliseraða deymin, men næh og nei, listamaðurin snoddar og brosar, tað luktar væl,  heldur hann og tað meinar hann, tí tá vit fóru at eta, ja so mundi hann ikki blivið liðugur og dagin eftir keypti hann ein ræstan háls í Keypsamtøkuni at kóka har uppi í Williamshúsi, har hann búði meðan hann var her. Svend-Allan ELSKAR ræst kjøt og nú tá eg seinast hoyrdi frá honum, greiddi hann glaður frá, at Statens Kunstfond hevur keypt ein heilan vegg av myndum frá framsýningini í Silkeborg og hetta metir hann, má brúkast til at keypa eitt sindur av røstum fyri. Áðrenn vit vita av, gongur hann aftur og melur við grafikkplátum og byrsu í Havnardali.

http://www.museumjorn.dk/da/

Svend-Allan Sørensen í Steinprenti


Museum Jorn

Listamaðurin

Framsýningin er stór 

Frá framsýningini

Country og Koncept

Frá framsýningini Myndaódnin í Steinprenti

Ein vøkur lítil bók


Úr bókini


The Ræst




(KP)