Thursday, June 27, 2013

Ikki aftur nú!


Fyrr í vikuni komu tey syrgiligu boð, at herverk var framt á onkra av vitjandi standmyndunum hjá Steinunn Thórarinsdóttir, sum eru partar av Summarframsýningini hjá Norðurlandahúsinum. Í gjár gekk eg framvið hesari standmyndini, sum stendur við tinghúsið á Vaglinum og heldur ikki hon hevur fingið frið. Hetta herverkið sær kanska eitt sindur meira kreativt ella kerligt út, men herverk er herverk og list í almenna rúminum er umráðandi og eigur at fáa frið.

Standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir hava vitjað í fleiri øðrum londum, eingin hevur gjørt teimum nakað, tær vóru virdar sum listaverk inntil tær komu til Føroya. Eg veit ikki hvat hetta bendir á ella er tekin um, men sera ótýdligt er herverk á list, sum er sett upp til gagns og gleði hjá okkum øllum

(KP)