Wednesday, May 1, 2013

Prosavika 3 Jóanes Nielsen


Vit hava javnan yrkingar og yrkingaummæli á listablogginum og onkursvegna verður skaldskapurin á óbundnum máli við sviðið soð. Hetta botnar sjálvandi eisini í, at skaldsøguútgávurnar eru færri í tali enn yrkingarsøvnini, men hesa vikuna gera vit eitt sindur burtur úr prosaskaldskapi og fara hvønn dag at leggja brot úr skaldsøgum ella stuttsøgur á bloggin. Vit halda fram við sama høga góðskustøði. Hesa ferð er tað ein tekstur, sum longu er givin út. Jóanes Nielsen hevur viðmælt okkum at taka epilogin í skaldsøguni "Gummistúvlar eru tær einastu tempulsúlurnar, vit hava í Føroyum" frá 1991. Jóanes Nielsen dugir heilt grundleggandi at siga søgur av hjarta, so at tær gerast viðkomandi og fanga lesaran, tað er ikki løgið, at hann er ein av okkara mest elskaðu rithøvundum. Málið hjá honum situr óvanliga væl við progressivari rútmu og framúr góðum samanberandi myndum, t.d. tá hann skrivar "Frá Bursatanga og líka út á Molahøvdið var kaiin loðin av útróðrarbátum. Ein skógur av mastrum lá í sterka morgunljósinum." - ja so er eingin í iva um júst hvussu henda sjón hevur sæð út. Her er endabrotið úr skaldsøguni "Gummistúvlar eru tær einastu tempulsúlurnar, vit hava í Føroyum":




EPILOGUR


Tað hendi eftir einari nátt. Úr øllum landinum stevndu útróðrarbátar móti Havnini. Í lýsingini vóru eystara og vestara bryggja blokeraðar. Onki skip slapp inn. Og heldur einki skip slapp út. Sum eitt veldugt hjarta dukaðu allir motorarnir við kaiina inni í tí sovandi býnum.

Eg var á veg til arbeiðis, tá ið hetta løgna ljóðið breiddi seg niðan gjøgnum býin. Ein summarmorgun í juni í 1975. Og at hesin dagurin skuldi koma at bera frá øllum øðrum døgum, hvussu kundi eg vita tað? Eg gekk undir síðu trækrúnunum við Gamla Bókhandil. Heima í garðinum høvdu vit eisini trø. Og hóast tey ikki vóru so stór og prýðilig, so hevði langomma mín plantað tey áðrenn aldaskiftið. Tá ið tey bara vóru nakrir klæntrasligir kvistar. Summarmorgnarnar sungu tey sólina upp úr havsbrúnni. Sum børn klatraðu vit eisini í teimum. Øll børnini í grannalagnum elskaðu hesar barkaðu armarnar, sum vuksu upp úr moldini. Glaðu nístini fortaldu so týðiliga, at akkurat í sovorðnum greinum høvdu okkara sorgleysu forfedrar sveiggjað við sínum ungum á bakinum.

Ljóðið bara harðnaði, so hvørt sum eg nærkaðist kaiini, og komin oman um gamla hotellið, tá støðgaði eg. Stóð bara og gánaði eftir hesi sjónini, sum náttin hevði gandað fram úr ongum. Frá Bursatanga og líka út á Molahøvdið var kaiin loðin av útróðrarbátum. Ein skógur av mastrum lá í sterka morgunljósinum. Allastaðni sóust útróðrarmenn.

Hóast so nógv ár eru liðin, minnist eg enn henda beinleiðis rúsin, sum sjónin kveikti í mær. Við mínum egnu eygum sá eg umsíður tær Føroyar, sum eg so leingi hevði longst eftir at síggja. 

Eg arbeiddi í einum timburhandli úti á kaiini. Einum plássi, har lokalpatriotisma eisini átti nøkur av sínum margháttligu umboðum. Víst vóru teir góðir við sín bý. Men við hesum pírna kærleikanum, sum ikki vann út um leivdirnar av Stóragarði. Argjamenn var sovorðið pakk, sum man hongdi upp eftir nossunum, segði Lítli Grøni ein dagin vit arbeiddu saman.
- Hvussu heldur tú, at havnarfólk varð viðfarið, tá ið tey gomlum døgum biddaðu úti á gørðunum? Hundurin bleiv beittur eftir teimum. Og hví heldur tú, at Jóannes Patursson var ímóti at lata havnarmonnum traðir um aldaskiftið? Jú, hann vildi hava alt sjálvur. Hann og kjøtátararnir á bygd.
-Men tú kanst ikki h ata 100 ár aftur í tíðina, svaraði eg. Hann hugdi at mær.
-Tú billar tær kanska inn, at muran er dampað av teimum?

Men hendan morgunin sýntist stórsinni at ráða. Hurðarnar há havnarfólkum stóðu opnar. Sum dømi kann nevnast, at ein kona bakaði í hundradavís av pannukakum til útróðrarmenninar. Sónleikarafelagið í býnum gørdi eina eykasýning bara fyri teirra skuld. Og á fundi í Havnar Arbeiðsmannafelag var avgørt at fara í 24 tíma stuðulsverkfall. Høvuðsstaðurin var stongdur bæði sjóvegis og eftir oyggj.
Tað sum fekk bikarið hjá útróðrarmonnunum at flóta yvir, var tað stóra prísfallið á hvítfiski. Men tað lá so nógv annað frammi í tíðini. Fólkafylkingin móti EEC hevði vakt fólk. Bæði útlendskir og føroyskir trolarar hótti fiskastovnin og livilíkindini hjá smábátunum. Og so kravið um útflyting av fiskimarkinum.

Út móti døgurðatíð kom Kristin Kriss út á goymsluna at hitta meg. Nú eg  hugsaði um tað, mundi tað í hvussu so er vera eitt hálvt ár síðani vit prátaðu saman. Maðurin, sum plagdi at koma larmandi og tíðindafróður, sleingjandi við sínum longu ørmum, var so spakur hendan morgunin. Um hálsin hekk tað kosmologiska eygað, sum han kallaði sítt myndatól. Tað fylgdi honum allastaðni. Sálvt tá ið hann kreyp uppá , hevði hann ein fingur kláran á knttinum.

Fyri nøkrum árum síðani hevði hann víst okkum eina diasrøð, sum hann kallaði Sørvágs-hypofisan. Fisan var dóttir í eini solidari baptistafamilu. Men komin til Havnar, var hon fallin fyri tí tí nýggja gudinum, Phallos. Tað var heldur onki mark fyri, hvat Kristin Kriss kundi fáa hana til. Aftur við einari av sínum vónleysu symfonium hevði hann avmyndað hana nakna. Sum nýmótans heks ríðandi uppi á eini langari støvsúgvaraslangu. Úti á Bukkvald, har hon gróv í øllum ruskinum við svongum, svartmálaðum eygum. Eisini sum grís á veldigum fati við súrepli í munninum. Tey ótrúligastu ljóðini slitu seg leys úr hátalaranum, meðan tað kosmologiska eygað leitaði og fann.

Tá ið foreldrini frættu um hennara villu phallosdyrkan í høvuðsstaðnum, bleiv hon send avstað á ein bíbliuskúla í Onglandi. Og so frægur var Kristin Kriss hóast alt, at hon stutt aftaná fekk bæði diasrøðina og negativini sendandi til Onglands.

Í hurðini uppi yvir timburdeildini sóu vit beint oman á kaiina. kristin Kriss risti við høvdinum - Hasir menninir hava ongan góðan.
-Eg rokni við, at tú eisini hevur okkurt annað upp á hjartað, segði eg.
Hann nikkaði. Vit gingu oman gøgnum trappurnar og út eftir molanum. Bátarøðirnar lógu langt út á vágna. Í fríska lotinum bleiktraðu merkini. Fólk gingu róliga og fregnaðust. Og summi spákaðu eisini við hundinum. Kristin Kriss togaði í armin á mær. -Sært tú handan deksbátin?
Hann peikaði eftir einum Nordafar-báti frá Sandoyri. Báturin lá uttan á tveimum øðrum. Afturi á reyv stóð línurennan. Rørini til olutrýstsnellurnar gingu fram móti bógnum. Og í kappanum stóð ein fýra-fimm ára gomul smágenta. Báturin æt Elias Hørg.

Kristin Kriss vildi ikki umborð. Hann risti við høvdinum. Eg mintist, at hann hevði fortalt mær frá tí druknaða manninum norðuri í Klaksvík. at hann eisini hevði nevnt okkurt um eitt handrit, sum lá og savnaði støv og sum hann meinti at eg átti at síggja.
- Eg fái vitjan av einum konufólki um trýtíðina, segði hann. Og tú skal hitta hana.
Beinanvegin í gongini í kjallaraíbúðini hjá honum varnaðist eg, at vælkendi lukturin av heimabryggj var horvin. Fyri ikki at tosa um torvroykin. Eitt rør til akslatrøini var komið upp at hanga. Og somuleiðis ein mynd av Hermann Hesse.
Sjálv stovan var eisini broytt. Ledningarnir, sum fyrr hingu undan loftinum sum lianir ella krupu eftir gólvinum su elektriskir ormar, teir vóru nú heftir inn í paneið. Pottplantan Siddharta var guvað burtur. Línustampurin, sum hann fyrr brúkti til skitin klæðir, stóð umvendur á gólvinum við eini pútu oman á sær. Og tað var ikki tað ringasta at síggja at bókatalið á hillunum var vaksið. Eg støðgaði og hugdi eftir einum merkiligum lampuskermi, sum eg ikki hevði sæð fyrr.
- Hann er seymaður av tarabløðum, segði Kristin Kriss. Ein gáva frá Tove.
-Tove? fregnaðis eg.
Hann nikkað, og muðurin smílti eitt lítið sindur. Inn eftir gólvinum stríddi ein sólstabbi seg. Meðan eg handfór hendan skermin, ið framvegis luktaði eitt sindur av havi, spurdi eg um hendan Tove var góð við hann.
Kristin Kriss ypti øksl. - Eg veit ikki. Og tað ljóðar kanska løgið í tínum oyrum. Men onkursvegna er tað ikki mítt problem. Tað einasta, sum eg tori at siga er, at eg umsíður kenni meg ektaðan. Skilir tú?
Hann skonkti kaffi. Við troyggjuermuni turkaði hann støvið oman av hátalaranum. Og eg mátti smíla, tá ið hann tendraði stearinljósini á borðinum. Tí at tað var líkasum at okkurt manglaði. Hvussu ofta hevði hann ikki hildið silvurpappírið oman fyri bláa logan. Sterkt kryddraði roykurin frá tí láturmildu hampplantuni breiddi seg um stovuna. Ljósið vóð gjøgnum eitt stilt tám. Og síðani tóku sjónirnar seg supp. Á kamelunum hjá Santana-bólkinum fóru vit út á langar oyðimarkarferðir. Amerikanarin Frank Zappa sat og flenti uppi á lodnu kúlunum. Seinni komu Pink Floyd og Exeption. Og eisini ein farri av einsemi og vónleoysi. Tí Havnin var so fátøk. Nýggja tíðin átti onki til okkum. Alt tað kristiliga gassið forpestaði kvøldini í býnum. Vit vóru ungir arbeiarar. Onkrir gingu í Hoydølum. Viltust inn í tokurnar. Hongdu okkum í Mayatjaldið. Men blivu, sum frá leið, leidd av ferðunum í hesum fremmandu landsløgunum. Kanska fyri at varðveita dreymin, leingja og toyggja hann eitt sindur, góvu vit rúsinum føroysk nøvn. Róptu tað at ferðast út á torvheiðarnar. Slaktaðu kamelarnar. Men húðirnar brúktu vit framvegis at verma okkum við. Tí tað var blivið kaldari úti á heiðunum.

Tá ið hann hevði vent plátuni við Joe Cocker, spurdi eg umsíður, hví hann hevði víst mær á handan útróðrarbátin. Kristin Kriss, sum ikki plagdi at mangla orð, stóð og tøvdi yviri við vindeygað. - Veitst tú, at eg eri farin at ganga á handilsskúla um kvøldarnar? spurdi hann. Blaðarbeiðið vindur hvønn dropa úr mær. orki ikki hasar partapolitisku idiotarnar, sum allastaðni sígga fíggindar. Eg havi fortalt Tove, at tú kemur. Hon er ein deilig kvinna. Alt ov góð til ein bums som meg. Hann gekk yvir til stólin og setti seg. - Tað ræðuliga er, at eg hálvavegna beri skuldina av, at Elias Hørg doyði.
Ovfarin hugdi eg upp á hann.
-Jú tað passar. Eg skuldi partú hava hann við mær á veitsluna. Men maðurin var móður. Góði Elias! Eg eri so keddur. Tú hevði heldur ikki so ljóta nøs. A working class hero is something to be. Á frata! Tað er ikki tað, at eg ætli mær í klostur. Misskil meg ikki. Eg tími bara ikki hetta tvætlið longur. Jørðin hevur sína eldtíð, sína ístíð og sína jarntíð. Soleiðis er eisini við okkum. Tað, sum eg vil, er so einfalt. Eg kann bókstavera tær tað. Eg kann skera tað út í papp. Ella morsa tær tað við roykinum frá einum brennandi harta. Eg vil elska eina kvinnu. Skilur tú? Treytaleyst. Fullkomiliga og í allar ævir. Hann smílti knappliga og slongdi við sínum longu ørmum. - Okay. Í hvussu so er í nøkur ár.

Úthurðin gekk. Eg sá hvussu eyguni á Kristini strálaðu, tá hon kom inn í stovuna. Lukturin av vindi kom inn við henni. Hon legði frakkan frá sær. Segði halló og at hon akkurat var komin av kaiini. - Eg giti, at tað er tú sum skal hava konvoluttin. Eg eiti Tove.

Hon rætti mær hondina og setti seg á stampin. Fortaldi, at mammubeiggi Elias var komin norður við bátinum í
nátt. Nanna og ohann vóru eisini við. Hon nevndi nøkur nøvn, sum eg seinni skuldi læra betur at kenna. So vendi hon sær aftur til mín.
-Í veruleikanum, so havi eg ongan rætt at geva tær hetta ljósprentið. Eg kenni teg heldur ikki. Tað er Kristin, sum hevur plágað meg. Maðurin, sum skrivaði handritið er deyður. Og mín Elias liggur kaldur í síni grøv.
Eina løtu vigaði hon á eini knívsegg, og brast so í grát. Frá løtu til næstu trongdu blóðæðrarnar seg út í húðina. Ongantíð havi eg sæð sovorðin tár. Tað haldi eg í hvussu so er. Varrarnar trútnaðu upp í reytt og pínufult kjøt. Sat beint upp og niður í sjóðheitum gráti. Hon hugdi móti mær. Men líka lítið sum hon sýntist sansa Kristin Kriss, mundi hon sansa meg. Fleyt út á leiðir, har hvørgin okkara náddi henni. Og Kristin stakkalin, sum ikki tordi at rætta henni lummaturrklæði, sat og læt við tí sum ein, ið gevur seg yvir.
Eg dugi so illa at endurgeva klagurnar. Men sigi eg, at tað var sjálv hjartasorgin, sum sat á stampinum og græt, so skilir lesarin kanska, hví eg yvirhøvur fóru undir at skriva hesa bók.

16 ár eru liðin, síðani fuglarnir í trøunum há langommu sungu hendan sjáldsama morgunin upp úr havsbrúnni. Umsíðir vóru Føroyar vaknaðar. Teir bestu menninir í landinum lógu og vardu eystaru bryggju og vestaru bryggju. Og undir koddanum hjá mær lá eitt ljósprent av handritinum hjá Jákupi Ingvardsen.


(s.120-126 í Gummistivlarnir eru tær einstu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum)




(KP)