Friday, April 5, 2013

Jóanes Nielsen 60






"Att min diktning är poesi kann ingen förneka, att det är vers vill jag icke påstå. Jag har försökt bringa vissa motsträviga dikter under en rytm och därvid kommit underfund med att jag besitter ordets och bildens makt endast under full frihet, d.v.s. på rytmens bekostnad. Mina dikter äro at taga som vårdlösa handteckningar. Vad innehållet vidkommer, låter jag min instinkt bygga upp vad mitt intellekt i avvaktande hållning åser. Min självsäkerhet beror på att jag har upptäckt mina dimensioner. Det anstår mig icke att göra mig mindre än jag är..". Tá tann finnlandssvenski modernisturin Edith Södergran skrivaði hesi stórbæru, smædnu og sjálvvissu inngangsorðini til heroiska og visionera savnið "Septemberlyran", sum kom út við krígslok í 1918, vóru mong, ið hildu tey vera ómetaliga arrogant, eins og tey hildu yrkingarnar vera bart út svakligar. Hon doyði bert 31 ára gomul og náddi tessvegna ikki at uppliva hvussu hugburðurin mótvegis yrkingum hennara broyttist frá spottan til, at tær í dag verða mettar sum nakað av tí besta og mest originala innan norðurlendska modernismu. Onkursvegna tóktust inngangsorðini hjá Edith Södergran uppløgd til hesa lítlu føðingardagsheilsanina til eitt skald sum um nakað hevur dyrkað instinktið og frælsið, eisini tað lyriska, sum hevur provokerað og verið fúlur og bondskur, sum sjálvur sigur seg hata allar ismur uttan Leninismu, sum ongantíð hevur hildið sínar yrkingar verið ov fínar til gerandisdagin, til at brúka í stættarstríðnum ella sum salt í døguragrýtunum. – Hann introduseraði fisuna í føroyskan skaldskap verður sagt, – og endaleysar reyvríðingar, kundi verið lagt aftrat. Honum dámar ikki at parfumera og idealisera veruleikan, og fer nógv heldur í holtur við at lýsa ymiskt, sum hann hevur stykni til ella luktar illa. Jú, føroyingar flestir munu kenna proletarskaldið yviri við Strond, Jóanes Nielsen, sum fyllir seksti ár í dag. Fá yrkingarsøvn hava elvt til so stóran og breiðan áhuga millum føroyingar, sum tey hjá Jóanesi Nielsen. Eg kenni ikki nágreiniligu sølutølini, men rokni við, at tey eru óvanliga høg og nakrar virðislønir er tað blivið til eisini. Fólkaræðisliga kunnu Føroyar kanska ikki heilt roknast sum tjóð, men málið eiga vit og helst er Jóanes Nielsen frægasti kandidatur til at vera tjóðarskald føroyinga. Í 1984 og aftur í 2012 fekk hann Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens fyri yrkingarsavnið Pinnabrenni til sosialismuna og fyri skaldsøguna Brahmadellarnir. Í 2001 fekk hann Norðurlendsku dramatikaraheiðurslønina fyri handritið til leikin "Eitur nakað land weekend?". Í 2011 fekk hann Mentanarviðursløn Landsins og so hevur hann verið tilnevndur norðurlendsku bókmentaheiðurslønina fimm ferðir, seinast fyri Brahmadellarnar. At liva sum listafólk í sjálvvaldum einsemi í einum fílabeinstorni hevur neyvan tann stóra áhugan hjá Jóanesi Nielsen, sum við greinum, røðum, sjónleikum og bókmentum tekur aktivt lut í tí samfelagi, sum er hansara. Nakrar av hansara bestu yrkingum eru eins og elasmáar, risastórar skaldsøgur og ævisøgur á tremur í livaðum lívi og glógvandi minnum, sum á visioneran og anakronistiskan hátt verða tvinnað saman við einføldum eygleiðingum og niðurstøðum av tilveruligum slag um deyða og kríggj og kærleika og menniskjansligan veikleika. Í bókmentasøguligum høpi verður hann ofta lýstur sum tann upprunaligi og bonski centrallyriski yrkjarin við teimum lættfatiligu bókunum og tað er sjálvandi alt ov einfalt sett upp. Hansara samanberandi myndamál er sjáldsama originalt og rørandi í setningum, sum eru fullir av menniskjansligari samkenslu og kosmiskum varhuga. Hann spyr og er kritiskur, men hann heldur við menniskjanum og við mannaættini og hann sær okkum soleiðis sum vit eru "Vit líkjast bygningum sum lýsa fagurliga tey stillu kvøldini" skrivar hann í nýggjastu bókini. Í byrjanin á hesari yrkingini "Havsins Lanternur", sum stendur í nýggjasta yrkingarsavninum "Tapet millum øldir" staðfestir eg-persónurin, at hann er hildin uppat at fylgja við hvussu gamal hann er blivin. Hann lítur at sær sjálvur í speglinum og sær, at hann er skarpleittur, at kroppurin á ymiskan hátt er merktur av lívsins stríði og strevi og at tennirnar í støðum eru ov hvítar til at vera hansara egnu. Árini eru eftir øllum at døma ikki so heilt fá í tali. Seksti er framúr góður rithøvundaaldur, tað kundi ein annar tjóðaryrkjari í hvussu so er sanna, sum í 1869 gjørdist seksti ár. Hetta árið gav enski yrkjarin Alfred Tennyson út "The Holy Grail and Other Poems" og eftir hetta komu heili tólv verk út, tað seinasta í 1892, tá var Tennyson hálvfems. Vit ynskja Jóanesi Nielsen hjartaliga til lukku, góðan byrð og góða heilsu til tess at skriva nógvar góðar bøkur aftrat.


"Eri givin at telja árini.
Tá eg raki mær
heilsi eg stillisliga uppá ta skarpleittu vangamyndina í speglinum.
Ein av niðastu ryggjageislunum er skaddur.
Bicepsurin á høgra armi slitnaði úr økslini.
Partar av yvirmunninum eru úr alt ov hvítum tilfari.
Einaferð langtsíðani krupu okkara forfedrar niðan á berligar hellur
paraðust og hampaðu um sínar gjarkløddu bróskplátur.
Tað er fyri so vítt tað sama sum vit endurtaka sunnudagar:
lata okkum í pena hvíta skjúrtu
fáa okkum ein royk og eitt glas á einum vertshúsi tætt við kaiina
har havsins hjarta hoyrist duka.
Vit líkjast bygningum sum lýsa fagurliga tey stillu kvøldini.
Vit eru meinlík kloakkunum sum flyta abortirnar út á tey djúpu vøtn.
Vit lukta av skrivstovum, prentsmiðjum og flakavirkjum
sum miðvíst tæra kropparnar.
Dreymarnir lítillátnir
minna um teir bíligu glasljósastakarnar vit fingu í jólagávu sum børn.
Onkran týsdag steðgar líkbilurin uttanfyri hjá grannanum
fer avstað við einum kólnaðum eintaki av eini djarvari skepnu..."

(Tapet millum øldir síða 15)





(KP)