Wednesday, February 6, 2013

Tíðindaskriv: Havnar Hornorkestur 110 ár

Leygardagin 9. februar kl. 16.00
Havnar Hornorkestur hátíðarheldur 110-ára stovningardagin við konsert.

   

 

110-ára jubileumskonsert hjá Havnar Hornorkestri
Dirigentur er Ove Olsen og frásøgufólk er Heini Davidsen

Sum vant er talan um eina spennandi og væl samansetta skrá. Á konsertini verða frumframførd fýra føroysk upprunaverk eftir Olaaf Ellingsgaard, Andras S. Olsen og Regin Winther Poulsen, allir limir í orkestrinum.

Solistar eru Andras S. Olsen, Euphonium, Johan Hentze, Flugelhorn, og Ernst Remmel, Kornett.

Andras Olsen er føddur í Havn 1978. Hann byrjaði at spæla í Havnar Hornorkestri bert 9 ára gamal. Í 1997 byrjaði Andras á konservatoriinum í Århus. Árini 2000 til 2002 læs Andras á Royal College of Music í London, har hann tók diplomeksamiu. Ein av lærarunum í London var Dennis Wick. Í 2004 tók Andras solisteksamiuna frá Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Lærari var Torbjørn Kroon. Andras hevur eisini royndir sum dirigentur. Í 3 ár dirigeraði hann donsku hornorkestrini Concord Brass og Lyngby Taarbæk. Í fjørð var hann biðin at døma í stórari hornorkesturkapping, sum er í danska býnum Svogerslev.
Andras Olsen hevur, hóast unga aldurin, drúgvar royndir sum tónaskald.

Johan Hentze er av Kambsdali, byrjaði sum 9 ára gamal at spæla trompet í Fuglafjarðar musikkskúla. Hann fór uttanlands at lesa víðari á The Royal Scottish Academy of Music and Drama, har hann fekk sína Bachelor, Post graduate og Masters útbúgving. Johan vann eisini "The British Reserve Prize" fyri arbeiði innan barokk tónleik. Johan arbeiðir nú sum freelance trompetleikari í Glasgow, og Bretlandi sum heild. Hann spælir alt frá klassiskum tonleiki vid Scottish Ballet til sessión tónleik við fólki úr Franz Ferdinand, Belle and Sebastian og Fratellis. Johan er eisini limur í Aldubárini.

Ernst Remmel er 18 ár og hevur spælt trompet á Tórshavnar Musikkskúla, síðan hann var 9 ára gamal. Lærararnir, sum hava undirvíst honum, eru Katrin Jørgensen og Ólavur Olsen. Ernst hevur gingið á musikkmiðnámskúla, og nú er hann í ferð við at fáa sær studentaútbúgving í Hoydølum. Hann er íðin hornspælari, og spælir við í fleiri ymiskum orkestrum, millum annað Havnar Hornorkestri, har hann er prinsipalur. Til konsertina í Norðurlandahúsinum 9. februar, skal hann spæla eina vakra solo, ið kallast Norma - eitt stykkið, sum vísir á musikalitet og góðan teknikk.

Havnar Hornorkestur er stovnað 13. februar 1903. Øll hesi ár hevur orkestrið verið ein stórur partur av tónleika- og mentanarlívinum í Tórshavn. Felagið er í støðugari menning. Nógvir ungir spælarar eru ein partur av hópinum og um gongdin heldur fram, sum hon ger nú, fer orkestrið lættliga at runda tey 200 árini.


Tónlistarliga er orkestrið á høgum støði. Orkestrið megnaði at vinna heiðurin “Besta framførsla” á Musikkstevnuni 2011 í Norðurlandahúsinum. Eisini eru tær tónlistarligu avbjóðingarnar, vit seta okkum, væl hægri, enn tær vóru fyri nøkrum fáum árum síðani.
Fleiri limir í Havnar Hornorkestri eru farin uttanlands at nema sær útbúgving og fáa sær yrkisleið innan horntónleik. Hesir limir eru virdir høgt sum tónleikarar, har teir spæla. Hetta vísir, at Havnar Hornorkestur hevur sín stóra leiklut í, at bestu hornspælarar í Føroyum hava møguleikan at nema sær góðar royndir, áðrenn farið verður víðari.Teir limir, ið hava valt at støðast og fjálga um Havnar Hornorkestur, gera tað av egnum áhuga og vilja. Ongar samsýningar, ella lønir, verða latnar limunum. Nógvir limir hava givið nógv fyri at lyfta felagið upp á tað støðið orkestrið er í dag, bæði tónleikaliga og rakstrarliga.