Sunday, February 24, 2013

Pall: 2013 - Várframsýningin í Listaskálanum



24. mei – 16. juni, 2013

Várframsýningin 2013 verður í ár ikki nøkur vanlig várframsýning, men ístaðin karmur um ein listaligan mini-festival, ið vit kalla ”Pall:”. Pall: - stutt og greitt hvønnfall fyri navnorðið ’pallur’ – verður í ár, 2013, karmur um ymiskt listaligt virksemi hjá listafólkum í ymsum listagreinum.Ætlanin er, at Listaskálin verður karmur um list av øllum slag; tað vil siga ikki bert karmur um málningalist, men bæði høggmyndlist, skaldskapi, dansi, filmi osv. Møguleikarnir eru nógvir. Vit, sum skipa fyri Pall: 2013 vilja royna at gera ta árligu Várframsýningina so fjølbroytta sum gjørligt.

Uttan mun til hvat slag av list, eitt nú málningalist, høggmyndalist, bókmentir, skaldskapur, tónleikur, dansur, video osfrv., sum arbeitt verður við, heita vit við hesum vegna nevndina í Várframsýningini á øll listafólk um at senda verk inn. Liðug sum óliðug hugskot kunnu sendast okkum, men í seinasta lagi 1. mei 2013:
varfram@gmail.com. Boð um luttøku verða send út skjótast gjørligt eftir tað.

Vinaliga:

Jóhan Martin Christiansen, Ludvík á Brekku og Unn Joensen