Tuesday, February 19, 2013

Nú dagurin at enda er



Ómetaliga stuttligt umsíður at byrja at síggja úrslitið av einum gomlum hugskoti. Endiliga eru myndirnar hjá babba útvaldar, innrammaðar, disponeraðar og við at verða hongdar upp í framsýningarhølinum í Steinprenti. Hetta hevur verið ein spennandi tilgongd, eisini í dag, sum hevur verið ein ómetaliga vakur dagur og nú er mjørkin horvin úr Havn og hevur samlað seg sum ein lýsandi kollhúgva ovast á Nólsoynni. Klokkan er fimm, enn er tað ljóst, men himmalin er rósareyður, heldur lítli og hyggur upp í loft. Vesturskinið glógvar ljósareytt í rútunum í eysturbýnum, eg fangi meg í at hugsa, at hetta verður eitt herligt vár og gloymi eina løtu, at vit enn eru í februar. Skjótt kemur blái tímin og dagurin er komin at enda. Ein dag sum hendan er upplagt at vera hjartans takksom - eisini fyri, at hava góð fólk rundanum, sum hjálpa til og sum stuðla, tá hugskot stingast uppá ein. Eri somuleiðis takksom eisini fyri myndirnar, sum Inger sendir úr Washington, ófatiliga smart, at hon fær sent myndir beinleiðis inn á bloggin úr Kennedysentrinum. Tað er síðan mín uppgáva at redigera myndirnar og tað geri eg, tá eg havi tíð til tess eftir arbeiðstíð, hetta skrivi eg eitt sindur umberandi, tí eg síggi, at Bloggoddur finst at myndagóðskuni. Hann finst eisini at mátanum, sum glasfuglarnir hjá Tróndi Patursson eru hongdir upp í Kennedysentrinum og heldur ikki, at listin skal fara uppá kompromis. - Nei, helst ikki, men eftir forhøllini at døma var neyvan nógv annað at gera. Well og í dag hoyrdi eg, at Claus Carstensen kemur ein svipp og at hann ætlar sær í  holtur við eitt prent, sum verður startskotið til eina sera spennandi framsýning við støði í Vendetta, fløguni hjá 200, meira um hetta seinni. Danski listamaðurin sýnir fram fleiri staðni í løtuni, m.a. í Himmerlands Kunstmuseum har partar av framsýningini hava verið at sæð í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani. Nú er blátt uttanfyri og In mente er farið í gongd og tað eri eg forrestin eisini sera takksom fyri.

http://kopenhagen.dk/artguide/single/article/pavilion-of-the-naked/



(KP)