Saturday, February 9, 2013

Hollir rithøvundar eiga at vera uttanflokkafólk...

Hóskvøldið var Seturskjak í Østrøm á Skálatrøð, sum Føroyamálsdeildin skipaði fyri, har rithøvundar og bókmentafrøðingar tóku støðu til áhugaverda spurningin hvørt skaldskapur eigur at hava politiskan boðskap ella ikki: "Økir politiskur boðskapur um dygdina og týdningin í einum bókmentaligum verki? Ella er tað tvørturímóti? Slepst yvirhøvur undan politiskum boðskapi? Allastaðni gera rithøvundar vart við seg politiskt. Í mongum førum er tað við beinleiðis politiskum sjónarmiðum í miðlunum, men nógvir bera eisini politiskan boðskap fram í t.d. skaldsøgum, leikritum ella yrkingum. Søguliga hava ávís bókmentalig tíðarskeið kravt politiskan boðskap í bókmentunum, onnur tíðarskeið hava mett ov týðiligan politiskan boðskap sum tekin um ódygd. Hvussu er sambandið millum politikk og bókmentir? Hava bókmentir eina politiska uppgávu í samfelagnum? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum?"

Bergur Djurhuus Hansen var við í pallborði og hansara upplegg er her:

Í 1936 gav Heðin Brú út sítt fyrsta stuttsøgusavn, “Fjallaskuggin”. Næstaftasta søgan í savninum eitur “Og heystið kom”. Søgan byrjar poetiskt við lýsingum av, hvussu heystið broytir náttúruna og gerandisdagin í føroyskari bygd. Síðani eru lýsingar av fjallgongu, og hvussu smádreingirnar í bygdini hugagóðir hjálpa til og spæla, tá seyðurin kemur í rætt. Men tann eini drongurin undrast á, hví pápin ikki er við, og hví ongin ber lomb inn á gólvið hjá teimum. Hann fer heim og spyr foreldrini og fær at vita: “vit eiga ongan seyð”. Seinastu setningarnir í søguni eru ein lýsing av bóndanum, sum hyggur at kjøtinum í hjallinum og sigur: “Nú síggja vit rættiliga, at tað er vorðið heyst”. Um smádreingin stendur: “Men lítlin fór í bóndans garð at vænta sær bløðrur at blása”.

Í brævi til William Heinesen sama ár, 7. nov. 1936, skrivar Chr. Matras m.a.: “Les stykkið “Tá ið heystið kemur” (ella hvussu tað eitur) – eg verði spedalskur um kroppin av slíkum stílloysi. Nei, maður sum sær mismunin í samfelagnum, hann skrivar av bløðandi hjarta og í gløðandi illsinni...Men at nýta sociala samkenslu (perspektivleysa) sum krem ella hvat tramin tað er, nei eg klíggi... Fá hann aftur á leið...Eg skal siga tær, at tá ið hann fekk hug at verða samfelagsreformator, tá doyði H.B...”. Og hann skrivar eisini: “Nú vænti eg ikki, hann verður fólk aftur”. William Heinesen svarar 9. des. 1936: “Eg haldi tú er ov svartur í tínum dómi um Heðin Brú”, og hann vísir á dygdir í tí, sum Heðin Brú hevur skrivað, tað mesta er sambært Williami Heinesen “fínur og ektaður kunstur”, men hann gevur Chr. Matras rætt í, at Heðin Brú í støðum er ov sentimentalur. 

Heðin Brú fyllir nógv í brævaskiftinum millum Chr. Matras og William Heinesen í 1930’unum, tí báðir síggja stór evni í honum, men hann er ikki heilt eftir teirra høvdi, og serliga Chr. Matras hevur trupulleikar av tí. William Heinesen skrivar til Chr. Matras 21. mai 1938, eftir at Chr. Matras hevur havt fyrilestur um føroyskar bókmentir í norskum útvarpi: “ad anden vej ved jeg at du er baade misfornøjet og saaret over, at Heðin Brú er “gået over til” socialismen.” (s. 182). Ikki øll brøvini frá Chr. Matras hesi árini eru prentaði, men 2. juli sama ár, t.v.s. 1938, skrivar William Heinesen aftur til Chr. Matras: “M.h.t. Heðin Brú vil jeg give dig ret i, at han gjorde dumt i pludselig at lade sig indrullere i det socialdemokratiske parti. Han vilde kunne udrette mere... hvis han var løsgænger. Gode skribenter bør altid være løsgængere”.

Tað, sum vit síggja í brævaskiftinum, er øðrumegin ein eksplisittan, týðiligan, estetiskan dóm: Heðin Brú gerst við hvørt ov kensluborin, ov sentimentalur, í síni skriving. Hinumegin síggja vit ein implisittan, meiri fjaldan, etiskan dóm: Heðin Brú er ov politiskur. William Heinesen, sum ferð eftir ferð verjir Heðin Brú í samskiftinum við Chr. Matras, staðfestir til endans, at “gode skribenter bør altid være løsgængere”, t.v.s. politiskt óheftir. Fyri William Heinesen tykist markið sostatt ganga við limaskap í politiskum flokki ella felag, men fyri Chr. Matras skal minni til enn so, ein rithøvundur skal ikki vilja vera “samfelagsreformator”, t.v.s. skal ikki vilja broyta samfelagið við tí, hann skrivar – í hvussu er ikki á “sentimentalan” hátt.
Kann ein rithøvundur tæna politiskum flokki?

Í mongum førum er tað so, at vit skíra bókmentir politiskar, tá vit ikki eru samd í boðskapinum, tær bera fram, og kanska er tað fyrst og fremst hetta, sum ger, at Chr. Matras so harðliga finst at lítlu søguni “Og heystið kom”. William Heinesen prikar til tað í sínum brøvum til hansara. Men sjálvur nevnir Chr. Matras “stílloysi” sum orsøk, og tað er vert at steðga á við ta eygleiðingina.

Tí vandin við politikki í bókmentum er, at bókmentirnar kunnu missa tað, sum ger tær til bókmentir. Tær fara at minna um politiskt kjak og/ella kensluborna agitatión og verða ov einfaldar. Heldur enn at lata okkum síggja okkum sjálvi og heimin á nýggjan hátt, so endurtaka tær sjónarmið og støður, sum vit longu kenna frammanundan og – um illa vil til – í einum málsligum stíli, sum vit longu brúka í politiskum kjaki og – kanska serliga ein vandi í okkara tíð – kenna úr fjølmiðlunum. Tað politiska kann eisini vísa seg sum ov einfaldur boðskapur, ið verður klíndur upp í eina søga, t.d. í endanum, og tað er hetta, Chr. Matras heldur seg síggja í søguni hjá Heðini Brú, og sum hann sipar til sum “stílloysi”. William Heinesen heldur seg tó síggja, at orsøkin til harða dómin hjá Chr. Matras eisini er politisk, t.v.s. at grundgevingarnar um vantandi bókmentaliga dygd hava sín uppruna í – ikki bara, men eisini – politiskum forargilsi.

Teir tykjast tó samdir um, at Heðin Brú í støðum er ov kensluborin, og at hann ikki skuldi havt meldað seg inn í Javnaðarflokkin. Kanska tí hann við limaskapinum noyddist í ein búna, ein uniform, sum so ella so kundi ávirka hansara skriving. Vit siga ofta, at avgerandi fyri ein rithøvund, sum er limur í politiskum flokki, er at seta eitt greitt mark millum loyalitetin móti flokkinum og loyalitetin móti bókmentunum, millum politikarin ella flokslimin øðrumegin og rithøvundin hinumegin, men hvussu? Er tað gjørligt? Politiskt samskifti er altíð eintáttað, tað hevur eina heilt greiða funktión og eitt greitt endamál, tað hava bókmentir ikki. Vit krevja av politikarum, at teir skulu hava svar, rithøvundar hinvegin skulu duga væl at seta spurningar og fáa okkum at ivast. Vit kunnu siga, at rithøvundar við orðum skulu flyta okkum mentalt út í støð, sum vit ikki vistu vóru til.

Svenska Kerstin Ekman hevur víst á, at tá lesarar – og ummælarar – í dag krevja bókmentir, sum snúgva seg um politikk og samtíð, so er við kravinum longu gjørt av, hvat politikkur í samtíðini er: tað er alt tað, sum finst í politiska kjakinum og sum fjølmiðlarnir frammanundan eru fullir av, t.v.s. tað politiska og tað samtíðarliga er longu avmarkað til nøkur heilt ávís evni og ávísar spurningar. Og tað er hetta, fleiri krimihøvundar í Norðurlondum duga so væl, at leggja alt tað, sum vit frammanundan kenna úr fjølmiðlunum, inn í eina søgu og síðani siga okkum, hvat er rætt, og hvat er skeivt, hvør er góður, og hvør er óndur. Svenski krimihøvundurin Henning Mankell, sum er kendur aktivistur á politiska vinstraveinginum, hevur verið fyri atfinningum frá øðrum rithøvundum í Svøríki, tí hann í sambandi við sínar útgávur ofta orðar seg sum politikari og t.d. sigur, at hann hevur skrivað eina bók um “rasismu og fremmandahatur”. Tað er ikki rætt at orða seg so, siga tey, sum finnast at honum, tí hann hevur fyrst og fremst skrivað eina krimi, og bókin skal metast eftir tí – hitt kemur í aðru røð.

Men tvístøðan hjá rithøvundum er reel, tí tað ber ikki til at vera hugsandi menniskja og ikki hava eina støðu til politiskar spurningar, ella sum George Orwell sigur í einum essay í 1948, tað er torført at vera umborð í einari søkkandi skútu og ikki skriva um søkkandi skútur. Støðan í Suðurafrika undir Apartheid-skipanini fyri uml. 25-30 árum síðan er eitt gott dømi um tað. Orhan Pamuk í Turkalandi í dag er eitt annað dømi, men hann roynir at skilja í millum politiska skriving og aðra skriving – so frægt sum tað ber til.

Stutta stuttsøgan hjá Heðini Brú “Og heystið kom” er um stættamun í føroyskum bygdasamfelagið, skrivað í 1930’unum, tá neyðin var stór mangastaðni í Føroyum, men Chr. Matras heldur í brævinum til William Heinesen, at Heðin Brú ov týðiliga ger seg til “samfelagsreformator” og tískil oyðileggur søguna, tekur bókmentaligu dygdina úr søguni. Eg eri ikki samdur við Chr. Matras í, at tað bara er “krem” og “perspektivleyst”, tí søgustubbin hongur væl saman og er meira enn bara politiskur boðskapur, men tað er prinsipielt rætt, at politikkur í bókmentum ofta elvir til “stílloysi”, tí boðskapurin fær so stóran týdning. Í slíkum førum megna bókmentirnar ikki at víðka um tað, sum vit øll vanliga siga og hugsa í gerandisdegnum. Bókmentir skulu helst snúgva seg um – og tær snúgva seg pr. definitión ofta um – sovorðið, sum vit als ikki hugsa um, at vit ikki vita, men sum vit so allíkavæl kenna aftur, tá vit lesa um tað. At hetta óbeinleiðis kann hava ella fáa politiskan týdning er nakað heilt annað, men ein rithøvundur má fyrst og fremst vera rithøvundur ella sum William Heinesen tekur til: “en løsgænger” – eitt sindur óútrokniligur.