Monday, February 25, 2013

Føroysk listaumboð í útlondum



Føroysk listafólk fremja alla tíðina eitt megnaravrik sum umboð fyri okkara land. Í Washington hugtekur listin hjá m.a. Tróndi Patursson og í skrivandi stund er Eivør Pálsdóttir á veg til Washington at framføra á Nordic Cool festivalinum. 

Sunleif Rasmussen er eisini á listaferð í USA. Hann tekur í løtuni lut í høgt virda festivalinum fyri samtíðartónleik "Other Minds", sum hevur boðið honum at luttaka. Festivalurin bjóðar listafólkum, sum hava okkurt nýtt og øðrvísi at bjóða sum t.d. eksperimenterandi listakvinnan Dohee Lee og sum Sunleif Rasmussen eisini hevur. Festivalurin byrjaði 23. feb. og varir til 3 mars. Fyrsti partur er uttan fyri San Francisco og seinni partur inni í býnum. Framførslurnar á festivalinum hava verið positivt ummældar í The New Yorker og Los Angeles Times, so hetta er ein væl etableraður festivalur, sum í ár hevur 20 ár á baki. Aftaná "Other Minds" fer Sunleif Rasmussen til London, har BBC Symphony Orchestra skal framføra hansara verk "Prelude for Brass" í Barbican Center t. 9. mars. 


Eg seti nakrar leinkjur inn her um framførslurnar umframt eina leinkju til eina áhugaverda framførslu hjá Dohee Lee.



http://www.bbc.co.uk/orchestras/events/948?date=200901

http://www.sfgate.com/thingstodo/article/Bay-Area-arts-news-Feb-14-4276198.php#photo-4178466

http://www.sfcv.org/article/exploring-depths-in-other-minds







(KP)