Sunday, February 3, 2013

Listafólkaboykottið má fáa ein enda


Nú nevndin í Mentanargrunninum er farin í holtur við at viðgera umsóknir og at býta út stuðul, nærkast løtan, tá vit fáa sjón fyri søgn um, at listastuðulin er minkaður ein fimtapart. Og enn stendur listafólkaboykottið við, sum Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen byrjaðu sum mótmæli móti skerjingunum. Fólk spyrja meg javnan um boykottið og hvussu tað verður við tí og eg sigi, at eg ikki standi á listanum. Eg eri jú ikki listafólk, men sjálvt um eg var, ivist eg í grundini um eg hevði viljað tikið lut í einum boykotti, sum ongan enda hevur.

Hetta skal sjálvandi ikki á nakran hátt skiljast sum um, at eg ikki taki undir við hesum mótmælinum hjá okkara listafólkum móti einum sera ógvusligum niðurskurði, sum rakar tey og sum eg ikki ivist í fær álvarsligar fylgjur fyri okkum onnur. Hetta er ikki tað slagið av fylgjum, sum vit síggja beinanvegin og sum merkjast beinanvegin, men fylgjurnar fara at merkjast í framtíðini. Vit gera okkum kanska ikki far um hvussu nógv vit fáa burtur úr listini bæði gjøgnum egnar upplivingar og í sambandi við uppaling og dannilsi av okkara børnum ella hvussu nógva reklamu, listafólkini geva okkum, tá tey ferðast kring heimin og framføra ella hava framsýningar her og har. Fólk hoyra og síggja og gerast  hugtikin av verkum hjá Tróndi Patursson, Sunleif Rasmussen, Eivør Pálsdóttir, Teiti Lassen osfr. og gerast áhugað í hvaðani hesi fólkini koma. Ein grein um føroyska list í útlendskum bløðum genererar ómetaliga stóran áhuga, sum sæst aftur í bíleggingum av ferðum til Føroya.

Jú sanniliga skilji eg, at listafólkini mótmæla, at Mentanargrunnurin í einum er skerdur við einum fimtaparti og at tónleikastuðulin er skerdur við einum triðingi. Tað hevur ikki skortað uppá kritikk av avgerð mentamálaráðharrans, umframt listafólk sum Sunleif Rasmussen hava fleiri onnur verið frammi í fjølmiðlunum og sýnt teirra ónøgd, eg seti leinkjur inn til ymisk innlegg, sum hava verið um málið á Listablogginum.

Út yvir tað ikki serliga neyva svarið, at vit øll skulu spara, hava vit ikki fingið nakrar serligar próvgrundir fyri avgerðina. Í kjaki millum Bjørn Kalsø og undirritaðu í Degi og Viku 2.oktober í fjør legði mentamálaráðharrin upp til, at hansara avgerð um at skarva tjúgu prosent av játtanini til Mentanargrunn Landsins onkursvegna er relaterað til ymiskar listafatanir, at vit mugu velja millum siðarv og samtíð, millum ta fólksligu og ta meira eliteru listfatanina og at hansara uppskot leggur meira dent á tað fólksliga. Men hetta hevur jú als einki við málið at gera. Upphæddin uppá 250.000 krónur til kvæði verður tikin frá tónleiki og sangi, tann játtanin er minkað frá 800 túsund til 115 túsund krónur. Hesar umraðfestingarnar er bara ein jánkaslig roynd at káva útyvir veruligu gøluna, við at fáa fólk at kjakast um ymsar mentanarfatanir heldur enn um ta drastisku sparingina, sum í serligan mun er gingin út yvir listastuðulin. Somuleiðis er tað fullkomiliga skeivt, tá mentamálaráðharrin rør framundir, at skúli og útbúgving fáa gagn burtur úr teimum tjúgu prosentunum, ið eru spard burtur av játtanini hjá mentanargrunninum. Hetta passar heilt einfalt ikki og tað er harumframt átaluvert, at mentamálaráðharrin ikki yvirheldur armslongdarregluna. Fólk eru heldur ikki so naiv, at tey ikki duga at síggja hetta, men tað kann alt gera tað sama, tí avgerðin hjá mentamálaráðharranum stendur við og hann følir eftir øllum at døma onga trongd til at koma við fleiri frágreiðingum. Norðurlendska listasambandið sendi í desember opið bræv til Bjørn Kalsø og til løgmann Kaj Leo Holm Johannesen, har tey ógvast  um skerjingina og skriva m.a.: "For det nordiske samarbejde er det ikke befordrende, at den færøske kunstfond (Mentunargrunurin) med ét slag bliver beskåret med 1/5 og støtte til musik beskæres med 1/3, da støtte fra de nordiske fonde i de fleste tilfælde er betinget af lokal støtte. Hvis den færøske kulturstøtte beskæres, vil det automatisk medføre mindre muligheder for færøske kunst- og kulturarbejdere at indgå i det nordiske og internationale samarbejde. Det er med en blanding af både forståelse, beundring og forstemmelse, at vi erfarer, at en lang række af Færøernes mest markante og internationalt anerkendte kunstnere har valgt at nægte at stille op til nationale repræsentative arrangementer sammen med Færøernes politikere. Færøernes kunstnere har bidraget rigt til både det nordiske og internationale kultursamfund, og de har altid været stolte over at optræde som ambassadører for den færøske nation. Vi opfatter de færøske kunstneres beslutning som et udtryk for desperation og et nødråb til de færøske politikere, om at respektere kunsten og kulturens betydning for for det færøske samfund og dets befolknings selvforståelse. At iværksætte besparelser på kulturområdet, der går langt ud over de gennemsnitlige nedskæringer, der i øvrigt findes nødvendige for at imødegå den internationale økonomiske krise, sender et signal til omverdenen om, at de færøske myndigheder ikke selv værdsætter sin kunst og kultur. Færøerne har en lille geografisk udstrækning og en mindre befolkning. Derfor er de markedsmæssige muligheder for de færøske kunstnere begrænsede, og af den grund er politisk og økonomisk opbakning helt afgørende for at færøsk kunst og kultur stadig kan være til stede i verden. De nordiske kunstnerråd appellerer til de færøske myndigheder om at genoverveje sin beslutning…".

Heldur ikki hetta brævið hevur úrslitað í nøkrum líkinda seriøsum svari frá mentamálaráðharranum ella frá løgmanni. Maktin talar við arrogantari tøgn, sum als ikki sømir einum demokratiskum samfelag. Tað eru nú 3 mánaðir síðani Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen mæltu øllum føroyskum listafólkum at boykotta landsstýrismannin í mentamálum. Motivatiónin er eyðsæð hjá øllum at síggja. Nakað av møsni hevur verið serliga í viðmerkingum á netinum um mentanarvirðislønirnar, at listafólkini heldur skuldu havt noktað at tikið í móti virðislønunum og sami hugburður fer helst at vísa seg aftur, tá mentanarstuðulin verður almannakunngjørdur. Eg veit ikki hvørjari verð hesir viðmerkjarar liva í, men teirra hugburður skjalprógvar ein totalan mangul uppá innlit og fatan av teimum umstøðum, sum yrkislistafólk virka undir og sum t.d. ikki ber við sær nakra av teimum veitingum, sum vit onnur í føstum starvi taka sum eina sjálvfylgju, til dømis pensión, eftirløn, frítíðarløn osfr. Eg rokni heldur ikki við, at ein tann einasti av viðmerkjarunum hevði verið til reiðar til at noktar at taka í móti teirra egnu løn av prinsipiellum orsøkum.

Listafólkaboykottið er væl grundað, men hevur frá byrjan liðið undir at vera heldur óneyvt definerað - eisini hvat viðvíkur tíð. Eftir øllum at døma hevur listafólkaboykottið ikki havt nakra ávirkan ella árin í mun til maktina, tað síggja vit nú nýggja fíggjarlógin verður effektuerað sum var einki hent, eisini í mentanargrunninum, har tey  hava ein fimtapart minni av krónum at gera gott við. Men listafólkini hava gjørt við teirra ónøgd og eg haldi ikki, at nakar ikki er greiður yvir, at tey eru ónøgd. 

Sum nú er rakar boykottið bara listafólkini og tað rakar tey á ójavnan hátt eftir sum, at summi listafólk starvast sum lærarar ella hava annað aftrat teirra listarliga arbeiði. Tá hugsað verður um alt hetta, umframt ta sannroynd, at eingin boykottskassi finst og at listafólkini ikki fáa nakra kompensatión fyri mista inntøku, haldi eg tað ikki vera forsvarligt at halda áfram við boykottinum í ævigar tíðir.  

Her eru leinkjur til ymist um boykottið







(KP)