Tuesday, January 15, 2013

Komið øll við!

Eg havi í dag havt til dagdvølju at lesa ymiskt á netinum í staðin fyri at gera nakað skilagott sum til dømis at skriva ein ordiligan blogg. Eg sat leingi við listasektiónini hjá Huffington Post sum millum annað er sett saman av eini rúgvu av tilvísingum til bloggar og tað er eitt fínt hugskot, kundi eisini verið tað her á landi, har tað mesta av mentanartilfarinum er at finna á ymiskum bloggum. Umframt at lesa eina rúgvu av góðum greinum um list, var so nógv annað, sum kundi verið óføra góð hugskot heima hjá okkum, m.a. ein grein um týdningin av stórum listarligum samstarvi og um alstóra árinið, sum tílíkt samstarv kann hava. Har var ein bloggur um, hvussu inspirerandi list og mentan kunnu vera fyri smádreingir, teir, sum kanska ikki halda, at fótbóltur er Gud og har var ein annar bloggur um, hvussu gomul menniskju hava serliga væl menta skapanarkraft, sum tey megna at sameina við teirra vísdóm. Ein bloggur var um feministiska megi í list, og har var enntá ein bloggur um týdningin, sum øl hevur fyri poesi. Altso eitt sindur av hvørjum. Listin gevur meining fyri flokkin, fyri børn og gomul, fyri feministar og øldrekkarar, tað er bara at fara í gongd við eina rúgvu av verkætlanum, sum kunnu vísa okkara politikarum, hvussu lívsneyðug listin er. Tað er líka við at mann blívur í góðum lag av at uppafturfríska hesa vitan, og í dag fari eg til Klaksvíkar, har úrmælingalistin verður heiðrað. Komið við til Klaksvíkar børn og gomul fólk, feministar og øldrekkarar (eisini tey, sum drekka Okkara), so kunnu vit práta og fara til verka.