Tuesday, July 31, 2012

Filmsinstallatión í Norðurlandahúsinum

Sýningartíðin er longd, og installasjónin verður víst til og við leygardagin 4. august., hvønn dag kl 10-17.

  • www.nlh.fo
    Mikudagin 25. juli kl. 10.00 Lejlighedsminder - ein filminstallasjón eftir Hildigunn Eyðfinnsdóttir og Katrina Ottarsdóttir. Ein kvinna • Ein íbúð • Fimm rúm • Fimm minnir Filminstallasjónin verður víst í Høllini.

Endurtøkur framløgd í Mimir


Hyggið framvið Mimir, mikukvøldið, 1. august, kl. 20, har vit fara at fagna útgávuni av nýggja yrkingasavninum hjá Sissal Kampmann, Endurtøkur.

Sissal debuteraði í fjør við stórliga fagnaða yrkingasavninum, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini á forlagnum Eksil, og staðfesti seg hervið sum ein nýggj sterk rødd innan føroyskan skaldskap.

Mikukvøldið verður – umframt høvið at heilsa uppá Sissal og at keypa bókina - eisini høvi at hoyra upplestur og tónleikaframførslur.
http://listinblog.blogspot.com/2012/07/keyp-froyskt-keyp-endurtkur.html

Slóðbrótandi fyrilestrar um føroysk LGBT viðurskifti í Østrøm





Týskvøldið 31. juli kl. 19.00 verður Østrøm karmur um serligt kunnandi kvøld um føroysk LGBT viðurskifti. Tríggjar kvinnur fara at tosa um trý áhugaverd evni, ið ongantíð áður hava verið viðgjørd alment í Føroyum. Talan er sostatt um tríggjar slóðbrótandi fyrilestrar. 

Turid Sigurdardóttir, professari í bókmentum, fer fyrst at tosa um samkynd og samkyndleika í føroyskari bókmentasøgu. Hon kallar sín fyrilestur: “Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar - Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum”. Hon fer m.a. at leggja dent á Ánaniasartátt, sum er skrivaður í 18. øld og tann søguliga samanhangin tátturin er skrivaður í.

Kinna Poulsen fer síðani at halda ein fyrilestur, sum hon nevnir: “Ó-søgur av hinum slagnum - Um samkyndleika í føroyskari myndlist”. Hetta er ein viðgerð av myndlistini hjá føroyskum samkyndum og av samkyndleika annars í føroyskari list.

Amerikanski doktarin í mannfrøði, Dr. Mariah Schug, fer at enda at siga frá síni gransking av virðisgrundarlagnum hjá føroyingum. Fyrilesturin verður á enskum og ber heitið: “Nordic Perspectives - Attitudes About and Impacts of Gay Marriage in Nordic Societies”.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin í Østrøm. LGBT Føroyar skipar fyri tiltakinum.

Monday, July 30, 2012

Triðja dagin eftir...





Hetta er av sonnum dagen derpå sum tað eitur á góðum gomlum føroyskum, og kanska eri eg ikki beinleiðis vaknað av, at maðkarnir tosa um hvussu eg smakki, eins og egið í yrkingini hjá Tóroddi Poulsen, men tað er derhenad. Men Ólavsøkufestivalurin 2012 var akkurát so stuttligur, sum hann eigur at vera við sangi, snapsi, skerpikjøti og sild og seyðarhøvdasúltu og fittum snýðum. Kenslan av, at søkan verður styttri fyri hvørt ár hongur møguliga saman við kensluni av, at lívið styttist samsvarandi, aja, summi síggja eitt hálvfult snapsaglas, meðan tað fyri øðrum tykist tómligt og tað varð sanniliga tømt ofta í gjár. Ja, blíðskapurin var øgiligur... ella í gjár var hann góður og í dag følist hann øgiligur og tað er neyvan seyðarhøvdasúltan hjá Erlu og John, ið er tilelvingin. Eg føli meg snøgt sagt sum ein hálvvánaligan robott av gomlum eystureuropeiskum slag, sirka sum Arnold Schwarzenegger í Terminator í teirri løtu, tá hansara telduheili er við at lukka niður, sum tað so fínt eitur á nýføroyskum og ímeðan roynir mín heili at orientera seg og tað er altso ikki lætt, tá sambandsløgmaður stendur og sigur seg vilja einar sjálvstøðugar Føroyar. Halló, hevur hann gloymt hvørjum flokki hann er í? Men um løgmaður ætlar at skifta flokk, so fyri mær gjarna og ongantíð betur. Á fjasibókini gongur kjakið so lystiliga um ólavsøkuprædikuna, ið summi siga var homofobisk og heldur ikki har fái eg verið við, tí eg hoyrdi ikki ólavsøkuprædikuna. Men eg kenni eina fitta sangarindu, sum eisini er prestur í Fuglafirði og sum á facebook skrivaði: "Denne weekend byder på ikke mindre end to skrúðgongur. Denne første i morgen, arrangeret af LGBT Føroyar - fordi kærlighed mellem mennesker aldrig bør kunne diskrimineres. Den anden på søndag, ólavsøkudag, fordi jeg nærer en dyb taknemmelighed til Vorherre, kærlighedens og livets kilde - og fordi demokratiet er værd at holde fest for. Altsammen er det nødvendigt, når vi skal skabe et Færøerne, som vi kan være stolte af at være en del af, og som vi kan være bekendt at give videre til kommende generationer. Góða ólavsøku!" og tað kann mann í hvussu so er finna seg í. Tað hjálpir uppá alt, eisini høvuðpínu at lesa hvat skilafólk skriva og tí er tað gott, at bæði Bloggoddur og Hitt Føroyska Skjaldraveldi eru farnir í blekkhúsið ella í teldutastaturið um Ólavsøkuna. Nú í tíðini kann tað mesta ornast, meðan mann situr á reyvini. Her framman fyri telduni er gott at sita og verða vit svong, ringja vit bara til okkurt pizzahalloy, so kemur ein taxabilur flux (so leingi tað varir, men enn hevur ongin fingið eyga á tað djúpt ómoralska í at liggja og koyra pizza´ir heim til feit fólk, sjálvt um tær eru skítfarligar, fullar sum tær eru av feitti). Nåh men tað, sum eg skuldi siga var, at í dag kann alt ornast við at ringja og bíleggja, bara mann hevur pengar. Eg haldi, at tað skuldi verið sett á stovn ein kunningartænasta, sum eg kundi ringt til ein dag sum í dag og sum koyrdi runt við oreintering til tey, sum hava mist orienteringina, kanska eisini prestar kundu ringt til eina tílíka kunningartænastu, tí hon skuldi verið fyri øll, sjálvandi eins og Ólavsøkan er fyri øll. Meðan vit bíða eftir Kunningartænastuni hava vit um ikki annað Listabloggin at veita kunnandi sørvis, hyggið bara og lurtið her.



Sunday, July 29, 2012

Ólavsøkurøðan


 
Tað er langt síðani, eg skrivaði nakað um mentanarpolitikk. Tað eru fleiri orsøkir til tess, kanska haldi eg, at hundrað innlegg um mentanarpolitikk eru nóg mikið, kanska er tað tí eg haldi, at tað eru meira umráðandi politisk evni at viðgera fyri tíðina, sum onnur enn eg hava betri skil fyri og kanska eitt sindur tí eg haldi, at torføra støðan, sum listin er í, ikki bert er eitt politiskur trupulleiki, men eisini hongur saman við øllum møguligum trupulleikum í listaumhvørvinum.

Men mest av øllum er tað tí vit júst hava upplivað okkurt, sum sigur okkum nakað um menniskjaliga sømiligheit, sum vit mugu dvølja við, áðrenn vit halda fram við teimum dagligu bardøgunum. Fríggjadagin møttu 5000 fólk til Faroe Pride fyri at fagna ymiskleika, kærleika og ordiligheit, og tað er nakað av tí mest rørandi, eg nakrantíð havi upplivað. 5000 fólk fortaldu hvat fyri samfelag, vit fegin vilja liva í og 5000 fólk skapaðu vón og trúgv uppá framtíðina. Tað var ómøguligt ikki at blíva djúpt rørd inn á sálina av fjálga lagnum, sum var til Faroe Pride og eg nokti at trúgva, at nakar politikari kann innleiða eitt nýtt tingár uttan at hava hesa fantastisku uppliving við sær í einari og hvørjari avgerð, sum skal takast.

So hesa ólavsøkuna skulu politikararnir fáa frið fyri mær. Eg fari at lata vera við at viðmerkja obligatoriska mentanarliga brotið í løgmansins ólavsøkurøðu, sum kann lesast her, og sum eg bara gangi út frá er skrivað áðren Pridina. Eg haldi ikki nakrar orsøkir vera til tað í ár. Tað skal nokk ganga tað heila, tí sømiligheitin er á rætta plássi.

"Harra formaður
Ríkt mentanarlív, góð útbúgvingarskipan og góðar granskingarumstøður eru eyðkenni fyri eitt samfelag
í menning.
Nógvir møguleikar eru at granska í Føroyum. Vit hava gransking á høgum altjóða stigi, og granskarar eru
við í nógvum altjóða verkætlanum.
Luttøkan í ES-granskingarsamstarvinum hevur roynst sera væl. Samstarvið endar í 2013, tá ið nýggja
samstarvið Horizon 2020 væntandi eisini kemur at standa okkum í boði. Sum liður í menningini av
føroyskari gransking er tað framhaldandi okkara ætlan at luttaka í ES-granskingarsamstarvinum.
Eitt granskarasetur gerst veruleiki um stutta tíð. Endamálið er at savna tøknikrevjandi gransking og
stimbra samstarv millum vinnuna og almennar granskingarstovnar. Við hesum fáa vit eitt umhvørvi, ið
kann gerast gróðrarbotnur fyri nýggjar vinnur og arbeiðspláss.
Hóast krepputíðir er útbúgvingarøkið raðfest við munandi hægri játtanum seinnu árini. Síðani 2008 er
talið á næmingum, ið taka eina miðnáms- ella hægri útbúgving í Føroyum økt úr umleið 2.300 upp í
umleið 3.000. Á íløgusíðuni eru stórar ábøtur fyri framman. Marknagilsdepilin verður væntandi liðugur
í 2016, og Løgtingið hevur eisini játtað pening til at útbyggja aðrar miðnámsskúlar.
Tað er gott og gagnligt, at ung leita út í heim at ogna sær lærdóm og royndir. Men at ein so stórur partur
av okkara ungdómi leitar burtur, kann eisini vera ein vandi. Tí ein stórur partur kemur ikki heimaftur.
Fróðskaparsetrið hevur ment seg nógv seinnu árini. Men neyðugt verður við betri lestrarmøguleikum og
einum stimbrandi lestrarumhvørvi, fyri at fleiri lesandi kunnu og vilja taka sína útbúgving her. Vit kanna
tí møguleikarnar fyri at bjóða fleiri útbúgvingar á Setrinum, og vit fara at raðfesta útbúgvingarøkið enn
hægri.
Frá august 2013 verða støðisútbúgvingin innan tøkni og lærlingaútbúgvingarnar samansjóðaðar. Skúlaskeiðini
verða løgd í fastar karmar, og lærarakreftirnar verða samskipaðar og gagnnýttar betur.
Fólkaskúlin er grundarsteinurin undir okkara útbúgvingarskipan.
Seinnu árini er stórur dentur lagdur á at menna lesi- og skriviundirvísingina. Telduforrit er ment til sjónog
lesiveik. Allir lærarar skulu á skeið í fakligari lesing og kunningartøkni. Arbeitt verður við at skipa
bygnaðin soleiðis, at tað gerst møguligt at gagnnýta játtanina betur.
Vit fara at styrkja møguleikarnar hjá teimum við serligum avbjóðingum. Arbeitt verður við at víðka miðnámsskúlatilboðini.
Tað ber til at skipa enn fleiri tilboð, so foreldur ikki kenna seg noydd at leita uttanlands
at finna børnum sínum skúla- og heildartilboð.
Stuðul til mentan, list og ítrótt er við til at tryggja eitt ríkt og fjølbroytt mentanarlív.
Eitt stórt framstig fyri okkara mál og mentan er, at allar føroyskar orðabøkur eru tøkar á netinum hjá
skúlunum.
Á savnsøkinum verður nógv gjørt fyri at verja okkara mentanararv. Millum annað verður arbeitt við at
tryggja, at føroyski báturin og gomul træskip verða varðveitt."


Saturday, July 28, 2012

Marius og Ilona - fernisering

Í gjár 27.juli læt framsýning upp hjá Mariusi Olsen og Ilona Raipala í Steinprenti. Upplatingin var samstundis sum nokkso nógv annað gekk fyri seg, men tað var helst Prideskrúðgongan og tiltakið aftaná, sum var sterkasti kappingarneyti hjá øllum øðrum. Vit vóru fleiri, sum komu á framsýning aftaná Pride og góða lagið haðani helt á í vøkru framsýningini. Jan tók nakrar myndir, sum vit seta inn her



Tvær fittar ungur listakvinnur


Listabrøður


Landslagsmynd hjá Mariusi


Ilona


Ferniseringsgestir

Ovursjón hjá Mariusi

Sjálvsmynd hjá Ilonu

Listamaðurin prátar við gestirnar
Lítið men gott


Hesin hevur hjálpt at heingja framsýningina upp

Fríða stákast

Myndir: Jan Andersson



Ólavur Hátún fekk ólavsøkublómutyssið



Eitt blómutyssið í sær sjálvum er kanska ikki serliga stórt, men ediligu blómurnar í ólavsøkublómutyssinum frá Kringvarpinum ber við sær miklan heiður og endiliga var tað ein mentanarpersónur, ein ómissandi musikkpersónur, sum fekk hendan heiður. Ólavur Hátún hevur í nógv ár stjórnað Havnarkórinum og á Ólavsøku hevur hann staðið fyri sanginum í kirkjuni, undir tinghúsinum og midnáttarsanginum. Í ár stjórnar hann Havnarkórinum, sum fer at syngja undir ólavsøkugudstænastuni og harumframt ornar hann fyri úti á Tinganesi, tá kórfólk fara at hugna sær aftaná sangin undir tinghúsinum. Vit ynskja Ólavi Hátún hjartaliga til lukku við heiðrinum. 























Friday, July 27, 2012

Hvat er natúrligt? Røða og ferniseringsmyndir



Kinna Poulsen

Tað er mær ein serliga stórur heiður at sleppa at vera við til at lata hesa framsýningina upp og eg vil fegin takka fyri álitið.

Filosoffar og psykologar hava í nógv ár kjakast um viðurskiftini millum málið og veruleikan, hvørt til dømis okkara tali- og skriftmál eru avleiðing og dokumentatión av veruleikanum ella um málið, sum t.d. Michel Foucault vildi vera við, skapar veruleikan.

Eg havi hugsað nógv um hetta meðan eg havi fyrireikað ein fyrilestur um samkyndleika og føroyska myndlist, sum verður hildin her í Østrøms fabrikk 31.juli. Tí tann samkynda listasøgan er ikki til. Ella sjálvandi er hon til, tí vit kenna øll bæði livandi og deyð, fantastisk, samkynd listafólk, men í okkara annars so siðsøguligu og ævisøguliga listabókum er ikki eitt orð at lesa um at listafólkini eru samkynd. Vit føroyingar eru annars so ómetaliga áhugaðir, tá tað kemur til "slag". Hvørjum slagið mann er av. Hetta slagið og hitt slagið, men tað eru vit eyðsýniliga ikki, tá tað kemur til "hitt slagið". Hetta hongur saman við teirri ósøgdu søguni hjá samkyndleika í Føroyum, sum henda framsýningin "Hvat er natúrligt?" er við til at broyta. Ein máliska, sum eg fegin vil vera við til at broyta er at vera av hinum slagnum, sum annars er brúkt sum vanligt hampamál um samkynd fólk. Ein spurningur kundi ljóða -"Er hon gift?" "-Nei, hon er av hinum slagnum verður svarað eitt sindur innforstaðið". Máliskan er idiomatisk, hugsið tykkum  hana á øðrum málum - "nej, hun er den anden slags" ella "he is the other kind". Men hetta er jú í veruleikanum ein ræðulig og ekskluderandi orðing.

Listafólk kenna alt til at standa uttan fyri borgarliga samfelagið, og tí er tað eisini fantastiskt, at tað júst í hesum høpi verður skipað fyri eini tílíkari listaframsýning. Hetta er ein ógvuliga øðrvísi listaframsýning, eg havi satt at siga ikki verið við til nakað líknandi áður. Men framsýningin er fjølbroytt og eg rokni við, at hon kann vera bæði upplýsandi og undirhaldandi í mun til hvat er natúrligt.

Summi av listafólkunum hava fyrihildið seg til samkyndleika millum djór, meðan onnur hava tikið upp temaið á annan hátt í mun til okkum menniskju. Stílurin er ógvuliga ymiskur, men orsakað av evninum eru allar myndirnar nøkulunda figurativar. Tey, sum framsýna her eru: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Annika Arge Gregoriussen, Astrid Andreasen, Astrid McDonald, Beinta av Reyni, Ditte Joensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Heiðrik á Heygum, Hansina Iversen, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen, Herdis Jacobsen, Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Holm Mortensen, Gunnhildur Hauksdóttir, Hrafnkell Sigurðsson og Silja Strøm. Eg vil fegin takka øllum listafólkunum, harav fleiri hava donerað teirra verk til LGBT og at ynskja okkum øllum, hinskyndum sum transkyndum sum samkyndum hjartaliga til lukku við hesari framsýningini. Hon flytir mørk. Takk fyri!


Eg  haldi røðu

Lúshundurin hjá Astrid McDonald

Ælabogalittar rósur 

Ælabogamuffins



Listafólk og gestir

Framsýningargestir

Ja TAÐ er ónatúrliga ónatúrligt

Hugnaligt prát millum framsýningargestir og Aggi er í gullstúvlum


Deiligu hestadamurnar hjá Aggi

Tvær listakvinnur, sum eru við uppá ælabogamuffins

Vakra vespuhjarta hjá Marionnu Mørkøre

Tey ungu kulu 

Mariah Shug, professari og Eiler Fagraklett, fyriskipari. Aftanfyri hómast frálíka flugumyndin hjá Hansinu Iversen

Myndir: LGBT og KP



Thursday, July 26, 2012

Karavella Marionett-teatur við "Skrímslunum".




Gunnvá Zachariasen

Eg var í gjár til dukkusjónleik. Karavella Marionett-teatur hjá Rakel Helmsdal. Leikurin var "Skrímslini". Og eg fekk í løtum hasa kensluna, at magiin og poesiin stendur út í rúmið og at hendan verðin hjá báðu Skrímslunum er alt, sum er til. Tí má eg tríva í eitt lítið viðmæli.

"Skrímslini" er søgan um trøllini, skepilsini, verurnar bæði Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl. Vit kenna tey frá bókunum av sama navni. Og sum nógv av okkum, stór og smá, hava tikið til okkara. Vit kenna tey og teirra trupulleikar so væl aftur í okkara egnu kringlutu mannaverð. Vinalag, klandur, semja, umsorgan, ósketni, ja, alt, sum ger okkara samband við onnur rundan um okkum til tíðir so fløkjut. Í Rakelsa søgum  verður alt tað fløkjasliga fortalt so sára einfalt, rørandi, reinskorið og so stuttligt. Tí dámar okkum beinanvegin hesi sjarmerandi Skrímsl. "Eg eri akkurát sum Stóra Skrímsl!" "Nei, eg eri faktiskt akkurát sum Lítla Skrímsl!" Soleiðis kunnu vit børn og vaksin kjaka við okkum sjálvi um hvønn av teimum ein sjálvur best kann identifisera seg við og hvørs eginleikar vit kenna aftur í okkum sjálvum. Við sama poetiska og  djúpheimspekiliga nærlagni sum t.d. Mumitrøllini hjá Tove Jansson ella vinirnar hjá Palla Pumm. Tey gerast okkara vinir. Vit eru góð við tey. Tí tey ERU bara soleiðis sum tey eru. Gjøgnumførd í sínum karakteri.

Rakel hevur so mikið gott tamarhald á sínum figurum og síni forteljing, at tað tykist so sera lætt hjá henni at flyta yvir í sjónleik og gera eina longri dramatiska gongd við okkara báðum vinmonnum. Uttan at tað gerst yvirdramatiskt, uttan at pynta upp á við stórum og smáum pall effektum, yvirtakandi ljós og ljóði ella við eini handlingsgongd, sum partú  skal út í tey heilt stóru sveiggini. Nei, vit eru trúgv í lítlu-stóru verðini hjá Skrímslunum við smáum hendingum, smáum forðingum, sum vit fara ígjøgnum og sum leiða okkum inn í eina nýggja hending. Vit spæla krógva og blunda, vit fiska, vit eru heima á vitjan, spæla kort, vit skulu læra at svimja, vit eru sjúk. Alla tíðina við eini lítlari konflikt ella innari stríði hjá okkara Skrímsla-vinum. Stríð, sum kortini røra við nakrar djupt eksistentiellar og námsfrøðiligar spurningar: Hvussu fortelur tú t.d. tínum besta vini, at hann er pisshamrandi irriterandi og  sjálvsøkin og mann hevur bestan hugin bara at fara heim og ongantíð spæla saman aftur??? Hvussu er mann ein góður vinur? Hví keðir mann seg?  Hetta eru so sera viðkomandi og veruligir trupulleikar hjá stórum og smáum, sum tíbetur ikki verða penslaðir út í Karavellu Marionett- teatrinum hjá Rakel.

Sjálv haldi eg, at hesin leikurin hepnast betur enn  "deputin" hjá fyrsta føroyska marionett-teatrinum, sum bar heitið Revurin við silkiturriklæðnum. Tað tykist sum dukkuførari hevur fingið størri tamarhald á hesum torføra mediinum, sum dukkusjónleikur í veruleikanum er,  og hevur tikið burtur heldur enn at leggja aftrat. Bert baktjald, tveir figurar, av og á ein sofa og so søgan. Tær  einfaldu loysninar og harvið sleppur tað kompleksa framat.  Vit verða drigin inn í verðina hjá Skrímslunum. Vit undrast. Og júst tá hugurin byrjar at mettast við Skrímslafinurligheitum og har  lítli sonur mín og eg í øllum førum byrja at ressast og hyggja rundan um okkum, so endar tað. Líka so stilt og snilt, sum tað byrjaði.  Heilskapað og akkurát passaliga til longdar.

Má líka leggja aftrat at marionett teatur er heldur ikki bara sum at siga tað. Uttan at eg á nakran hátt skal gera meg til serfrøðing á økinum, so eru nógvir parametrar hjá dukkuføraranum at fáa at renna saman. Ein marionettførari er eitt lívsstarv, nakað sum ein Kabuki dansari í indiskari leiklist, tú forfínar, pussar og mennir hetta handverk alt lívið. Sigst.

Gott í teg Rakel, at tú ert so treisk, tú blívur við. Tú ert ein hugflogs-maskina. Tú oysir úr tær. Tú skrivar søgurnar, seymar dukkurnar, (sum veruliga eru livandi), tú smíðjar, lýsur, leggur røddina til, heldur træðrirnar – at tað merkist langan veg at her er eitt heilstoypt og integrerað verk uttan at tað er amatørkent – skil meg rætt. Skal nakar hava eitt dukkuteatur í Føroyum, so má tað verða tú.

Eg haldi í øllum føri, at tú hevur fatur á onkrum alvorliga áhugaverdum. Og eg vil hervið geva dukkuleikinum um Skrímslini míni bestu viðmæli og mæla øllum til at fara niðan í Sjónleikarahúsið um Ólavsøkuna, niður í Snikkarastovu og inn í heim Skrímslanna.   

Serstøk framsýning letur upp í kvøld





Í kvøld klokkan 19 letur upp ein heilt serlig framsýning í Østrøms fabrikk á Skálatrøð, sum tvinnar saman vísund og list. Endmálið við framsýningini er at upplýsa almenningin og at víðka um ta trongskygdu uppfatan, mong hava av, hvat normalur kynsligur samleiki er. Samstundis er endamálið at økja um tolsemi og stuðulin til samkynd og tvíkynd í Føroyum.

Framsýningin verður opin í morgin og um Ólavsøkuna. Vit gleða okkum til í kvøld og ætla at seta fleiri myndir av framsýningini á bloggin seinni.



Hurlumburl, sum skal skoðast og heingjast...


Hendan verður við á framsýningini


Tað verður hendan eisini...


Fyri ikki at tosa um hesar fínu myndirnar hjá Silju Strøm

og alt møguligt annað....






Wednesday, July 25, 2012

Tann ordiliga ólavsøkuframsýningin 2012


    •  

      Eftir ólavsøkuskránni at døma, verða heilt nógvar listaframsýningar um Ólavsøkuna. Umframt Lions-framsýningina í Müllers Pakkhúsi letur LGBT framsýningin Hvat er natúrligt? upp í annaðkvøld. Og við síðuna av í Steinprenti letur upp framsýning hjá Mariusi Olsen og Ilonu Raipala fríggjadagin. Á Lützenstrøð 13 fer Eyðun av Reyni at sýna fram og úti í Listahøllini á Skipasmiðjuni verður somuleiðis ein líknandi atelierframsýning at síggja og Amariel Norðoy fer at sýna fram í Galerie Focus um Ólavsøkuna (fyri nú bara at nevnar nakrar av framsýningunum, sum eg komi í tankar um). Men tann ordiliga ólavsøkuframsýningin, altso tann, sum á hvørjum ári er í Listasavni Føroya, letur upp Ólavsøkuaftan 28.juli klokkan 16. Hon verður ikki akkurát sum ordiligt, tí øll kundu ikki senda inn til framsýningina verk,,sum skuldu metast av eini sensurnevnd, eins og tað plagdi at vera. Í staðin eru fýra listafólk boðin at framsýna, tey eru Silja Strøm, Guðrið Poulsen, Bárður Dal Christiansen og Bárður Oskarsson.

Tuesday, July 24, 2012

Doriakvartettin spennandi konsert




Í kvøld klokkan átta verður áhugaverd konsert í Havnar Kirkju.Tað er norðurlendska Doriakvartettin, sum fer at spæla kamartónleik.

Fýra føroyingar, sum ganga á Musikkonservatorium í Keypmannahavn, stovnaðu Doriakvartettina í 2009. Tey eru Heiðrun Petersen, Jón Festirstein, Jákup Lützen og Andreas Restorff. Tey hava fingið undirvísing í kamartónleiki hjá Michael Malmgreen í tvey ár.

Doria kvartettin hevur spælt nýskrivaðan føroyskan tónleik í samstarvi við felagið Føroysk Tónaskøld. Hvørt summar, síðan kvartettin varð stovnað, hava tey spælt á Summartónum í Føroyum. Skráin í ár fevnir um tónleik hjá Bax, Nielsen-Abrahamsen, Bæk, Mozart, Shostakovich og Blak.


Síðsta heyst fekk Doriakvartettin nýggjan norskan cellospælara, Live Johansson, ið gongur á solistklassanum hjá Niels Ullner í Odense. Á konsertini í kvøld spælir eisini Henrik Skotte Larsen, íð hevur verið solooboistur í Odense Symfoniorkestri síðan 2005. 

Hansinufilmur





So skal Hansina Iversen feirast aftur, tí tað kann ikki gerast ov ofta, og hesa ferð verður tað við einum filmi. Hesar og nógv fleiri myndir eru at síggja í bókini ”Hansina Iversen - Undurfullur ræðuleiki”.  Steinbjørn B. Jacobsen ummælti: http://listinblog.blogspot.dk/2011/11/marknavari.html

Monday, July 23, 2012

Marius og Ilona - aftur í landslagið



Tey flestu munu vera greið yvir, at landslagið spælir ein høvuðsleiklut í føroyskari listasøgu. Okkara fyrstu listafólk málaðu realistiskar og romantiskar myndir av okkara høgt elskaða landslagi nøkulunda samstundis sum illusionistiska landslagsmyndin varð endaliga avtikin við kubismuni í Paris. Síðani hava okkara listafólk við treysti tulkað heimliga landslagið í ekspressivum, romantiskum, impressionistiskum, dekorativum, naivistiskum myndum. Vit hava tikið føroyalistina til okkum og eisini uttanlands hevur upprunakendi reinleikin hugtikið tey listaáhugaðu. Men heldur ikki tey ungu listafólkini sleppa heilt undan at taka støðu ella frástøðu til landslagið, og tá vit umrøða okkara ungu listafólk, leggja vit stóran dent á, at tey ikki brúka landslagið sum myndevni.

Tað gera tey bæði, Marius Olsen og Ilona Raipala, sum sýna fram grafikk og málningar í Steinprenti komandi vikurnar. Framsýningin letur upp fríggjadagin 27.juli klokkan fýra. Marius Olsen, sum er millum okkara fremstu listafólk, møtti Ilonu Raipala, tá hon í sambandi við akademiútbúgving sína, var í starvslæru í Steinprenti í 2009. Tey bæði listafólkini høvdu eina sera væl eydnaða grafikkframsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri tveimum árum síðani,  og nýggja framsýningin verður neyvan minni spennandi. Í øllum førum verður hon tøkniliga meira fjølbroytt, av tí at Ilona Raipala hesa ferð eisini sýnir fram málningar umframt prent.

Hennara myndevni eru av kvinnum og av umhvørvinum, av húsum og skógi, har føroyskt-finska listaparið býr í Finnlandi. Listafólkini taka bæði støði í landslagnum, men rættiliga stórur munur er millum spontanu, ekspressivu og villu málningarnar hjá henni og so tann meira inntonkta, greinandi grafikkin hjá honum. Á einum av hansara linoleumsprentum hevjar violetta og appilsingula fjallið seg upp úr djúpbláari grund eins og í eini opinbering. Áskoðarin verður helst bilsin av heitinum á myndini, tí heitið avdúkar, at hetta avmyndar gosfjallið Vesuvio, sum í ógvusligum eldgosi ár 79 legði Pompeii í oyði. Gosfjallið er tætt við italska stórbýin Napoli og mett at vera eitt av heimsins vandamiklastu gosfjøllum. Tað kann væl vera, at lagnutunga søgan hjá fjallinum hómast á dramatisku lýsingini, men einfalda fjallaskapið, teknað á sjónarringin, er eisini ein føroysk grundmynd, sum Marius Olsen gevur okkum og sum prógvar, at landslagið enn stendur sterkt í føroyskari samtíðarlist. Framsýningin í Steinprenti á Skálatrøð verður opin um Ólavsøkuna og nakrar vikur fram.





Sunday, July 22, 2012

Arabisk vika - 7- العربية أسابيع

Introduktión til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.dk/2012/07/arabisk-vika.html

Wael Shawky (1971) føddur í Egyptalandi emigreraður til USA: Wael Shawky viðger tað normala og tað ónormala í sínum installatiónum, fotomyndum og performance. Hann hevur áhuga í at granska hvussu ymiskar mentanir koma til sættis og roynir at skapa eitt slag av hybridsamfelagi í síni list. Ein skipan har samfelagið er í ævigari broyting og har hann sum listamaður hevur leiklutin sum umsetari millum ymsar mentanir.




Les meira um Wael Shawky her:

(IS)

Saturday, July 21, 2012

Arabisk vika - 6- العربية أسابيع

Introduktión til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.dk/2012/07/arabisk-vika.html

Steve Sabella (1975) palestini føddur í Jerusalem emigreraður til Onglands.
Høvuðsevnið í listini hjá Sabella er útlegd. Hann viðger tað at verða í tvíningum, tað at verða knýttur at fleiri støðum, fragmentering av minnum, munir og líkheitir, tað upprunaliga og tað nýggja. Listamaðurin letur víðari sínar royndir við at vera í einum slagi av permanentari mentalari útlegd, har tvídráttur og fremmandgerð eru lívstreytir, og roynir at skapa myndir, sum illustrera hendan veruleikan.






Les meira um Steve Sabella her:
(IS)