Wednesday, December 26, 2012

Vandamikið og oyðileggjandi fávit




Hvørja ferð eg haldi, at hámarkið man vera nátt á teirri fávitsku og snævurskygni, sum merkir landsins hægstu leiðslu, lesi ella hoyri eg okkurt, sum fær meg at ásannað, at tað ikki er so og at býttisskapurin eftir øllum at døma er markleysur!

Sum nú t.d. eg lesi á portalinum, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur tað vera eina skeiva avgerð, tá listafólk herfyri gjørdu av at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipaði fyri til tess at mótmæla, at játtanin til Mentanargrunnin var skerd ein fimtapart. Løgmaður heldur, at listafólkini heldur enn at boykotta skuldu sett seg í samband við Børn Kalsø og fundast við hann um málið. Hetta kom fram, tá fíggjarlógin var endalig samtykt og tað sigst, at tingfólk fataðu hesa staðfesting løgmans sum eina innbjóðing til øll tey mongu, sum halda seg hava fingið ov lága játtan, at tey bara kunnu møta upp hjá landsstýrisfólkunum í januar mánaði fyri at biðja um hæðkaða játtan. Løgmaður sigur, at øll eiga altíð at fáa møguleikan at føra síni sjónarmið fram, men um tað førir til eina hægri játtan, visti hann ikki og nei, tað er kanska ikki lætt at siga?

Hann náði meg fyri ein løgmaður at hava. Sum eftir øllum at døma ikki hevur nakra virðing yvirhøvur fyri listafólkunum og sum sleingir út lyfti uttan at hava nakað sum helst at hava tey í. Sum einki veit, sum heldur alt ganga og sum harumframt heldur listafólkini fyri tað turra spott, tá hann sigur, at tað ikki snýr seg um stórar upphæddir. Nei, harra løgmaður, í hasum hevur tú sjáldsama rætt, og tí er tað eisini blóðskeivt at skerja mentanargrunnin við einum nógv størri parti upp á seg í mun til hvat aðrir partar av samfelagnum skulu spara.

Løgmaður vil kanska ikki vita av opna brævinum frá norðurlendsku listaráðunum, sum hefyri varð sent honum umframt mentamálaráðharranum og tingformanninum? Har stóð m.a. skrivað: "De nordiske kunstnerråd, der har været samlet i København d. 12. december 2012, udtrykker sin dybe beklagelse og alvorlige bekymring over de markante nedskæringer indenfor kunst- og kulturområdet, Færøerne sætter i værk i det kommende år. For det nordiske samarbejde er det ikke befordrende, at den færøske kunstfond (Mentanargrunurin) med ét slag bliver beskåret med 1/5 og støtte til musik beskæres med 1/3, da støtte fra de nordiske fonde i de fleste tilfælde er betinget af lokal støtte. Hvis den færøske kulturstøtte beskæres, vil det automatisk medføre mindre muligheder for færøske kunst- og kulturarbejdere at indgå i det nordiske og internationale samarbejde...".

"Tað grør um gangandi fót" heldur løgmaður og talan er hóast alt ikki um stórar upphæddir. Løgmaður hevur rætt í, at upphæddirnar áttu at verið nógv størri, men hjá nógvum listafólkum eru verandi upphæddir hóast alt grundarlagið fyri stórslignum listarligum verkætlanum. Burtur av stuðlinum verður nú í einum skarvaður ein fimtipartur. Fávitið hjá mentamálaráðharra Bjørn Kalsø og hjá løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen er sostatt vandamikið og oyðileggjandi fávit, um hugsað verður um møguleikarnar hjá teimum mongu dugnaligu føroysku listafólkunum at fáa stuðul - eisini úr norðurlondum.



(KP)