Thursday, November 8, 2012

71 listafólk boykotta

Higartil hava 71 listafólk sett seg á boykottaralistan. "Tey hava fingið nokk" stendur á permuni á Dimmalætting frá í gjár, men í veruleikanum hava tey ongantíð fingið nóg mikið og nú ber av. Tað er gott, at listafólk standa saman um hetta mótmælið móti fullkomiliga órimiligu skerjingunum av einum fimtaparti av mentanarstuðlinum. Ætlanin við boykottinum, segði Sunleif Rasmussen í gjárkvøldið í útvarpinum, er at ávirka opiniónina og altso at fáa mentamálaráðharran til at droppa skerjingina. Mentanarligur tíðindaflutningur kann ofta vera rættiliga óneyvur og hetta er helst eisini orsøkin til, at fólk nú fara at ivast í hvat hetta boykottið fevnir um. Hvørki Dimmalætting, portalurin ella útvarpið upplýsa í teirra viðgerð av málinum t.d. hvar fólk kunnu finna boykottaralistan og tað er spell, tí har sæst neyvt hvat boykottið snýr seg um http://listinblog.blogspot.com/2012/11/vit-boykotta.html  Av óneyvum tíðindaflutningi koma hálvkvøddar vísur um lunkaði listafólk, sum ikki tora at fara allan vegin og annað møsn. Listafólkini eru ein djarvur, men sera óhomogenur bólkur (summi hava arbeiðis við síðuna av listini, meðan onnur liva av listarliga avrikinum) og uttan ta fíggjarligu trygd, sum eitt fakfelag kundi veitt teimum, kundu vit á Listablogginum sjálvandi ikki droymt um at tikið undir við nøkrum so mikið álvarsligum sum einum totalum boykotti av tí almenna. Sum tað stendur tilskilað á boykottaralistanum, snýr boykottið seg um boykott av teimum tiltøkum, sum Landsstýrið fyriskipar og bara tað. Listafólkini skulu sjálvandi taka í móti øllum stuðli og mentanarheiðurslønum, hann er væl uppiborin - og jólakonsertirnar eru heldur ikki í nøkrum vanda. Boykottið hevur ikki so stóran akuttan, praktiskan týdning, men signalvirðið er stórt og tí eigur hetta mótmælið hjá 71 listafólkum at vera tikið í størsta álvara.


(KP)