Tuesday, September 18, 2012

Hurrá: In mente komið afturíaftur



Og sí, ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum, vit eru øll somul upp í loft, tí heystið er komið við øllum mentanarligum vælsignilsum, og í dag byrjar In Mente aftur. Gevið gætur nýggja tíðarrokning, tí nú er tað týsdagur, sum er tann góði mentanardagurin í viku. Á heimasíðu Kringvarpsins verður lýst fyri sendingini, sum kemur í dag klokkan fimm: 

Trý evni eru á breddanum í hesari fyrstu In Mente sendingini í heyst. Poe-morðini, sum Havnar Sjónleikarfelag sýnir í hesum døgum, verður til umrøðu. Vit hitta Sakaris Stórá, sum leggur síðstu hond á nýggjan stuttfilm, og vit spyrja hví danska sjónvarpsrøðin Matador framvegis hevur fastatøkur á fólki. Tað er enn sum áður Suni Merkistein, ið leggur In Mente til rættis.