Friday, September 14, 2012

Emma, vit elska teg





Hósdagin í næstu viku handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn. Sum skilst á myndini omanfyri, eru vit redaktiónin á listablogginum ómetaliga spentar og fegnar um boðini og um áhugaverda tíðindaskrivið:

Nevnast kann, at landsins einastu bókmentavirðislønir verða latnar av Tórshavnar kommunu, so stórur áhugi er fyri hesari hending. Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M. A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn verður latin. Frá byrjan kundi ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum. 

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2009 og fýra ár fram eru Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen, vald av býráðnum. Hini eru Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Tá Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 20.september, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi.

Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.