Wednesday, July 18, 2012

Standmynd avdúkað í Havn





Í dag verður hátíðarhald í sambandi við, at Áartún verður liðugt. Samstundis verður standmynd avdúkað, sum Janus Kamban gjørdi í 1984 av Áarstovubrøðrunum, Hans Andriasi og Janusi Djurhuus. Vit koma við myndum seinni. Fyribils seta vit inn skránna, sum byrjar nú fyrrapartin klokkan 11:

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Eyðun Eliasen, arkitektur, greiðir frá verkætlanini “Áartún”

Jensina Olsen syngur “Kongaríkið í Bábylon”, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt

Tórmóður Djurhuus, sum er í ætt við áarstovubrøðurnar, heldur røðu

Blandað kór syngur sangin ”Útlegd”. Orð: Janus Djurhuus, satsur: Vagn Holmboe: Leif Hansen stjórnar

Beinta Háberg avdúkar standmyndina “Áarstovubrøðurnir”