Saturday, July 14, 2012

Kommunuskúlin, ein skúli í miðbýnum!



Eftir Hansinu Iversen
 
Uppskotini um, hvat Kommunuskúlin kann broytast til eru mong, bæði hugsandi og óhugsandi; men ikki eitt einasta uppskot er komið um framhaldandi at brúka hann til skúla. Hví?

Tað er sum um, at ein ósøgd dagsskrá hevur avgjørt, at har skal ikki vera skúli longur, og tað tykist sum um, at flest øll hava góðtikið hetta.
Tað verður tosað um, at ein umbygging til ein meira nútíðarhóskandi skúla verður ov dýr.

Tað er tvætl! Tað eru ikki peningaligar upphæddir ið eru avgerandi her. Tað er bert ikki vilji til at skúli skal vera har. Hvør ið ikki vil tað veit eg ikki, men tað tykist, sum um at tað sum heild í samfelagnum í dag er eitt rák, sum býtir alt upp í isoleraðar eindir. Barnagarðar, skúlar, ellisheim og aðrir stovnar, har ein ávísur bólkur av borgarum húsast, verða eindir, ið helst ikki skulu koma í samban við hvørja aðra. Eitt annað rák, er at flyta allar hesar stovnar úr miðbýnum.

Einki posthús er miðbýnum, heldur ikki apotek. Gamlar konur standa í sínum neilonsokkum og halda fast niður á húgvuna, meðan frakkin stendur sum eitt segl, ið blæsir í allar ættir, og bíða eftir bussinum uppi á Óðinshædd, har stormarnir leika á víðum vølli.
Tað er sjáldsamt at hitta fólk í miðbýnum í Havn, tí ongin hevur ørindi har longur. Har er onki at gera, tú noyðist niðan í hagan ella út á víðan vøll fyri at keypa inn, tosa við Taks ella fara á posthúsið.

Tað er ein løgin, ónáttúrlig menning, ið býtir okkum menniskju upp í serligar eindir og býtir býin upp í reinsað økir, ella einstáttaðar býlingar.
At hava hosur í einari skuffu, undirklæðir í einari aðrari og buksur í teirri triðju er sera praktiskt í húsarhaldinum, men vit eru ikki buksur og hosur, vit eru livandi menniskju í støðugari menning, og vit mennast allarbest í samskifti við onnur og helst menniskju úr ymiskum høpum.

Børnini, sum ganga í kommunuskúlanum, hava møguleikan til at vera partur av Havnini, og orsøkin til, at eg og onnur foreldur hava valt at koyra barnið í kommunuskúlan, er bæði tí tað er ein sera góður skúli við einastandandi tilboðum og at hann liggur í miðbýnum, har vit búgva og fegin vilja búgva.
Kommunuskúlin skal liggja har hann liggur. Skal gamli guli kolossurin rívast niður, skal nýggjur skúli byggjast á sama stað. Tað er sera umráðandi fyri Havnina, fyri børnini og allar borgarar í Havn, at har framhaldandi verður skúli.

Uppskotið hjá Andreu Heindriksdóttir, ið skrivar á listablogginum, um at skúlin kann vera nýttur alt samdøgrið til mentanarlig tiltøk, ungdómsklubb og mangt annað er sera áhugavert. Skúli og menningardepil fyri børn, ungdóm og list hevði skapað lív í býnum.

Eisini vil eg fegin, sum borgari og kvinna í Havn, kunna ganga í flottum skóm og figurseymaðum frakka í miðbýnum og gera mær ørindi í býin, heinta børnini og ganga til hús. Eg havi ikki hug at ganga dagliga í trekkingklæðum og berja meg gjøgnum regn og vind á opnum fløtum, har hvassur vindur ílur um oyruni og tekur meg av fótum. Um eg havi hug til tað, kann eg fara út í náttúruna, tá tað hóvar mær.

Kanska onkur av okkara framúr sniðgevum kundu sniðgivið okkum smart, heit og vatntøtt pløgg til gongu og súkklu. Klæðir ið hóska til miðbýarlív í Havn.

Í Føroyum eru vit von við at hava børnini við okkum til tað mesta vit fara til, so hví skulu tey ikki eisini verða partur av lívinum í miðbýnum?

Í fríkorterinum spæla børnini í Grasagarði og síggja býarlívið, fólki sum ferðast í býnum og tey, sum rætt og slætt liva á gøtunum í Havn. Hetta er partur av lívinum og børnini skulu ikki beinast burtur frá tí og pakkast inn í onkra fína snotuliga bjálving úti á Landavegnum.

Gamli asfaltsgarðurin í kommunuskúlanum kann lættliga gerast um til ein mjúkari garð við grasi, spæliplássið o.ø. - gravið asfaltið upp! Ein inngongd kundi verið frá Sjúrðargøtu, so skúlin varð latin upp til Nonnuskúlan, ið liggur bert fáar metrar longri uppi.

Ferðslutrygd og parkeringsviðurskifti kunnu óiva vera loyst á skynsaman hátt. Tað eru fleiri pláss uttanum kommunuskúlan, ið kundu verið gagnnýtt betur, til dømis økið móti Realinum og Vertshúsinum, og sum sagt Sjúrðargøta. Nýtið hugflogið og hugsið nýtt á býráðnum! Vælsignaði latið Kommunuskúlan vera har hann er, um tað so verður ein nýggjur bygningur ella gamli bygningurin verður dagførdur. Latið hann verða har hann er, so Havnin framhaldandi verður ein dynamiskur heitur býur, yðjandi fullur av lívi.