Friday, July 20, 2012

Eygnapúff í Havn



Fleiri standmyndir eru settar upp í Havn seinastu árini. Við onkrum einstøkum undantaki eru hesar standmyndir ikki væl eydnaðar. Standmyndirnar eru í frægasta føri hugnaligar og meinaleysar, men sum heild eru listarligu prýðingarnar í Havn so mikið ivingarsamar, at eg loyvi mær at ivast í førleikum Tórshavnar Býráðs til at meta um tílíkar verkætlanir.

Í Havn hava vit eftirhondini so ríkiligt av visuellari órógv, nýggjasta og ræðuligasta dømi eru stadionlampurnar í Gundadali. Sum býurin vaksur, gerst tørvurin á smáum oasum størri og tessvegna er tað frálíkt, at vit hava støð sum t.d. Hoyvíkstjørn, har vit kunnu hvíla eygað. Men tað kunnu vit ikki meir, tá alsamt fleiri eygnapúff verða sett upp í býarrúminum.

Eg eri fullvæl greið yvir, at allar verkætlaninar eru væl meintar og at fólkini, sum  hava gjørt tær,  hava roynt teirra allarbesta, men tað er bara ikki nóg gott og her finnist eg als ikki at teimum kreativu fólkum, sum hava gjørt standmyndirnar, eg finnist at vantandi professionalismu í Føroya størstu kommunu, tá tað snýr seg um listarligar prýðingar.

Har er einki galið við gipsmodellini hjá Janusi Kamban av Áarstovubrøðrunum, men tað er djúpt problematiskt at stoypa modellina í bronsu og seta hana á ein bonk/sokkul og við eini glasplátu, sum listamaðurin einki hevur við at gera. Hann doyði sum kunnugt fyri trimum árum síðani. Viljin er góður, men tað er ikki nóg gott. Í 2012 mugu vit kunna krevja eitt sindur av listarligari professionalismu fyri kommunuskattin.

(KP)

Naivi, stirvni veðrurin við Smiðjuna í Lítluvík


Anakronistiska fiskakonan við Skeiva Pakkhús


Partur av einum av dýrastu listprýðingunum í Føroya søgu - meinaleysir og ópersónligir fuglar