Monday, July 16, 2012

Arabisk vika - 1- العربية أسابيع

Intróduktión til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.com/2012/07/arabisk-vika.html

Taysir Batniji (1966) føddur í Gaza, Palestina, emigreraður til Fraklands.
Taysir Batniji arbeiðir við installatiónum, performance, foto, tekning og video. Hann kannar forskjótingar, fráveru, minnir, hvørvingar og setir gjøgnum listina spurningar til tann politiska, sosiala og mentanarliga veruleikan. Í verkinum ”Impossible Journey” , sum er myndað av sandrúgvum, rannsakar hann tað at flyta nakað frá einum konteksti til ein annað og viðger sína egnu persónligu søgu og tað, at hann ikki fær farið heim aftur til sítt egna land.






Les meira um Taysir Batniji her:
(IS)