Saturday, June 23, 2012

Hanus Kamban 70



Fyri nøkrum árum síðani plagdi eg eitt skifti at møta honum í bussinum við Tagensvej í Keypmannahavn, haldi tað var bussleið nummar tíggju. Ein høviskur og blíður maður í reyðum leðurjakka við stórum áhuga og innliti í list. Eitt sindur innfjarur viðhvørt, starandi fram fyri seg í Keypmannahavnska meldrinum. Eg minnist við gleði hansara stuttsøgu Við Edgar Allan Poe í Sólhavn frá tímum í føroyskum í Hoydølum, ið gjørdu mær mun. Tann søgan er bygd á endurminningar hjá Hanusi um ein av hansara ungdómsvinmonnum, fantastiska menniskjað Hera Smith. Torbjørn Olsen málaði Hera í einari rørandi portrettmynd, sum av sonnum rakar seymin á høvdið í mun til sveimandi poesiina og beiska realitetin, sum viðhvørt mundi merkja tilveruna hjá portretteraða manninum. Eg minnist hvussu ovfarin eg varð av hesi monumentalu portrettmyndini, tá eg sá hana framsýnda á einari føroyskari framsýning í Den Frie í Keypmannahavn fyri fleiri árum síðani, og eg havi ofta síðani hugsað um hvar hon mundi blíva av. 


Nú fer lesarin kanska at undrast yvir hvat alt hetta tosið um eina portrettmynd av Hera Smith hevur við føðingardagsbarnið at gera, og tað skal eg so væl siga lesaranum. Tí tá eg prátaði við Hanus Kamban eitt kvøldi á café fyri nøkrum árum síðani, kom eg í tankar um hesa myndina og tá visti hann at siga mær, at portrettmyndin er í Havn, og at hon hongur heima hjá honum og Kirsten. Hetta frøddi meg at hoyra, og eg haldi eisini, at tað er rættiliga eyðkent fyri Hanus Kamban og dømi bæði um hansara stóra ans fyri list og fyri menniskjum. List og menniskjansleiki hava somuleiðis stóran týdning í hansara bókmentaliga universi.  

"Nú er Edward ovast uppi á tí hægsta fjallinum hann hevur eyguni eftir teimum ymsu steinbrotunum, sum Maltusgubbi hevur greitt honum frá og her, við eina rivu í einum klovnum kletti veksur eitt einsligt snjósteinbrot við varliga hærdum leggi og smáum hvítum krúnubløðum og uppi yvir hesum einsliga blomstrinum gloymir Edward seg burtur, eina løtu í grundan og undran. Maltusgubbi hevur lært hann tað fremmanda heitið saxifraga nivalis teskar hann, og ovfarin av sær jálvum, kulsar hann av løgnari og loyndari sælu. So fer hann aftur til gongu. Ein tíma seinni sær Edward keypstaðin koma undan sýnini, hús fólk onkustaðni bø, sum er sligin og liggur í líggjaskógvi. Og har, fram við einum neysti, fer Skuggin, eyðkendur av sínum tungu stivlum og sínum æviga dimma høvuðplaggi. Sólin stendur lágt, og hóast skýmingin bara er eitt eiti, síggjast hús og fólk varpa kámar skuggar eystureftir. Og nú varnast Edward nakað sum er undarligt. Av bulinum hjá Skugganum, við kaskettini ovast, sæst onki tvítak endurgivið. Skuggin, sær Edward, hevur ongan skugga…" s.41-42 Gullgentan.

Saxifraga Nivalis ella Snjósteinbrot er heitið á eini lítlari blómu, sum vaksur í rivum í klettum, men tað er eisini heitið á søguni hjá Hanusi Kamban um unga Edward, sum er í summarfrí hjá Maltusgubba. Søgan tykist grundað á barndómsminni, og tvinnar saman ein realistiskan endurminnandi stíl við ævintýra- og dreymakendum brotum. Kompleksa søgan hjá H.C.Andersen um Skuggan kemur til hugs og okkurt annað av fólkaævintýrunum, t.d. tað um Lindormin, sum bæði skal revsast og uggast til tess at hann kann gerast kynsbúgvin og fullmentur maður. Í søguni hjá Hanusi snýr tað seg m.a. um ein kelilunda og ein skugga, sum báðir hvørva, tá Edward sleppur í song við Yvonnu. Tað snýr seg um individuatión og alt er ikki líka lætt at skilja, men tað hevði kanska verið løgið annað í einum tílíkum stuttsøgusavni, sum blandar realismu við dreym, ævintýr og science fiction.Science fiction er eitt hjartabarn hjá Hanusi Kamban og tað er í grundini eisini nokk so typiskt fyri hansara javnaðarhjarta at dyrka hetta úr mentanarligu fínustovu útihýsta tekstaslagið. Tað hongur helst eisini saman við, at Hanusi dámar spenningssøgur, sum vit hoyrdu hann siga í sendingini Meg minnist hjá Jógvani Arge í útvarpinum. Tað var ordiliga stuttligt at hoyra Hanus greiða frá um tær serligu løturnar í barndóminum, tá mamma hansara plagdi at lesa søgur upp úr Tarzan - abernes søn og øðrum bókum. Eg havi forrestin sjálv notið ágóðan av framúrskarandi frásøgukynstrinum hjá mammu Hanus, Elisabeth, Bette Andreasen á skúlanum á Frúutrøð, har hon var lærarinna. Pápi Hanus var somuleiðis lærari, Petur Andreassen og tá vit nú eru í tí familiera, so er Hanus giftur Kirsten Brix og tey eiga tveir synir, Janus og Atla.  

Hanus Kamban fyllir altso hálvfjerðs ár mánadagin 25.juni, og Rithøvundafelag Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í Steinprenti í morgin, sunnudagin 24.juni klokkan fýra. Samstundis leggur føðingardagsbarnið fram eitt nýtt savn av týðingum. Hanus Kamban fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980 og fyri fagrar bókmentir í 1986. Í 2004 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Tvær ferðir hevur hann verið tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Fyrru ferð í 2004 við stuttsøgusavninum “Pílagrímar” og seinnu ferð í 2012 við stuttsøgusavninum “Gullgentan”. Harumframt fær hann veiting fyri lívið frá Statens Kunstfond. Størsta verkið, sum Hanus hevur skrivað er tríbindverkið um Janus Djurhuus. Umframt at arbeiða sum høvundur, hevur Hanus Kamban á ymiskan annan hátt tikið virknan lut í samfelagnum. Hann var ritstjóri á tíðarritinum Fjølni árini 1967-1969. Frá 1992-94 var hann formaður í Rithøvundafelagi Føroya. Hann hevur formidlað list og mentan í útvarpssendingum og sjónvarpssendingum, og greinar skrivar hann javnan. Greinarøðin, sum stóð í Sosialinum herfyri, ið m.a. nam vaksandi stættarmunin í føroyska samfelagnum, er haldgott prógv um hansara stóra samfelagssinni og hansara indignatión. Vit eiga eftirhondini nógvar akademikarar í Føroyum, men vit hava so ógvuliga fáar intellektuellar røddir, sum tora at taka blaðið frá munninum og við lív og sál og innliti taka lut í kjakinum. Tað torir og tað ger Hanus Kamban og tøkk fái hann fyri tað. 

Vit ynskja Hanusi hjartaliga til lukku við føðingardegnum og við nýggju bókini.


Heiðurslønir
1980 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
1986 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.
2001 - Vann við søguni "Angels Place" stuttsøgukapping Listastevnu Føroya.
2004 - Mentanarvirðisløn Landsins

Hevur givið út:
1979 - Kveikt og kannað (yrkingar/greinir og týðingar eftir Rikard Long)
1980 - Dóttir av Proteus (stuttsøgur)
1982 - Við tendraðum lyktum (stuttsøgur)
1985 - Tíðartinnur (greinasavn)
1986 - Hotel heyst (stuttsøgur)
1994 - Hjalmar Söderberg (stutt ævisøga)
1994 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga I
1995 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga II
1997 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga III
2000 - Tann bráðvakra hugsjónin (greinasavn)
2000 - Heystveingir (sjónleikur)
2001 - Heimahøllin (kantata saman við tónaskaldinum Kára Bæk)
2001 - Pílagrímar (stuttsøgur)
2003 - Jósef Stalin (um lív og politik Stalins)
2007 - Hjarta uttan fylgisneyta: Herman Bang 150 ár (essay)
2008 - Café Europa (yrkingasavn)
2010 - Gullgentan (stuttsøgur)

Týðingar:
1969 - Drekin og aðrar søgur (Greene, Wells, Bradbury, Maugham)
1974 - Kaleidoskop og aðrar søgur (Bradbury)
1979 - Dreymur um eitt undarligt land (Greene)
1989 - Othello (Shakespeare)
1991 - Tey deyðu (Joyce)
1994 - Glas lækni (Söderberg)
2002 - Tað nýggja Atlantis (týddar science-fiction stuttsøgur)


Søgur hjá Hanusi Kamban eru týddar til fleiri mál, íslendskt, norskt, hollandskt, hebraiskt osfr. Forlagið Torgard gav í ár út bókina Guldpigen.