Friday, April 20, 2012

Cindy Sherman í NY


Hevði eg havt veingir so fleyg eg avstað til har sum tað ikki kavar ella regnar. Eri blivin várótolin og upplivi meg sjálva sum óvanliga ónøgda við avfall av himni. Eg veit ikki hvussu veðrið er í New York, men inni á MoMA man tað vera toluligt. Har hava tey í løtuni eina afturlítandi framsýning við yvir 170 verkum hjá Cindy Sherman, sum mær hevði líkað at sæð júst ein dag sum í dag. Cindy Sherman er kendur amerikanskur fotografur, sum síðani sjeytiárini hevur pallsett seg sjálvan í fotomyndum, har hon hermir og avbronglar ymsar portrettsjangrur. Hon brúkar seg sjálva sum myndevni uttan at tað nakrantíð er talan um sjálvsmyndir. Við parykkum og protesum og klæðum manipulerar hon seg sjálvan til aðrar leiklutir, sum hon m.a. finnur í fjølmiðlunum og í gomlum kvinnuportrettum. Myndirnar kunnu vera stuttligar, men hava ofta ein álvarsligan tóna, og til tíðir eru myndirnar groteskar og óhugnaligar. Ofta hómast í hennara pallsetingum ein spísk viðmerking til mannliga sjónarhornið og lyndið at sexualisera og eindimensionera kvinnuna. Hesa framsýningina kundi eg hugsa mær at sæð, tí eg trongi til at uppliva list við hugburði og humor í professionellari uppseting. Framsýningin varir inntil 11.juni, her eru nakrar myndir á heimasíðuni hjá MoMa.