Sunday, April 29, 2012

Arnold Vegghamar - røða og myndir



Leygardagin var hátíðardagur á Viðareiði, har tey heiðraðu listamannin Arnold Vegghamar, sum hevur fyllt 75. Ein rúgva av fólkum var komin at lýða á røðurnar hjá m.ø. Arnstein Niclasen og undirritaðu, og at hyggja at framúrskarandi list. Eg seti mína røðu her á bloggin: 

Góði Arnold Vegghamar og góðu áhoyrarar. Eg vil fyrst takka Viðareiðis Kommunu fyri stóra heiðurin at verða boðin higar at  feira ein einara innan føroyska myndlist. Eg veit ikki um tað passar sum ein listamaður nýliga segði mær, at Arnold Vegghamar dugir at blanda gand uppí litirnar, men har er so einki at ivast í, at okkurt heilt serligt er við Viðareiðismálaranum.

Fyrstu ferð eg upplivdi hansara myndir var í Listasavninum í Havn einaferð í hálvfemsunum, tá eg var við til at velja út ólavsøkuframsýningin tað árið. Innkomnu myndirnar stóðu í einum tilvildarligum ruðuleika á gólvinum og summar vendu øvugt. Allíkavæl var tað beinan vegin okkurt við litunum í myndunum hjá Arnold Vegghamar, sum fekk hjartað at sláa eitt sindur títtari. Tí sjálvt um tað eftirhondini eru nógvir føroyingar, sum mála, er tað ikki altíð, at talan er um listaverk og tað kemur næstan ikki fyri, at talan er um list av tílíkari karat, sum tað, ið Arnold Vegghamar letur úr hondum.

Várið er annars ein heldur upptikin tíð hjá okkum lærarum. Men tá Hanus Kjølbro ringdi og spurdi, vildi eg ógvuliga fegin koma, serliga tá eg hoyrdi, at upprunaliga ætlanin var at hava eina afturlítandi framsýning, men at tað var listamaðurin, sum hevði sett fram ynski um at sýna fram spildurnýggj verk á framsýningini. Hetta er jú frálíkt og í ber boð um stóra atgerðarmegi hjá 75 ára gamla listamanninum. Vit skulu eisini minnast til, at tað ikki er meira enn hálvtannað ár síðan ta stóru serframsýningina í Listasavni Føroya. 

Arnold Vegghamar helt sjálvur fyri í eini sjónvarpssending, at nógvum dámar betri hansara gomlu myndir. Hetta er rættiliga áhugavert, tí tað hevur við sjálvt lyndislagið hjá listini at gera. Orsøkin til, at summi halda, at myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar vóru betri fyrr í tíðini, hongur saman við serligu fatan listamansins, ið er framman fyri hini. Hjá listafólkum, sum bróta burtur úr nýggjum tekur tað ofta langa tíð at vinna frama millum fólk. Tá so eitt tílíkt listafólk endiliga fær viðurkenning, hendir tað løgna, at nú verða krøv og vónir sett til hansara nýggju verk, at tey helst skulu líkjast verkunum, sum hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani. Gomlu myndirnar hjá Vegghamar eru góðar, litríkar í orðsins rætta týdningi og kanska eru tær lættari at dáma enn tær nýggju, ið sum heild eru ógvuliga serstakar, t.d. tær løgnu myndirnar av grøngula og ljósareyða fjallinum við loyndarfullum ljósabláum ella hvítum steinum. Hesar myndirnar eru einfaldar, tær eru myndevnisliga fábroyttar, uttan stórvegis detaljur og uttan ta stóru rúmkonstruktiónina - tær eru í grundini rættiliga flatar og harvið eisini abstraktar, men tað er júst í tí einfalda, at hesin listamaðurin er serliga sannførandi. Eg haldi sjálv, at kompromileysu myndirnar frá nullunum og fram eru fantastiskar.

Rættilig list roynir ikki at behaga, hon er avant garde, framman fyri tíð og stað á sama hátt sum verkini hjá Vincent van Gogh vóru tað. Listin hjá Arnold Vegghamar er merkt av ymsum stílbrigdum, hann hevur havt ymisk tíðarskeið, men hann er ongantíð hildin uppat við at menna seg og tí blíva hansara verk við at flyta seg framman fyri okkum.

Arnold Vegghamar er sjálvlærdur listamaður. Hann byrjaði at mála í 50´unum og  luttók á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Hann var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, men seinastu fimtan árini hevur hann málað burturav sum yrkislistamaður. Hann er eitt lýsandi dømi um áhaldandi dynamikkin millum áhuga- og yrkislistina. Arnold Vegghamar hevur uttan tann stóra listastuðulin megnað at taka stigið fult út yvir í yrkislistina. Við stuðli kundi hetta stigið kanska verið tikið fyrr. Eg eri í øllum førum sannførd um, at listin hjá Arnold Vegghamar hevur uppiborið allan stuðul.

Framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var partvíst afturlítandi og har sást hvussu Arnold Vegghamar hevur roynt ymsar málihættir frá teimum naturalistisku, impressionistisku og litføgru pointillistisku landsløgunum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann ger í dag. Stílurin í myndunum hjá Vegghamar liggur onkrastaðni millum ekspressionismu og naivismu, men tær einfaldastu myndirnar tykjast sera originalar á sama hátt sum myndirnar hjá Steffani Danielsen vóru tað. Og sjálvt um landslagið í flestu myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so herliga bjartlitt sum tað er, er talan ongantíð um elskuligar og grunnar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í teimum menniskjatómu landsløgunum ofta álvarsligt, dapurt og mystiskt á sama hátt sum í summum myndum hjá áðurnevnda Steffan Danielsen, men eisini hjá Edvard Munch. Á eini mynd standa eini smá, men yvirjarðiskt glitrandi violett hús og darra í  stórbæra og sterka landslagnum, sum gløðir og skyggir í grønum og reyðum, bláum og orange mótsetningslitum. Myndirnar tykjast ofta introvertar og samstundis kennist tað til tíðir sum skríggja litirnir móti hvørjum øðrum í einum klaustrofobiskum myndaheimi, sum gevur assosiatiónir til tær brennandi gulu fepursjónirnar hjá Van Gogh. Nú skal samanberingin við hollendska listamannin ikki misskiljast. Sjálvt um eg í ummælum fleiri ferðir havi nomið við ein ávísan skyldskap millum Viðareiðismálaran og stóra ekspressionistiska og modernistiska vegaran, so havi eg ongantíð hildið, at Vegghamar er nakar hermari, tí til tað er hann alt ov egin listamaður. Hann gongur sínar heilt egnu listarligu leiðir.

Vincent Van Gogh búði í París, men ferðaðist síðani til Arles við franska Rhonedalin, har hann málaði eina røð av myndum, ið seinni gjørdust hansara kendastu verk. Arnold Vegghamar hevur búð uttanlands í Danmark og hann hevur eisini búð í Havn, men í grundini nýttist hann ikki at ferðast serliga langt fyri at finna heimsins vakrasta landslag her í heimbygdini. Landslagið her norðuri er stórbært við høgum fjøllum og tignarligum homrum, og Arnold Vegghamar hevur dyrkað síni myndevni á Viðareiði: Malinsfjall, Meitilberg, Helluna osfr., men tað serstaka við myndunum hjá Vegghamar hevur eftir mínum tykki ikki so nógv við tað geografiska staðið at gera, tað er heldur grundað í serstaka sinni og fatan listamansins.

Tí var tað eisini áhugavert at hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen gjørdi við listamannin í sjónvarpinum. Tí tá tann hugagóði sjónvarpsmaðurin spyr um ikki hetta fantastiska landslagið á Viðareiði er honum til stóran og góðan íblástur, svarar Vegghamar heilt einfalt: "Noy", at tað heldur hann ikki, tí nú hevur hann verið har á Viðareiði so leingi. Sjálvt um hansara høvuðsmyndevni er náttúra, eru myndirnar ikki serliga naturalistiskar. Tær koma innanfrá og tí kunnu vit heldur kalla tær eitt slag av listarligum visiónum ella hugans landsløgum, sum hann hevur málað við støði í umhvørvinum.

Eingin okkara hevur evni at síggja fram í tíðina, vit eru bara her og nú, men allíkavæl tori eg at tvíhalda um listarliga virðið á myndunum hjá Arnoldi Vegghamar. Eg ynski Viðareiðis kommunu, norðingum og okkum øllum føroyingum til lukku við Viðareiðismálaranum og honum sjálvum ynski eg hjartaliga til lukku við 75 ára føðingardegnum og við framsýningini. Eg hugsi um Ingálv av Reyni, sum málaði sínar bestu myndir á ellisárum, tá eg hyggi at hesi glæsiligu framsýningini av spildurnýggjum verkum. Til lukku og takk fyri.

Kinna Poulsen