Monday, February 27, 2012

Várvónir


Fyrsta mars skulu nýggj lógaruppskot vera tinginum í hondum, og sjálvt um vónin ikki longur er heilt ljósagrøn, livir vónin enn.


Vit hava av sonnum tørv á nýggjum lógum á lista- og mentanarøkinum. Okkum tørvar til dømis eina tíðarhóskandi savnslóg og so tørvar okkum í hættisligan mun nýggja lóggávu á listastuðulsøkinum. Kanska verður tað í ár.

Nú eru tað sjálvandi ikki útsagnirnar hjá Gerhardi Lognberg herfyri, sum fáa meg at hóma ein glotta fyri framman. Eisini sjálvt um tær fingu fólk til at kjakast mentanarpolitik sum eg veit ikki hvat. Í grundini er tað heldur ikki keðiliga reaktiónin hjá Javnaðarflokkinum uppá hesar útsagnir, sum ikki vitnaðu um nógv størri mentanarpolitiskt innlit og visiónir enn tað, at man í øllum førum ikki meinar tað sama sum Gerhard.

Nei, orsøkin til at vónin livir, hevur nógv meira við fisk at gera og teirri sannroynd, at tað sær út til, at andstøðan stendur saman um at tryggja fólksins ogn, lurta eftir serfrøðingum og sum heild tykist andstøðan alt meira bardagafús.

Fiskur og list eru so mangan samanborin, men ongantíð av mær, ei heldur í dag. Eg haldi bara, at kunnu tey standa saman um fiskin, kunnu tey helst eisini standa saman um listina. Um tey gera tað, eru møguleikarnir mangir. Ein savnslóg er einki fyri at fáa í lag eftir at vit hava fingið limaskap í UNESCO, sum hevur fínar skipanir, og ein rímilig stuðulskipan skuldi somuleiðis verið fyri hond.

Seinastu árini hevur talan verið um at savna saman kassarnir, sum eru til listina í einum stórum kassa undir Mentanargrunni Landsins, og tað sær nú út til at blíva til nakað. Hetta haldi eg vera ómetaliga gott, tí so kunnu vit byrja av nýggjum og luta sundur á nýggjan hátt, tí neyðugt er at luta sundur.

Tað er sjálvandi umráðandi, at kassin ikki verður syndraður í atomir, so at tað gerst óyvirskoðiligt. Men tørvurin er ógvuliga ymisháttaður og tað er spill av peningi og orku, tá tørvurin verður skeivt nøktaður.

Etableraðu listafólkini hava tørv á peningi. Tey skulu kunna yvirliva fyri at skapa list, so at vit ikki gerast ein mentanarleys tjóð uttan skuggan av stoltleika. Starvslønir skulu avtakast og í staðin skal ein føst lønarskipan gerast fyri okkara bestu listafólk. Eg haldi, at upphæddin skal svara til arbeiðsloysisstuðulin, sum er umleið 18.750 kr. um mánaðin, upphæddin skal inntøkujavnast soleiðis, at listafólkini hava vissu fyri eini inntøku á 225 000 kr um árið, men bert fáa stuðul upp til hesa upphæddina. Stuðulin skal vera permanentur og uttan ásett krøv um framleiðslu. Tað skulu vera fakfólk, sum býta út hesar permanentu veitingar og tað skulu fyriliggja almennar grundgevingar fyri avgerðirnar hjá serfrøðinganevndini

Ein annar tørvur er hjá teimum mongu, sum fáast við list og mentan við síðuna av øðrum arbeiði. Hesi skulu kunnu skapa lív, gleði og inspiratión fyri okkum øll og tey skulu hava stuðul til at gera framsýningar, geva út bøkur, skipa fyri konsertum, leikum osfr. Tey skulu eisini kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til at taka lut í skeiðum, til námsferðir osfr. Eg haldi tað skal vera ein kassi, sum verður stýrdur av eini nevnd við ymiskum umboðum fyri mentanarlívið (à la nevndin í Mentanargrunni Landsins), har øll kunnu søkja upphæddir millum 5000 og 25000 krónur til ymisk tiltøk ella persónliga menning.

Ein triði tørvur er tann hjá lista- og mentanarmiðlarunum. Tílíkum sum mær sjálvari. Vit skulu kunna søkja pening til ávísar verkætlanir. Eg haldi, at ein tílíkur kassi kundi verið knýttur at Granskingarráðnum og her kunnu tað somuleiðis vera fakfólk, sum meta um týdningin av teimum ymisku verkætlanunum og um dygdina, hvussu long tíð skal setast av til verkætlanina, hvørt umsøkjarin er førur fyri at greiða arbeiðið úr hondum, um tørvur er á fakligari ráðgeving, um verkætlanin er vísindaliga forsvarlig osfr. Upphæddin skal vera tann sama, sum yrkislistafólkini fáa, men talið av mánaðum skal ásetast frá verkætlan til verkætlan við kravi um ítøkilig úrslit.

Ein fjórði tørvur er at finna hjá stovnunum og hjá teimum, ið ynskja at blíva ein stovnur. Eg haldi, at kassin undir Mentanargrunni Landsins, sum eitur Íverksetarastuðul eigur at verða niðurlagdur og at vit í staðin skulu gera ein sáttmálakassa, sum stovnar ella stovnar in spe kunnu søkja. Tað kundi t.d. verið, at Tjóðpallur Føroya fekk hug at gera meira burtur úr barnamentan, so kundu tey søkt stuðul til, at ein leikari kundi arbeitt við hesum. Ella tað kundi eisini verið, at nøkur listafólk høvdu hug at stovna ein listaskúla, so kundu tey gjørt eina verkætlan og fingið fíggjaða eina royndartíð uppá t.d. trý ár. Orsøkin til, at eg kalli tað ein sáttmálakassa, er tí eg haldi, at tey, sum søkja hesa veitingina skulu skriva ein sáttmála við landið. Hesar verkætlanirnar skulu allar vera alment gagnligar, tær skulu evaluerast aftaná og brúkast mentanarpolitiskt. Nú hevur í so nógv harrans ár verið talað um ein listaskúla, men ein verkætlanarkassi av hesum slagnum kundi givið fakfólkum møguleika fyri at royna okkurt hugskot og fyri at finna út av hvat riggar best. Síðan kundi man mett um hvørt verkætlanin er nóg gott grundarlagið hjá einum stovni. Ein tílíkur sáttmálakassi kundi eisini verið brúktur til pilotverkætlanir innan fyri film ella onnur listasløg, sum enn ikki hava funnið teirra bein at standa á í stuðulskipanini - men her koma vit inn á ein annan part av míni masterplan, sum tit fáa ein annan dag.

(IS)