Friday, January 13, 2012

Tóroddur Poulsen: Støddir

Hvat skalt tú
við einum svari
sum kortini endar
í einum lumma
fullum av eirindaleysum spurningum?

Tá tú gevst at droyma
ger moldin tað fyri teg.

Tóroddur Poulsen (1999)