Saturday, January 7, 2012

Regin Dahl: Vetrarflugan

Mól mær ein fluga her inni
endleysa, svøvnleysa nátt,
meðan regnið græt og græt -
ól mær fram minni
um traðir og várveikar stikur
og steinstólpu, ið sat
og læt - og bara læt.

Skeivur var stikuskuggi
og lág stóð sól,
men loftið var skært
og komið var fram á várið -
keldur lótu, og stólpa læt
vit bæði sótu - ein grindalokkur
viltist í tínum hári...

Sótu vit endleysan, skýleysan dag,
gleddust við nælandi traðir,
toygdist skuggin um teigar út
og vaks sum litirnir viku -
grindalokkur fann aftur á beint
og fleyg eftir veitum av stað.
Steinstólpan kvað sítt steinbýtta lag,
kvað av stiku á stiku.

Líður um veturnætur -
svøvnleysa fluga, minnist tú tað,
minnist tú lag
um nælandi flag -
meðan regnið grætur og grætur?

(1944)