Saturday, January 28, 2012

Meðan vit bíða eftir starvslønum

Meðan vit bíðan eftir starvslønum, kunnu vit enn einaferð frøast um seinastu ferð listafólk fingu peningarligan stuðul. Her eru myndir og røður, tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar.

Røða hjá Mikkjal Helmsdal fyri Sakarisi Stórá á Tjóðpalli Føroya 15. januar, 2012, í sambandi við handan av “Virðisløn til ungt listarfólk”.

 Harra Landsstýrismaður, háttvirda samkoma og góði virðislønarmóttakari, Sakaris.

”Virðisløn til ungt listafólk” er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan.

Sveisiski dramatikarin Friedrich Dürrenmatt segði einaferð, tá hann á búnum aldri tók ímóti teirri fremstu sveisisku bókmentavirðislønini, at virðislønir er nakað ein listarmaður fær, tá hann ikki longur hevur brúk fyri pengunum. Tað passar kanska ikki altíð í Føroyum – her kann eitt fíggjarligt íkast koma væl við allastaðni í mentanarlívinum, eisini hjá royndum og viðurkendum listarfólkum. Men tað liggur tann sannroynd í útsøgnini hjá Dürrenmatt, at vit í sambandi við mentanarvirðislønir ofta líta aftureftir, fagna og heiðra tað, sum longu er gjørt, sum er etablerað og góðtikið, og kanska í minni mun hyggja frameftir og royna at hjúkla og nøra um tað, sum koma skal, og sum skal hava endurnýggjanina við sær. Vit reisa minnisvarðar fyri fortíðarinnar list, heldur enn at planta fræ og skapa gróðrarbotn fyri endurnýggjan og nýbrotum. Tí er tað eitt gott hugskot hjá landsstýrismanninum at lata eina mentanarvirðisløn at stuðla og eggja ungum listarfólkum. Eina virðisløn, ið ger mentanarliga íløgu í framtíðina og sum verður latin, meðan stuðulin enn fellur, sum tey siga í dag, á eitt turt stað. Eg vóni, at hendan virðislønin til ung listarfólk verður ein fastur táttur í sambandi við mentanarvirðislønir landsins árini framyvir.

Sakaris Fríða Stórá fær hesa virðislønina fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.

Tað hendir nógv nýtt og spennandi innan føroyskan film beint nú. At úrslit vísa seg nú er ein samanrenning av fleiri ymiskum tættum. Tað at undirvísing í filmi hevur verið ein vallærugrein á miðnámsskúlunum seinastu árini. Tað at filmsverkstaðurin Klippfisk hevur givið ungdómi –fyri tað mesta í høvuðsstaðnum, men í seinastuni við stuðli frá Mentamáláráðnum eisini úti um landið- atgongd til útgerð og ráðgeving. Alt hetta hevur spakuliga økt um virksemið innan film, og vit síggja nú alt størri og meira ambitiøsar verkætlanir frá okkara ungu filmsskaparum. Fleiri ungir føroyingar hava nomið sær ella eru í ferð við at nema sær útbúgving innan fyri film.

Tí er tað eitt gott val, at landsstýrismaðurin við hesi fyrstu virðislønini til eitt ungt, lovandi listarfólk hevur valt at seta ljóskastaran á føroyska filmslist og tað spírandi virksemið, sum er millum ung føroysk filmslistarfólk.

Tað, sum tørvur er á beint nú innan føroyskan film, er, at vit stuðla og eggja talentunum og eldsálunum, sum eiga evnini og gávurnar at føra føroyska filmslist framá.

Og har er valið av Sakarisi Stórá sera væl rakt. Tí í honum eigur føroyskur filmur bæði eitt ungt filmiskt forteljaratalent og eina eldsál, sum brennur fyri filmslistini, og sum brennur fyri at gera film í Føroyum, á føroyskum, við støði í føroyskum søgum.

Hvør er so hesin ungi 25 ára gamli skopuningurin, sum hevur gjørt so væl vart við seg innan føroyskan film?

Sjálvur kom eg at kenna Sakaris fyri 5½ ári síðani, tá eg stóð á odda fyri norðurlendska Filmssummarskúlanum FISK 2006, sum varð hildin í Føroyum, og har ungdómar úr Føroyum, Noreg, Svøríki og Finlandi luttóku. Hetta var eitt 14 daga skeið, har næmingarnir vóru býttir í tríggjar bólkar, sum framleiddu hvør sín stutta spælifilm frá grundini av, t.v.s. frá hugskoti, til handrit til lidnan film – undir kønari vegleiðing frá royndum yrkisfólki innan filmslist úr øllum Norðurlondunum.

Sakaris tók lut og valdi sær filmsljóð sum arbeiðsøki. Fyrsta inntrykkið av Sakarasi var, at hetta var ein heldur stillur ungur maður við einum nørdutum áhuga fyri tøkniligu síðuni av filmsgerðini. Men gjøgnum teir 14 dagarnar, ið skeiðið vardi, gekk skjótt fram, at maðurin var ikki so afturhaldin kortini. Hann røkti sín leiklut sum ljóðmaður í sínum framleiðslubólki við stórum nærlagni, men tað var ikki at taka feil av, at her var ein maður, sum dugdi og vildi annað og meira enn tøknina, tá um filmsgerð ráddi, sum heilhugaður gav sítt íkast til at skapa stílin og søguna í filminum, sum hann var við til at framleiða. Og tað kom eisini skjótt til sjóndar, at hóast maðurin at byrja við tóktist eitt sindur smæðin og egin –sum bygdamenn jú oftani gera, tá teir skulu gera seg galdandi millum tey kulu í Havn- so hevði hann ríkiligt av bæði vitan og humori at oysa av.

Undan Filmsummarskúlanum í 2006 hevði Sakaris gingið eitt ár á filmslinjuni á Agder Folkehøgskole í Noreg. Og í 2007 gekk leiðin aftur til Noregs, har hann tók eina 2 ára filmsútbúgving á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Filmurin Passasjeren, sum vit skulu síggja um eina løtu, var endaligi fráfaringarfilmurin hjá Sakarasi á hesum skúlanum.

Passasjeren vísir hvørjar styrkirnar og áhugamálini eru hjá Sakarisi sum filmsleikstjóri. Her sæst ein sera góður ansur fyri dramaturgi – eini evni at skera eina søgu inn til beinið og fortelja hana við sera einfaldum miðlum. Her er sera góð persónsleikstjórn. Sjónleikararnir eru amatørar, men tað sæst ikki aftur í filminum. Vit trúgva sum áskoðarar upp á persónarnar, ið vit síggja. Sakaris hevur eisini ein forkærleika fyri sosialari realismu, sum er sjónligur í filminum, at siga søgur um verulig menniskju í einum veruligum gerandisdegi. Og her er eisini eitt nærlagni í handverkinum og ein stremban eftir samsvari millum hondverkið í filmsgerðini og søguna, sum skal forteljast.

Tá ein so samstundis kennir inspiratiónskeldurnar til filmin, so sæst eisini, at vit hava við ein ungan listarmann at gera, sum dugir at brúka temu og motiv úr øðrum listarverkum og brúka tey til at skapa nakað nýtt, sjálvstøðugt og upprunaligt. Tvær bøkur hava sambært Sakarisi sjálvum inspirerað søguna í Passasjeren. Onnur er Glansbílætasamlarararnir eftir Jóannes Nielsen. Úr einum av søgunum/kapitlunum í hesi bókini hevur hann fingið motivið at vera fangaður við einum øðrum persóni í einum taksabili uttan at kunna sleppa sær burtur frá støðuna, at ikki at kunna rýma undan eini óynsktari samrøðu. Hin keldan, sum hevur verið íblástur til filmin, er Bíblian og líknilsið um tann burturvilsta sonin ... sum í viðgerðini hjá Sakarasi fær umvent fortekn upp á allar mátar. Hóast inspiratiónskeldurnar eru eyðsýndar, tá ein fær at vita um tær, so er Passasjeren eitt sjálvstøðugt listarverk, sum livir sítt egna lív leyst av upprunaligu fyrimyndunum. Og tað er styrkin hjá einum góðum søguforteljara – at duga at finna íblástur í umhvørvi, søgum og hendingum rundan um seg, at finna byggisteinar til søgur í gerandisdegnum og í verkum hjá øðrum og skapa sítt egna listarverk burtur úr teimum.

Passasjeren er frá 2009 og er seinasti filmurin hjá Sakarasi. Men hóast tað, so hevur hann ikki verið latur ella óproduktivur hesi seinastu 2½ árini.

Hetta tíðarskeiðið hevur hann arbeitt við filmsverkætlanum hjá øðrum sum upptøku- og ljóðmaður. Hann hevur verið ein íðin undirvísari fyri Klippfisk – á filmssummarskúlum fyri ung, á skeiðum fyri nýbyrjarar og á skeiðum, sum Klippfisk hevur hildið fyri skúlaungdómi kring landið. Og tað hevur hann gjørt við einum smittandi eldhuga og ídni, sum hevur fingið næmingarnar at luttaka av fullum huga. Hann hevur sagt, at hann kennir tað sum eitt kall at undirvísa og at bera kunnleika sín víðari til tey yngru

Sakaris hevur eisini skrivað fleiri filmshandrit hesi seinastu trý árini. Eitt av teimum verður gjørt til veruleika í summar. Hetta er ein stuttfilmur, sum skal takast upp í Føroyum. Hann verður sambært Sakarisi øðrvísi enn teir, ið hann hevur gjørt áður. Ikki so sosialrealistiskur. “Meira happy ...sum ein poppsangur”, hevur hann sagt.

Hóast Sakaris býr og arbeiðir í Føroyum og hevur røturnar væl festar í heimbygdini Skopun, so er hann ikki nakar heimføðingur, tá tað kemur til tað fakliga og listarliga arbeiðið. Hann samstarvar t.d. við ein norskan høvund um leikrit síni og til stuttfilmin, ið hann fer at gera í summar, hevur hann fingið ein belgiskan, altjóða viðurkendan fotograf at standa fyri upptøkunum.

Í løtuni er hann í ferð við at gera ein dokumentarfilm um ein av okkara kendastu rokkbólkum, sum júst hevur spælt eina nýggja fløgu inn.

Upp á longri sikt hevur hann eitt næstan liðugt spælifilmshandrit á goymslu, og vónar, at fáa møguleika at gera hendan filmin til veruleika eina ferð ikki alt ov langt úti í framtíðini.

Sakaris er ein ungur maður, ið brennur fyri filmi og hevur ofrað nógv fyri at kunna arbeiða burturav við filmi hesi seinastu árini. Tað hevur kravt nógv frával, og hann hevur givið avkall upp á nógv av tí materialla lívinum, ið javnaldrar hansara liva.

Sakaris hevur lýst sína starvsleið soleiðis, at hann er komin til eitt point of no return. Hann hevur valt filmin fram um alt annað og kennir at hann er komin hartil, at hann má halda fram. Tað er ov seint at saðla um nú og velja nakað annað.

Sakaris hevur sagt, at hann vil helst arbeiða í Føroyum. Pengarnir og møguleikarnir eru helst fleiri uttanlands. Men her er tann mentanin og tað jørðildið, ið hann kennir best. Tó so – hann vil heldur gera filmar á norskum, donskum ella enskum enn slættis ikki at gera film.

Tað at gera film í Føroyum er øðrvísi, sigur hann. Tað er ”eitt sindur løgnari”, ”sum at berjast við vindmyllur”. Og tað er nokk tann hugburðin, ið ein skal hava, um ein skal trúgva upp á tað og blíva við at satsa upp á at gera film í Føroyum.

Góði Sakaris.
Eg haldi, at tað er eitt gott val at geva tær hesa virðislønina. Eg veit, at tú ert glaður fyri og virðismetir tað heraklappið, ið tú fært her í kvøld.
Og tú hevur avgjørt uppiborið tað.

Eg trúgvi uppá, at tú eigur nógvar søgur í tær og at tú fert at gera nógvar góðar filmar afturat. Og eg gleði meg til at síggja teir. Hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Kvøða hjá Gunnar Hoydal til Kristian Blak, hildin sunnukvøldið 15. januar 2012
Kvøða til Kristian

Fyrst var tað súlan, sum fleyg vestan fyri Mykines, og har vóru szlangan HansZole og Kolbein og Ólavur Øster og Sharon og Ingolf Patursson og Birita og Maggi og Marita Dalsgaard og Eskil Romme og Jesper Thorup og Karsten Vogel og Ole Wich og fleiri onnur.

LP plátan varð tikin upp frá 1.august til 6.september 1977 hjá Milson Zachariasen, og nótar og tekstir kundu fáast hjá einum, sum skrivaði seg Kristian Blak, Husby 6990 Ulfborg.

Haðani var hann komin, tí nýggir fransklærarar vóru arbeiðsleysir í Danmark. Tíbetur fyri okkum, sum tað seinni vísti seg. Ikki tí: Hetta franska mundi vera so sum so at skilja hjá næmingunum, tí tað var blandað við einum málføri, sum heilt týðiliga mundi vera komið úr Jútlandi, heilt har vesturi, har sum aldurnar bróta inn á sandstrendur og sævarvaksnar mølheyggjar. Sjálvur var hann hárfagur um skalla og vangar, og tá hann tosaði, høvdu orðini hug at villast inn í tann prýðiliga skeggvøksturin og koma frá honum aftur meira sum suð og tónar, heldur enn sum franskar máliskur og bendingar.

Men eitt annað var, sum hann dugdi og sum hoyrdist væl. Hann dugdi at spæla uppá. Rokkurin var farin at hoyrast úr kjallarum og bilhúsum, men tað vóru mest gittarar og trummur. Kristian spældi klaver, sum ikki var so vanligt tá. So hann var biðin til nógv ymiskt, og hann var ikki pírin við slagnum av tónleiki, bara tað kom úr huga og hjarta.

Perlan var eitt hús við nógvari søgu. Tað stóð niðri á trýkantinum millum Bryggjubakka og Mylnugøtu. Áðrenn húsið fekk sítt vónríka navn, hevði tað verið pakkhús hjá Z. Heinesen, tá ið hann hevði tikið við Restorffshandlinum í Vágsbotni. Seinni hevði tað verið matstova, ein av teimum heilt fáu í Havnini.

Húsið stóð á grund, sum var skeiklað allar vegir, bæði aftur og fram og upp og niður, ein skjøldur var breiður og høgur, ein annar smalur og lágur, og síðurnar gleivaðu í hvør sína ætt. Nú stóð húsið tómt uttan uppi á loftinum, har sum William eina tíð hevði havt sína málarastovu. Takið lak, rukkupláturnar rustaðu, eitt skrímsl var húsið at síggja til og so mishátt, at tað hevði fingið tann dulda vakurleikan, sum roynd og láturmild fólk kunnu fáa, tá ið tey eldast. Kommunan átti húsið, men visti ikki, hvat hon skuldi gera við tað. Tað var so latið jazzfelagnum upp á leyst, ímóti at felagið stóð til svars fyri rakstrinum og ansaði eftir, at alt fór siðiliga fram.

Úr hesum gamla húsi fóru nú at hoyrast sjáldsamir tónar, fólkatónleikur, rokkur, men mest jazzur og frítt samanspæl í størri og minni bólkum. Nýggjur sangur hoyrdist út gjøgnum vindeyguni, og viðhvørt fóru eisini ungir yrkjarar, meira og minni fyrireikaðir, meira og minni smædnir, fram á gólv at lesa upp ella siga fram úr sínum egna, meðan ein saksofon ella ein bassur royndi sum frægast at fylgja við. Húsið gjørdist eitt friðskjól hjá teimum, sum vildu finna inn í tónleikin, sín egna og tann sum tók seg upp í samanspæli við onnur, og oftast var tað hesin nýggi fransklærarin, sum sat og sló niður í klaverið, og altíð var tað hann, sum fekk tað í lag, sum í fyrstani bara var ein leysligt hugskot ella ein óveruligur dreymur.

Tað bleiv minni og minni franskt og meira og meira tónar, at enda so nógv, at Kristian gavst í Hoydølum og fór undir heilt í tónleiki. Tað átti ikki at borið til, tí tey fyrstu mongu árini var nógv meira møði enn føði. Men har var eisini grøði, so sum sæst á útgávunum, sum hann og Havnar Jazzfelag (eisini hann) og Tutl (eisini hann), stílaðu fyri. Plátan við Spælimonnunum í Hoydølum kom í 1977, Vælferðarvísurnar hjá Kára p. í 1978, ein minniligur varði í føroyskari sangskriving, Jazz í Føroyum 1978 við tveimum útgávum aftrat seinni, Veðurløg við Karsten Vogel 1980, meira og meira í einum fjølbroyttum samanspæli millum føroyskar og útlendskar tónleikarar.

At skipa fyri øllum hesum og samstundis fáa stundir til sítt arbeiði sum tónaskald, tað hevur verið eitt ódnartak, men eisini tað bar til. Í 1979 kom fyrsta LP plátan Snjóuglan við hansara egna tónleiki, í 1982 tann stórfingna útgávan Ravnating við ljósmyndum hjá Philippe Carré, eitt stórverk í føroyskari list, tori eg at siga, sjálvt um tónaskaldið er jútskt og myndlistamaðurin er franskur (minnist til, at tey sum gera gott verk í Føroyum eru góðir føroyingar). í 1984 Concerto Grotto, við tónleiki skrivaðum til at framføra í hellinum við Líðargjógv á Sandoynni, meðan havið skolar niðaní, og bládúgvur flúgva inn og út, og framført við so mætum tónleikarum sum John Tchicai, Anders Hagberg, Anders Jormin, Lelle Kullgren og Karin Korpalainen saman við Sharon og Kristiani.

Heygar og Dreygar, Kingoløg, Svita yvir 15 føroysk fólkaløg, Brøytingar: Kristian gjørdist tann stóri samanbindarin millum lond og tónleikasløg, altíð opin fyri nýggjum møguleikum, altíð fúsur at finna ein gongda leið, so ella so. Umframt alt hetta hevur hann verið oddamaður í tiltakinum Summartónar, sum skipar fyri framførslum um alt landið á hvørjum sumri. Aftrat kemur hansara drúgva starv øll árini fyri rættindum hjá tónleikarum og listafólki.

Og so eru tað allar ferðirnar út í heim at spæla fyri øðrum og læra av øðrum. Kom sjálvur fyri nøkrum árum síðani eitt myrkt kvøld í februar til sveitsiska býin St. Gallen at lesa upp, og hvør sat har i kirkjukjallaranum og spældi upp á lívið: Kristian saman við Sharon og Ívar Bærentsen og Janne Danielsson og øðrum gomlum spælimonnum. Verðin var lítil og samstundis ómetaliga stór, og tað var skjótt at sangurin ”Aldan” brimaði, til sveitsararnir høvdu lært at syngja ”øs meg, tá eg biðji um frið”.

Ein óttaleysur íbirtari, netverksmiður, íverksetari ella hvat sovorðið annars sigst um hetjurnar í dagsins framkomna samfelagi. Nýggj tøkni og skjótari samskifti hevur gjørt tað lættari at koma frá ætlan til liðugt verk. Í seinastuni eru komnar umleið hálvhundrað útgávur á hvørjum ári, og talið av útgávum, plátum, bondum og fløgum og talgildum fílum, Kristian hevur verið uppií, er nú umleið 500, harav ein tíggindapartur ella 50 útgávur við hansara egna tónleiki. Ivaleyst kann hvør av hesum útgávum metast saman við eitt vanligt yrkingasavn, men hvat føroyskt skald kann vísa á eitt avrik sum hetta?

Súlan fleyg, bládúgvurnar við, og ravnarnir Hugin og Munin koma heim og siga frá tí, sum í verðini gerst. Tað er sum við hesum spælimanninum, ið ongantíð troyttast: Kristian hevur hugin og hann ger munin. Ósjálvsøkin, hugsunarsamur, hugsunarsamur, góður í ráðum og altíð beinasamur.

Hann er sum áin, ið tutlar undir heilum, ferðin er endaleys, og her er hansara seinasta fløga, har hann spælir egnan tónleik saman við bólkinum Yggdrasil, sum eitur eftir heimstrænum, ið hevur greinar, sum breiða seg upp og út um allan himmalin. Á húsanum er listaverk úr Nunavut í Kanada og kallast ”Shamanur á náttarflogi”. Shamanur er eitt fólk, sum hevur beinleiðis samband við duldar og grøðandi máttir. Hagar er hann nú komin. Hann er hjá fuglinum, hann flýgur um lond, og hann lýsir. Hatta er hann!

Kristian í Boyggjastovu á Reyni, FO 100, er okkara shamanur.




 Røða hjá Maluni Marnersdóttir fyri Jóanes Nielsen, tá hann fekk handað Mentanarvirðisløn Landsins 2011

Háttvirdu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Jóanes Nielsen, skald.
kæru virðislønar- og heiðurslønarmóttakarar og kæra samkoma

Takk fyri heiðurin at røða hesa løtu. At tala um og við Jóanes Nielsen, sum nú hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins.

1.

Í yrkingasavninum Naglar í jarðarinnar hús sigur yrkjara-egið:
Tí hangi eg um skaldskapin
sum fyllibyttan um fløskuna.
Mínar mentaðu lastir
góvu mær M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn í 1984.

Naglar 21.

Eg loyvi mær at halda, at hetta yrkjara-egið stendur tær nokk so nær, tí tú, Jóanes fekst M. A. Jacobsens júst í 1984. Síðani hevur tú verið í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina, fleiri bøkur tínar eru týddar og givnar út í Danmark og Noregi og hava fingið frálík ummæli har. Og tú hevur fingið starvsløn bæði frá danska og føroyska mentanargrunninum.

Og nú stendur tú fyri skotum her. Mentaðu lastir tínar hava enn eina ferð fingið teg aftur. Onkur kundi kanska spurt, um tú ikki hevur ein trupulleika og vilt sleppa í viðgerð, eitt nú til avvenjingar!

Nei, hatta er skemt sjálvandi, men tú fært valla fínari føroyska virðisløn enn hesa, Mentanarvirðisløn landsins. Eina útlendska hevur tú eisini fingið, eg hugsi um Norðurlendsku Dramavirðislønina. Eg haldi, at vit øll unna tær so hjartaliga at fáa fleiri bæði innlendskar og útlendskar virðisløn afturat, men lat okkum nú frøast um, at mentanarvirðislønarnevndin hjá Mentamálaráðnum í sínum vísdómi hevur gjørt av at lata tær virðislønina.

Hinvegin kunnu vit venda hesum við. Eg haldi eisini, at tað er í tínum anda at siga, at henda virðislønin er fjøður, sum land okkara prýðir seg við – eitt nú fyri at kunna teljast millum mentaðu tjóðir heimsins. Og tað er gott. Annars er tað ikki gilt av peningi at forvinna tíansheldur at fáa hjá tykkum, sum skapa hetta, sum í okkara mentan er tað fínasta vit eiga – mentan og list.

2.

Við ansi fyri dagfestingum, hevur Mentamálaráðið gjørt føðingardag Williams Heinesens til mentanarvirðislønardag. Og hann er ein av yrkjarunum, sum tú og aðrir yrkjarar hava tykkara stríð við. Skulu tit elska hann og læra okkurt av honum, ella skulu tit hata hann og kveistra hann burtur. Jóanes, tú telist tíbetur millum tey, sum hava víst skaldskapi hansara ans. Tú hevur skrivað ta retoriskt spyrjandi yrkingina “Hvat skulu vit gera við William Heinesen”, sum Hans Tórgarð fer at lesa um eina løtu. Ein onnur yrking um William Heinesen eitur “Hin vakri njósnarin” – og tað var júst tað, William Heinesen var – og tú við fyri alt tað. Ein munur er, at tú njósnast millum onnur fólk og í aðrari tíð enn William. Uppaftur ein onnur yrking tín lýsir eitt par, ið fer at fáa sær hummarar at eta. Hon minnir um yrkingina “Olympia” eftir William Heinesen, ið lýsir eina einkju, sum m.a. fær sær hummara saman við nýggjum elskara.

Nógvir aðrir yrkjarar og rithøvundar eru við virðing nevndir í yrkingum og bókum tínum, mest menn, men eisini onkrar konur. Stundum fremur tú kortini satt skaldsligt faðir-morð. Tað kemur fyri í leikinum Eitur nakað land weekend? har Jóannes Patursson, bóndin, yrkjarin og tjóðskaparpolitikarin verður líkskorin á pallinum. Tað er hvørki nasvíst ella óvirðiligt; tað er neyðugt at gera upp við listaligar fyrimyndir fyri at skapa sínar egnu og føra orðlistina víðari – tú, Jóanes Nielsen, ger tað á tín viðhvørt bonska hátt. Penheit hava vit ovmikið av – tað yrkir tú eisini um. Fyri alt tað, tað ber til at elska yrkingarnar eftir Jóannes Patursson hóast skaldsligu atfinningarnar. Tær hoyrdu til sína tíð; nú er onnur tíð og aðrar yrkingar.

3.

Tú verður nógv lisin – tað sigst, at yrkingasøvn tíni liggja uppslitin í lugarunum.

Lat meg við einum av tínum orðum siga, at verk tíni hava “bunkrað” í Nonnuskúlanum, á skipsdekkum og á Havnarkai og lýsa ofta hvar virðini, sum hetta landið livir av, verða skapað. Atfinningarsamur ert tú eisini. Eina mest finst tú at kraddarum; “samfelagsins Djengis Khanar” kallar tú teir viðhvørt, og tjóðskaparrørslan sleppur heldur ikki undan.

Tað, sum tú hevur givið okkum, er:

Royk(ur)in av nýggjum orðum
Øðrvísi trúgv
Av motorum ið syndraðu gamalt huglag

Brúgvar 36

Stundum er yrkingakynstrið lýst sum “fepurin (...) gjøgnum bokstavaraðið” (Brúgvar 15), og stundum verða yrkingarnar óhugnaligar:

Dreygar ið eiga at kenna sítt pláss handan gyrðingarnar í ørskapinum
Eggja vælútbúnum fólki at fella vónleysar dómar yvir førleikan hjá orðinum at endurspegla heimin.
Tómar kumpassir fara avstað við hægstu bókmentaligu viðurkenningunum

Brúgvar 15

Gátuførur dómur, yrkingin fellur. Tað er ilt at vita, hvussu hesar reglur skulu týðast. Eru tær eitt nú um tiltøk sum hetta, har tú sjálvur ert tóma kumpassin, sum fer avstað við hægstu bókmentaligu viðurkenningini? Tí eg veit ikki, um spritt er eftir í kumpassini hjá tær – um tú framvegis fert at vera líka skrappur. Men eg veit, at kumpassin hevur víst ávísa kós, og misvísingin er kend: tú hevur ongantíð krógvað, hvar tú hoyrdi heima politiskt. Hesi seinnu árini hevur sosialistiska hellingin kanska ikki ligið so frammarlaga í tí, sum tú yrkir, men bersøgni globaliseringskritiski tónin er har – væl blandaður við sera ítøkiligan kærleika og eymleika, seksualitet og listaligt kynstur. Birita Mohr fer seinni at lesa yrkingar upp, sum vísa tað.

4.

Tú hevur næstan altíð yrkt órímað og sjáldan í púra regluligum ørindum. Afturfyri skapar tú myndir. Tað eru orðini, myndevnini í teimum og endurtøkur, sum hugtaka. Yrkingarnar hava eisini javnan verið um yrkingakynstrið sjálvt – tær eru viðhvørt poetikkir, stundum í brotum og stundum meira útgreinaðar lýsingar av yrkingahátti. Ein sigur:

Yrkingar eru rekar.
Viðarbular riknir inn á grýtutar strendur.
Heilivágur hjá sorgini.
Spreingiknøttar mót maktini.
Saltið í rúkandi døgurðapottum.

Tjøraðu plankarnir 5

Her hava vit fýra myndburðir ella metaforar ella orðmyndir, rekan úr bóndasamfelagnum, viðarbulin úr skógarídnaðinum, heilivágin úr heilsuverkinum, spreingiknøttin úr krígsmáli og so tað einfalda, men týdningarmikla saltið úr gerandisligari matgerð. Eina aðra staðni sigur yrkjara-egið:

Eg vil til tann reina skaldskapin sum dukar í dieselmotorinum
sum brennir í kjøtinum á svíktari [sic] kvinnu
sum nývaknað spyr postboðið hvat tað er fyri øld sum larmar úti á vegnum

Kirkjurnar 32

Myndirnar eru fullar av mótsetningum. Eitt nú samansetingin av reinum skaldskapi (hvat er rein list? – men lat tað fara í kvøld) og dieselmotori. Tað reina og tað oljudálkaða og oljudálkandi; hetta vísir hvussu skaldskapur kann vera, nýtir málið á óvanligan hátt, setur øðrvísi saman enn gerandismálið, og tað eggjar hugin. Henda yrkingin viðger, hvaðani yrkingar koma, hvat tær eru og kunnu. Eitt nú: “Yrkingin eigur eina styrki sum er sterkari enn skaldið sjálvt”, og tað er so satt sum tað er sagt. Mangan býr meira í yrkingunum, enn skaldini geva sær fær um og tað er til frama fyri lesararnar.

Hinvegin eru eisini yrkingar, sum siga, at orð eru ikki vandaleys. Einastaðni stendur:
Eg ræðist hesi ógvisligu orð
sum fløða úr mínum penni.
Gævi eg var ein silvurklokka
til pynt á einum aldurdómsheimi.

Tjøraðu plankarnir 29

Tað fremur fatan¬ina at gera av, og tað gert tú Jóanes – báðar vegir. Longsulin eftir at krógva seg í tí meinaleysa lýsir kanska eina almenna kenslu hjá fólki, sum viðhvørt seta nøsina nakað langt fram. Yrkjara-egið hjá tær, Jóanes, fellur kortini ikki fyri freistingini at gerast pyntiligur.

5.

Fyrsta skaldsøgan hjá tær hevur heiti, sum er ein heila søga. Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum.

Tempulsúlur ljóma av egyptiskari, grikskari og rómverskari byggilist. Í skaldsøguheitinum eru súlurnar tvær, og tað liggur beint fyri at hugsa um fyrsta templið í Jerusalem, Sálomontemplið. Báðu megin dyrnar stóðu tvær súlur, sum kallaðust Bóas og Jakin ímyndandi kongarnar Dávid og Sálomon. Hetta snið varð fyrimynd í kirkjubygging í miðøld, og seinni tóku frímúraralosjurnar tað til sín.

Í miðdepli í skaldsøguni stendur útróðrarverkfallið í 1975, sum bókin halgar. Hon ger gummistivlarnar til symbol fyri tann berandi leiklutin sum útróðrarmenn og arbeiðsfólk hava í samfelagnum.

Næsta skaldsøgan var Páskaódnin. Hon fer fram í Havn og fyri ein part í kloakkleiðingunum. Triðja skaldsøgan, Glansbílætasamlararnir kom í 2005, og hon er heilskaptari enn hinar báðar, kanska tí at tilfarið nemur við lívssøguna hjá høvundinum: Skúlatíðin í nonnuskúlanum, grannalagið við Landavegin og vinmenninir haðani. Hon er eins og fleiri yrkingar týdd til danskt og varð sera væl fagnað í donsku pressuni.

Og so komu nøkur yrkingasøvn aftur við myndaríkum heitum sum ørsmáar søgur. Brúgvar av svongum orðum ljómar av meginpartinum av sjálvljóðaskipanini og kann benda hugin á yrkingina “Brúgvar” eftir Karsten Hoydal. Heitið á nýggjasta yrkingasavninum, Tey eru sum taka mánalýsi í álvara, er skemtiligt og heilsar kanska yrkingini um mánan og jørðina eftir Róa Patursson.

Longu í fjør kom triðja skaldsøgan, sum er enn meira umfatandi enn tær undanfarnu bæði formliga og innihaldsliga. Heitið á henni klingar av fremmandum londum og er merkiliga samansett. Brahmadellarnir. Brahma [bra.hma] – er hindu skapanargudur. Hann er settur saman við italska diminutiv/minkandi eftirskoytinum “-tella”, sum í ”frittatella” = frikadella, lítið kjøtknetti, so tað verður kanska Brahma-petti – skapanargudapetti ella smáir skapanar-gudar? Ja hví ikki. Tað eru vit kanska øll.

Brahmadellarnir er søgulig skaldsøga. Hon byrjar í august í 1980 á gamla kirkjugarði í Havn, har høvuðspersónurin Eigil Tvibur heldur 185 ára føðingardagsveitslu fyri Napoleon Nolsøe. Hann var lækni í 1850-60-árunum og sonur Jákup Nolsøe og tískil bróðursonur Nólsoyar-Páll. Hesin Eigil, sum heldur føðingardag fyri Pola, er skaldsligur persónur, býráðspolitikari og rithøvundur og ger heldur nógv av tí váta slagnum (358). Politiskt er hann vist Gamla-sjálvstýrismaður, anti-tjóðveldismaður og bókmentasøgukritiskur.

Føðingardagshaldið endar í næstseinasta kapitli í bókini. Tá verður Eigil handtikin á kirkjugarðinum fyri nakað frammanundan at hava gjørt seg inn á og meinslað ein mann, ið hevði skrivað eitt lesarabræv sum beindi fyri politiska andliti hansara.

Millum alt hetta faldar ein samansett og spennandi søga seg út. Tað langa tíðarskeiðið í 19. øld er ikki fyri viðkvæmar sálir. Hvørki mentanarliga ella kensluliga. Harafturat endavendir skaldsøgan fastgrónum fatanum um søguligar menn og tilburðir.

Eitt nú er Løbner kommandantur lýstur sum erotikari, ið dárar unnustu sína við sápu og lappa, sum hann kínir henni við um allan kroppin; hesin kommandantur, ið vit halda okkum kenna úr søgubókunum sum harðligan og ódámligan.

Ritverkið eftir Jóanes Nielsen er fjølbroytt og ríkt. Myndirnar eru ramligar. Yrkingarnar bera saman og gera myndburðir, sum smella og standa fram í tekstunum. Eisini skaldsøgurnar taka stundum dýran til, men stundum eru tær eins og yrkingarnar sárar og varligar – hvørt um annað og púra óvæntað.


Hjartaliga til lukku, Jóanes.
Takk fyri hesar mentanarligu lastir.
Um tær tørvar spritt á kumpassina, so kann Mentanarvirðisløn Landsins vónandi fáa tær ein dropa at lata á hana.