Monday, October 31, 2011

Uttan frændur og heim, uttan land, uttan gud...



Á hesum síðsta oktoberdegi hava vit funnið fram eina upptøku. Tað er Jeff Buckley, ið lesur upp yrkingina hjá Edgar Allan Poe Ullalume, sum Janus Djurhuus við støði í týðing hjá Gustaf Frøding gjørdi eina týðing av, sum gjørdist heldur sjálvstøðug til at vera ein týðing. Eg seti inn báðar yrkingarnar her:



Edgar Allen Poe: Ullalume

The skies they were ashen and sober;
The leaves they were crisped and sere -
The leaves they were withering and sere;
It was night in the lonesome October
Of my most immemorial year:
It was hard by the dim lake of Auber,
In the misty mid region of Weir -
It was down by the dank tarn of Auber,
In the ghoul-haunted woodland of Weir.

Here once, through and alley Titanic,
Of cypress, I roamed with my Soul -
Of cypress, with Psyche, my Soul.
These were days when my heart was volcanic
As the scoriac rivers that roll -
As the lavas that restlessly roll
Their sulphurous currents down Yaanek
In the ultimate climes of the pole -
That groan as they roll down Mount Yaanek
In the realms of the boreal pole.

Our talk had been serious and sober,
But our thoughts they were palsied and sere -
Our memories were treacherous and sere, -
For we knew not the month was October,
And we marked not the night of the year
(Ah, night of all nights in the year!) -
We noted not the dim lake of Auber
(Though once we had journeyed down here) -
Remembered not the dank tarn of Auber,
Nor the ghoul-haunted woodland of Weir.

And now, as the night was senescent
And star-dials pointed to morn -
As the star-dials hinted of morn -
At the end of our path a liquescent
And nebulous lustre was born,
Out of which a miraculous crescent
Arose with a duplicate horn -
Astarte's bediamonded crescent
Distinct with its duplicate horn.

And I said: "She is warmer than Dian;
She rolls through an ether of sighs -
She revels in a region of sighs:
She has seen that the tears are not dry on
These cheeks, where the worm never dies,
And has come past the stars of the Lion
To point us the path to the skies -
To the Lethean peace of the skies -
Come up, in despite of the Lion,
To shine on us with her bright eyes -
Come up through the lair of the Lion,
With love in her luminous eyes."

But Psyche, uplifting her finger,
Said: "Sadly this star I mistrust -
Her pallor I strangely mistrust:
Ah, hasten! -ah, let us not linger!
Ah, fly! -let us fly! -for we must."
In terror she spoke, letting sink her
Wings until they trailed in the dust -
In agony sobbed, letting sink her
Plumes till they trailed in the dust -
Till they sorrowfully trailed in the dust.

I replied: "This is nothing but dreaming:
Let us on by this tremulous light!
Let us bathe in this crystalline light!
Its Sybilic splendour is beaming
With Hope and in Beauty tonight! -
See! -it flickers up the sky through the night!
Ah, we safely may trust to its gleaming,
And be sure it will lead us aright -
We safely may trust to a gleaming,
That cannot but guide us aright,
Since it flickers up to Heaven through the night."

Thus I pacified Psyche and kissed her,
And tempted her out of her gloom -
And conquered her scruples and gloom;
And we passed to the end of the vista,
But were stopped by the door of a tomb -
By the door of a legended tomb;
And I said: "What is written, sweet sister,
On the door of this legended tomb?"
She replied: "Ulalume -Ulalume -
'Tis the vault of thy lost Ulalume!"

Then my heart it grew ashen and sober
As the leaves that were crisped and sere -
As the leaves that were withering and sere;
And I cried: "It was surely October
On this very night of last year
That I journeyed -I journeyed down here! -
That I brought a dread burden down here -
On this night of all nights in the year,
Ah, what demon hath tempted me here?
Well I know, now, this dim lake of Auber -
This misty mid region of Weir -
Well I know, now, this dank tarn of Auber,
This ghoul-haunted woodland of Weir."



Janus Djurhuus Oktobir 1912

Einsligt og kalt og nátt og gráur Oktobir
fjart hoyrist flog av flytifugli, ið boð ber,
at um kærleik og sang og sól, tá ið valdar Oktobir,
eingin vón, einki hop er.

Minkandi máni í skýdrátti vóð,
øtlandi hav og suffandi flóð.
Skelva um verøld tey mollstemtu ljóð,
valdar gráur Oktobir -
um sang og sól einki hop er.

Uttan frændur og heim, uttan land, uttan gud,
fell mær glerrunnin blóma, ivin, í lut,
hennar fræstund er í Oktobir,
tá um vetur og frost einans hop er.

http://listinblog.blogspot.com/2010/10/oktobermal.html

Tarira konsert í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn


Tarira kemur nú til Keypmannahavnar í sambandi við Weekdays, sum er konsert saman við Teiti og DR Pigekor og sum verður í DR Koncerthus, Studio 2, hóskvøldið 3. november. Konsertin varð útseld fyri tveimum vikum síðani, men tey, ið fegin ynskja at hoyra nýggjar føroyskar kórtónar fáa møguleikan. Tí meðan Tarira vitjar í Keypmannahavn, fer kórið eisini at hava eina konsert í Samuelskirkjuni í Thorsgade 65, leygarkvøldið 5. november kl. 19.30.Atgongumerki á kr. 80 (kr. 50 fyri lesandi) kunnu keypast við dyrnar undan konsertini. Umframt nýggj verk eftir Teitur fer kórið eisini at framføra nýggjar útsetingar, sum kórleiðarin Sunleif Rasmussen hevur gjørt til tveir Waagstein sangir. Hartil fer kórið eisini at syngja sangir eftir Knút Olsen, sum eru á fløguni Mai-mynd. Ein fjølbroytt skrá við nýggjum og minni nýggjum, kendum og minni kendum kórtónum. 

Sunday, October 30, 2011

Framtíðin er borgarlig


Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taptu báðir so dyggiliga í gjár og Jørgen fekk rætt í sínum ófrættakenda spádómi um, at "framtíðin er borgarlig". Valfimleikurin í tí frálíka barnaútvarpinum má frá nú av ljóða "høgra, høgra, høgra,  høgra, tað er rætta lagið..".

Nú er bert at vóna, at tey skilagóðu, sum hóast alt komu í tingið halda seg frá at fara í stjórn, tí har er ikki mandat hjá teimum til at fremja nakað skilagott og tað fer hvørki at klæða Tjóðveldi ella Javnaðarflokkinum at fara longur til høgru. Í eini sterkari andstøðu kundu flokkarnir heldur arbeitt saman fyri at gjørt eitt gott felags tak næsta val. Her á blogginum hava vit javnan funnist at Helenu Dam á Neystabø, sum óansæð man vera ljósár framman fyri okkara næsta mentamálaráðharra. Eitt boð uppá ein slíkan kundi verið Jógvan á Lakjuni, hvørs sangfegna skeið sum landsstýrismaður í mentamálum árini 2004-2008 enn situr fast ritað í minninum. Hann náði meg, men vit fáa ikki verri politikarar enn hvat vit  hava uppiborið og vit hava eftir øllum at døma verið sera óskikkilig, shame on us! Aja, nú mugu vit royna at koma yvir hetta og venda síðani sterkt aftur við góðari list, sum hetta landið hóast alt er fult av.


Mynd: Arne List



Saturday, October 29, 2011

Vallistin 8







R.C.Effersøe 
BARNDÓMSMINNI (So vakrar moyggjar)

So vakrar moyggjar og knappar menn,
sum kunnu teirra gerning gera,
væl finna kanst tú í Føroyum enn,
tí her er gaman at vera.
Um vetrarkvøld um grúgvu samlast øll
at siga søgur bæði um menn og trøll;
stuttligt er har,
tað tykist mær,
ið hvat so aðrir teir halda.

At reka seyð, tað so stuttligt er,
at kasta nót og halda snøri;
hvør lítil piltur so glaður fer
at stinga fliðu í fjøru;
Og tá ið piltur fer at fiska síl,
í fikku fær hann sær ein góðan drýl,
niðan í dal,
hann fara skal
at fáa agn fyri flundru.

Í øðrum londum teir gera mat,
sum rætt og slætt kann kallast evja;
“týskar klumpar” og “franska sós”
og mangt og hvat tey saman vevja.
Eg skerpikjøt og rikling vraki ei,
gev mær bara tvøst og spik og seið;
gásin væl gødd
og seyðarhøvd,
tað er tann kostur, sum mær dámar.

R.C. Effersøe
Yrkt til føstugangsveitslu sum føroyskir studentar hildu í Keypmannahavn í 1878.


Fjallprúða heim 1893

Fjallprúða heim:
treystliga tú stígur úr havi,
treystliga við sól og við glaðu;
harðlenda heim!

Fornfríða land:
onkuntíð bragdaði “slagið”,
eftir kom trælabands lagið;
nónskýmda land!

Brimbarda land:
synir og døtur tú átti,
lógu við ótta í smáttu;
stormharða land!

Roykur og sót
fjaldu tær synir og døtur,
tey bóru spjarrar og bøtur;
seint fekst tú bót!

Fjallbygda land:
illa tú legðist í dvala;
aftur tó hanarnir gala;
sagnríka land!

Fátæka land!
ognir man havið tær bjóða,
tú eigur systrina góða;
havgirda land!

Ríkt er títt hav,
gevur tær treysti og megi,
veldur tær sorgir og gleði;
fongríka hav!

Fátæka fólk:
lítið tú virdist av monnum,
hevur enn ilt fyri tonnum;
nýfødda fólk!

Fámenta fólk:
fylkist tú øksl móti økslum,
tá gerst tær stálkynt í jøkslum,
sameinda fólk!

Friday, October 28, 2011

Heystlist


Ert tú við at vera fullkomiliga til frens av teim mongu politisku lyftunum, sum flúgva gjøgnum luftina í løtuni, kundi eitt hugskot verið at fara á framsýning fyri at binda frið eina løtu. Heystframsýningin hevur opið hvønn dag frá kl. 15-18 í Listahøllini á Skipasmiðjuni inntil 6.november. Aldubáran skipaði fyri væl eydnaðari Heystkonsert 23.okt og einir 100 áhoyrarar vóru til konsertina. Skráin fevndi m.a. um verk hjá argentinska tangotónaskaldinum Astor Piazolla og verk hjá Williami Heinesen, Frederic Mignone og Kristiani Blak. Aldubáran var hesaferð mannað við Angeliku Nielsen, bratsj, Christinu Andersen, fagott og Ólavi Jacobsen, gittar. Eg seti inn nakrar myndir frá konsertini, sum Jan Andersson tók.










Vallistin 7 - Loysing ella samband og mannarættindini


Onkur hevur róð framundir, at Listin er vorðin ríkiliga tjóðveldisligur hesar seinastu dagarnar og hetta mugu vit  bara ásanna, men gera samstundis vart við, at listabloggurin alt valstríðið hevur verið opin fyri øllum politiskum áskoðanum, sum øll valevni eru sloppin at bera fram á blogginum og tað púra ókeypis. Okkara einasta krav hevur verið, at valgreinin skal snúgva seg um mentan og list. At tað so í stóran mun hava verið tjóðveldisfólk, sum hava tikið tilboð okkara í álvara, mugu vit hinvegin næstan fata sum eitt argument fyri at taka Tjóðveldi í álvara. Og vit kunnu eisini staðfesta, at tað eftir mentanar- og listapolitikkinum í teimum ymisku valskránnum at døma, er Tjóðveldi, ið tekur listina í størsta álvara. Hetta fært tú í øllum førum varhugan av, lesur tú mentanar- og listapolitikin í skrivinum "List byggir land sjónligt í heiminum", sum seriøst og neyvt viðger listina sum tilfeingi. Flokkurin er mær vitandi eisini tann einasti, ið beinleiðis brúkar list í valinum sum við verkinum omanfyri. Hetta verkið er framleitt í Steinprenti fyri Tjóðveldi sum samstarv millum Trónd Patursson og Carl Jóhan Jensen. Blái liturin er eyðkendur fyri kosmiskt hugaða listamannin úr Kirkjubø og nýskjaldrið er ikki minni eyðkent fyri politiskt aktiva skaldið, sum við fáum orðum ber fram kritikk av okkara vantandi brúki av serkunnleikanum (í hesum føri av fiskifrøðingunum) og einum eftir øllum at døma vitisleysum áliti á ein ótømandi danskan ríkiskassa. 


200 eru neyvan serliga ósamdir við boðskapinum í teirri bláu myndini, men teirra approach er nakað væl meira beinleiðis, frekt og aggressivt. Teir eru kendir sum politiska punkorkestrið, hvørs tekstir ofta ganga heilt yvir til markið og ofta yvirum alla sømiligheit og so er tað sjálvandi tað, at vit altíð kunnu kjakast um hvat sømiligheit er fyri nakað. 200 halda tað vera ósømiligt at forfylgja samkyndum og nokta at veita teimum tey mannarættindi, sum vit øll í okkara parti av heiminum eiga frá løtuni, vit eru fødd. Tað er LGBT Føroyar fyri at takka, at tað nú stendur øllum púra greitt hvørji 57 valevni taka undir við at dagføra hjúnabandslógina, so at hon eisini er galdandi fyri samkynd. Neyvan verður nakar bilsin av, at eingin úr Miðflokkinum er við á yvirlitinum yvir tey 57 og júst hesin flokkur er millum yndisoffrini hjá 200, eins og Sambandsflokkurin javnan stendur fyri skotum m.a. í einum sangi við uppáhaldinum, at eingin sambandsmaður er til um 50 ár. Filmstubban niðriundir er valla eitt listaverk, men eg fann hann á youtube, tá eg leitaði eftir sambandslist og sigast má, at hann helst er meira sambandsligur enn listaligur, men stuttligur er hann jú eisini. 






Find more 200 songs at Myspace Music





Eitt annað verk, sum hevur nógvan boðskap, ið tó ikki er eins eyðsýndur ella eintýddur sum í omanfyri nevndu verkum, er verkið hjá Tóroddi Poulsen við heitinum Loysing ella samband. Hetta er ein uppseting av viðgjørdum readymade leikum, tveir kóboyarar, sum eftir øllum at døma kappríða uttan annað sjónligt mál ella mið uttan kanska bert hetta eina; at ríða kapp. Reiðmenninir báðir hava hvørt sítt lasso til reiðar, men eingin fongur er í eygsjón. Soleiðis hevur tað kanska kenst í øllum førum fyri listafólk seinastu árini og ikki minst síðan kreppan fór at klóra, tí tað er listin og listafólkini, ið allarfyrst merkja eina fíggjarkreppu. Sjálvt um øll eru samd um, at uttan listina var keðiligt at liva, so eru listaligu produktini so mikið ovarlaga í tørvspyramiduni hjá teimum flestu, at tey gjalda ikki fyri list, tá illa stendur til. Við nýggja mentanarálitinum hjá Tjóðveldi "List byggir land sjónligt í heiminum" halda vit okkum hóma ein glotta fyri framman og vóna, at sýndi áhugin í valstríðnum fyri mentan og list sæst aftur í verki aftaná valið. Gott val!

Thursday, October 27, 2011

Eitt sindur um føroyskar igloir


Fyrr í ár hevði eg áhugavert meylbrævaskifti. Tað var í sambandi við, at Tróndur Patursson skuldi taka lut í Biennaluni Kijkdüin í Hollandi í summar, eg hevði skrivað tekst til katalogið og samskifti við samskiparar um ymisk praktiskt og fíggjarligt eisini. Tróndur skuldi taka lut við einum stórum, fantastiskum glaskupli og tað er stórt arbeiði at fáa alt til at ganga upp. Beint sum alt endiliga var við at koma uppá pláss, fekk eg ein løgnan meyl frá fyrireikarunum. Tey spurdi um eg ikki kundi senda nakrar myndir av føroyskum igloum.

Eg mátti jú tíverri skuffa tey og greiða teimum frá, at igloir als ikki vóru vanligar her í Føroyum og at tær als ikki hava nakað við verkið hjá Tróndi Patursson at gera. Eitt er, at verkið er runt og at tað ber til at fara inn í tað men tað er á ongan hátt relaterað til eina eskimoiskt kavahús, tað er relaterað til kosmos. Hetta høvdu tey ikki lætt við at góðtaka, og tí vendu tey sær til uttanríkisráðið, sum uttan at drála sendi teimum myndir av summarhúsum í Kvívík við hartil hoyrandi leinkjum og tekstum um, hvussu tað ber til at leiga hesi summarhúsini. Nú var avtalan, at hetta lítla føroyska reklamuinnslagið skuldi í tað stóra, fína biennalukatalogi. Eitt annars rættiliga hugaligt samstarv fekk ein heldur harðari tóna og eg mátti hótta við, at hvørki listamaður ella listaverk komu til Hollands í fall, at hetta láturliga uppskotið frá ”The Ministry of Foreign Affairs” varð framt í verki.

Alt endaði væl og verkið hjá Tróndi Patursson gjørdist ein ordans succés. Luttøkan hjá Tróndi varð gjøgnumførd uttan fíggjarligan stuðul hiðani, - ja uttan nakra undirtøku yvirhøvur frá heimlandinum og við beinleiðis fellum frá eini skipan, sum sigur seg fagna listini og sum sigur seg halda, at vit skulu marknaðarføra okkum altjóða við listini. Henda lítla søgan um igloir er tíverri ikki einastandandi í føroyskari mentanarfyriskipan. Tað verða javnan brúktir pengar til fullkomiliga nytttuleys tiltøk uttanlands, sum hartil eru óvirðilig av tí, at tey verða gjøgnumførd uttan ráð frá serkønum.

Her er mín visión: http://listinblog.blogspot.com/2011/06/vision-2013.html

(IS)

Mentanarval: Filmslist er eisini list


Øssur Winthereig, Tjóðveldi

listini er einki líka. Ymsar listagreinar hava ymiskan tørv. Skal listin trívast og harvið eisini menniskjuni, so mugu vit síggja, at tørvurin er ymiskur. Hóast allar listagreinar eru kroystar, so er lættari at nøkta tørvin hjá summum enn hjá øðrum – eitt nú filminum.

Vit skulu ikki standa so ovfarin og halda, at føroyskur filmur júst er dottin niður av himli. Vit skulu ikki standa og bíða, um hatta ikki nokk hvørvur aftur. Tvørturímóti eigur eisini filmslistin at takast í álvara.

Í roynd og veru hava vit í mong ár havt eina vakstrarlind í filmslistini og hava tørv á eini strategi fyri filmsframleiðslu. Her snýr tað seg um at lurta eftir teimum, sum arbeiða við filmsframleiðslu. Vit hava leingi havt møguleikan at gerast eitt land, sum kann gera vart við seg millum onnur lond við filmsframleiðslu. Men hendan listagreinin hevur ikki verið tikin í álvara.

Filmsverkstaðurin Klippfisk hevur í fleiri ár ment bæði áhugan og framleiðslu av filmi. Katrin Ottarsdóttur og onnur hava eisini víst, at her eru møguleikar. Ein vegur er at stovna ein filmsgrunn, sum bæði kann ráðgeva og fíggja filmsframleiðslu. Pengarnir kunnu bæði koma úr Føroyum og úr útlandinum gjøgnum altjóða samstarv. Har eru fleiri altjóða samstørv fyri smáar tjóðir. Samstørv sum snúgva seg um fígging, útbreiðslu og upplæring. Vit egia at gerast partur av hesum samstørvum.

Um pengarnir koma úr Monako ella Miðvági er líka mikið fyri føroyskan film, bara kreativa arbeiðið er her

Wednesday, October 26, 2011

Mentanarval: Vit vilja ein virðiligan mentanar- og listapolitikk


Øssur Winthereig, tjóðveldi

Mentanarpolitikkurin er helst mest forsømda øki seinastu átta árini. Samgongan hevur atkvøtt móti øllum uppskotum um bygnaðarbroytingar og batar. Mentanarnevnd løgtingins hevur í besta føri verið til onga nyttu yvirhøvur. Í versta føri niðurbrótandi. Tá mentanarpolitikkur als ikki hevur verið til staðar so langa tíð, er tað trupult at seta hann aftur á dagsskránna, tí eisini mentararpolitikkur skal røkjast og røktast.

Tí mugu vit gera alt vi kunnu fyri lyfta listina og mentanina fram í politiska ljósið aftur.

Mentanarpolitikkur eigur støðugt at verða á dagsskránni. Mentanarnevnd Løgtingsins eigur at vera ein mentanarpolitiskur verkstaður, sum leggur doyðin á armslongdarprinsippið og lurtar eftir mentanar- og listafakkunnleikanum.

Aðaltankin í okkara mentanar- og listapolitikki er, at um vit skulu marknaðarføra okkara land við mentan og list – og tað halda øll – so skulu vit byrja her heima. Vit skulu skapa virðilig kor hjá bæði mentanini og listini. Vit skulu styrkja tey støð, tey feløg, tey umhvørvi, har vøksturin sprettur og viðurkenna at list er til á mongum stigum og hevur ymiskan tørv .
Mentanar- og listapolitikkur má aftur takast í álvara.

Hetta ljóðar kanska háfloygt og ljóðar kanska eisini dýrt, men í stóru myndini tosa vit um smápengar. Men smápengar, sum eru ein íløga, ið grevur seg djúpt og røkkur langt.
Til gleði fyri okkum øll.

Her eru okkara boð:

Mentanar- og listapolitikkur: List byggir land, ið er sjónligt í heiminum

Hugsa um eitt land? Hvat land sum helst. Hvat vekur tín ans fyri viðkomandi landi? Hví er tað serstakt millum onnur lond?

Sjálvandi.
Og vit í Tjóðveldi ivast heldur onga løtu í at list og mentan gera munin.
Tað er fyrst og fremst listin og mentanin hjá eini tjóð sum fangar hugan hjá øðrum.
Tað hava onnur lond um okkara leiðir langt síðani ásannað.
Nú er tíð uppá at føroyingar gera tað eisini.

Við list og mentan kunnu vit gera vart við Føroyar og greiða gøtuna fyri útflutningsvørum okkara.
Men ætla vit okkum at gagnnýta listarliga og mentanarliga tilfeingi, ætla vit at gera okkum sjónlig úti í heimi, krevja list og mentan at fáa rímilig kor í samfelagnum.
Tað er ein fortreyt.

Tjóðveldi raðfestir list- og mentan høgt.
Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan og framsøknan lista- og mentanarpolitikk.
Íløgur í list og mentan eru íløgur í fjølbroytni, víðskygni og framtak í fólkinum.
Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum sterkari samfelag. Íløgur í eina tjóð sum evnar at gera seg sjónliga millum aðrar tjóðir í heiminum.
Tjóðveldi vil at Føroyar av álvara verða eitt samfelag sum ger mun í heiminum og vil tí virka fyri:

At styrkja lista- og mentanarstovnar okkara
Øll eiga at hava greiða atgongd til list og mentan.
Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú søvn landsins, hava eina stóra ábyrgd mótvegis borgaranum - ikki bert ábyrgd í orði, men eisini í verki.
Tjóðveldi vil tí hava greiða og tíðarsvarandi lóggávu á savnsøkinum.
Tjóðveldi vil tryggja at mentunararvurin altíð verður umsitin av fakliga fullskikkaðum fólki.
Tjóðveldi vil tryggja at søvn landsins kunnu savna tilfar inn, granska og miðla vitan víðari til almenningin óheft av handilsligum og partapolitiskum áhugamálum.
Tjóðveldi vil seta pening av sum mentunarstovnar kunnu søkja um til ymisk átøk.
Tjóðveldi vil tryggja at leikhús verður bygt til Tjóðpall Føroya og góðtekur ikki at byggingin verður útsett. Eisini er umráðandi at tryggja rakstrargrundarlagið hjá Tjóðpallinum soleiðis at lagt verður upp fyri almennum prís- og lønarhækkingum.

Barnamentanin raðfestast hægri
Ein fjølbroytt barnamentan elvir skapandi og sjálvstøðugar borgarar av sær. Øll børn eiga tí at hava atgongd til og møguleika at taka virknan lut í lista- og mentanarlívi.
Samfelagið eigur at leggja sær í geyma, at barnamentunarligt arbeiði setur einki minni krøv til førleika, dygd og eldhuga enn annað virksemi. Tjóðveldi leggur dent á barnamentunarligt arbeiði.
Serliga vil Tjóðveldi tryggja at føroysk børn fáa atgongd á føroyskum til alt tað barnatilfar í miðlunum, sum javnaldrar teirra í øðrum londum hava á sínum málum.
Barnamentanin skal grundfestast í dagstovnum og skúlum, tær skapandi lærugreinarnar skulu uppraðfestast og tey skapandi evnini hjá børnunum stimbrast.
Mentanarstovnar eiga somuleiðis at brúka vitan og fakkunnleika sín til at tryggja at børn fáa eitt fjølbroytt og livandi innlit í list og mentan.

Framtøk í list og mentan
Mentanarpolitikkurin má áhaldandi endurskoðast og mennast.
Áherðsla skal leggjast á at fáa vøkstur og endurnýgging í list og mentanarlívi.
Tjóðveldi vil virka fyri at filmsgerð og onnur sjón-miðlaframleiðsla fær munandi betri umstøður enn nú er. Tjóðveldi vil virka fyri at ein listarskúli verður stovnaður.
Tjóðveldi vil stuðla upp undir mentunarliga og listarliga gransking.
Tjóðveldi vil gera útvegir fyri øktum altjóða samstarvi á lista- og mentunarøkinum m.a. við at greiða fyri betri stuðulsmøguleikum til altjóða listatiltøk.
Tjóðveldi vil, at tað verður høgligari hjá føroyskum forløgum at geva út serverk og týddar bókmentir.
Tjóðveldi vil bera so í bandi, at yrkistónleikarar kunna hava samansett størv, soleiðis at teir partvíst undirvísa umframt at spæla.
Tjóðveldi vil fremja útlflutning av føroyskari list og mentan.

Lista- og mentanaríløgur
Almennar íløgur í list skulu tryggja listarligt frælsi.
Tjóðveldi vil í tøttum samstarvi við listafólk og onnur ið starvast innan mentunarøki gera eina heildarætlan fyri lista- og mentanarstuðul.
Eina heildarætlan sum byggir á fakligt innlit og armslongdarregluna.
Eina heildarætlan, sum m.a. fevnir um inntøkujavning av starvslønum úr Mentunargrunni Landsins og eina lønartrygdarskipan fyri fremstu listarfólk okkara.
Eina heildarætlan sum viðurkennir, at listarlig framseting er ymisk hjá ymsum listarfólkum og at list er til á mongum stigum og hevur ymiskan tørv.

Listarlig rættindi verjast
Upphavsrætturin er nú umsíðir komin á føroyskar hendur.
Tjóðveldi vil tryggja listarfólki samsýning fyri sítt arbeiði á jøvnum føti við øll onnur. Einki fæst fyri einki – heldur ikki list.
Tjóðveldi vil virka fyri at bøkur, filmar, tónlist og myndlist verða vard móti avriting og misnýtslu og samstundis tryggja borgaranum í kunningarsamfelagnum atgongd til tey skaptu verkini við lóggávu um upphavsrætt.
Upphavsrættarlóggávan skal vera smidlig soleiðis at listarfólk sjálvi kunnu gera av sínámillum hvussu rættindini skulu umsitast.
Sum er hava listarfólk yvirhøvur ótrygg inntøkukor, tí skjýtur Tjóðveldi upp at eftirløn verður løgd aftur at øllum samsýningum sum listarfólk fáa fyri sítt arbeiði.

List og mentan fyri øll
Tann mismunur sum er í atgongd til listarlig og mentanarlig tilboð vegna búsetu og sosial viðurskifti skal javnast.
Tjóðveldi vil í samstarvi við kommunurnar tryggja, at list og mentan eru fyri øll.
Tjóðveldi vil knæseta ta meginreglu, at tá ið tað almenna byggir skal 1,5% av byggingarkostnaðinum fara til at listprýða viðkomandi bygning.
Tjóðveldi vil somuleiðis tryggja, at avgerðir um list í almenna rúminum verða grundaðar á dygd, fakkunnleika og armslongdarregluna.
Tjóðveldi vil halda fast um, at Kringvarp Føroya skal vera ein almennur upplýsingarmiðil og hava skyldu til at røkja listina og mentanina á lítargóðan hátt.
Tjóðveldi vil tryggja at so góðar umstøður sum gjørligt eru til undirvísing í myndlist, bókmentum og sjónleiki.
Tjóðveldi vil at atgongd til søvn landsins er so lagalig og bílig sum til ber og at mvg-gjald á atgongumerki til konsertir og sýningar verður lækkað ella avtikið.
Tjóðveldi vil virka fyri stuðli til arbeiðspláss sum taka list við í verkætlanir sínar í samstarvi við listarfólk.


Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum - Rigmor Dam

Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.


Rigmor Dam, javnaðarflokkurin






Mítt yndislistaverk er The Wall hjá Pink Floyd. Orsøkirnar eru fleiri. Fyrst og fremst er tónleikurin ræðandi sterkur, samstundis sum tekstirnir hjá Roger Waters eru so ótrúliga vælskrivaðir.

Harafturat kann verkið tulkast á nógvar mátar. Har er ítøkiliga søgan um traumatiseraðu og fremmandagjørdu rokkstjørnuna, sum vaks upp við eini dominerandi einligari mammu eftir annan veraldarbardaga. Tað er hendan søgan, ið sæst aftur í filminum. Her byggir høvuðskarakterurin ein mentalan múr millum seg og umheimin, sum hann ikki longur kann kenna seg aftur í. Kenslurnar, drifturnar og náttúran eru her ein andsøgn til tað borgarliga, reaktionéra og tálmaða.

Múrurin kann eins væl tulkast á einum meira samfelagsligum plani, har hann skilur "okkum" og "hini". Hendan myndin er tíverri minst líka relevant í dag, sum hon var í 1979, tá Berlinmúrurin stóð sum ein sera ítøkilig áminning um jarntjaldið og heimin eftir heimsbardagan.

Í dag er tematikkurin eisini sera sjónligur, eitt nú í Ísrael, har múrar býta Palestinar og jødiskar búsetingar, múrar millum Mexiko og USA, og ósjónligu múrarnar millum Afrika og Europa. Millum rík og fátøk. Millum fría multinationalu fyritøkurnar, kapitalin og trælabundnu menniskjuna. Eisini kann tankin um "The Wall" endurspegla ræðsluna fyri tí fremmanda, sum ger alt meira um seg í USA og Europa.

Í stuttum, so er The Wall eitt megnarverk, tí tað kann tulkast so nógvar vegir. Eisini er ein múrur í sær sjálvum er ein so sterk mynd. Hann bæði verjir, men samstundis heldur hann onkrum uttanfyri - hann deilir heimin sundur.

Fyrsta LP-plátan eg keypti mær sum smágenta var The Dark Side of the Moon. Eg dyrki filmin, myndirnar og tekningarnar í The Wall. Havi verið til tríggjar livekonsertir, ta seinastu í summar í Berlin. Og næmingar í enskum, søgu, miðlabreyt, samfelagsfrøði ikki sleppa undan verkinum, har eg eri lærari.

Tuesday, October 25, 2011

William Heinesen fagnaður


Tað er næstan troyttandi so ómetaliga populerur, William Heinesen er bæði heima og úti.  Sjálvt um vit skilja tað ógvuliga væl, tí klókur var hann, William og so hevði hann ein óvanliga viðkomandi penn, kundi tað onkuntíð verið ynskiligt, at samtíðarlistin og samtíðarbókmentirnar fingu eitt sindur av øllum hesum positiva uppmerksemi, sum William Heinesen fær. Men tá tað er sagt, so gevi eg meg fegin og púra av mær sjálvum inn undir skaldaveingirnar hjá úrmælisbrævskrivaranum uppi undir Varða. Tað er vinkona Williams, Else Lidegaard, sum hevur givið út brøv hjá skaldinum, bókin hevur heitið "Med snudehulkende hilsen fra William Heinesen  - Et forelsket portræt. Breve og erindringer". Donsku ummælini av bókini hava verið ómetaliga positiv. Í Politiken fær hon fimm hjørtu frá Hans Hertel, sum m.a. skrivar: "I brevskrivningens kunst var han virtuos som H.C.Andersen..." og tað er jú fantastiskt. Eg seti inn áhugaverda ummælið her:

Smuk brevbog beskriver forelsket nærhed på afstand ANMELDELSE MED SNUDEHULKENDE HILSEN FRA WILLIAM HEINESEN


POLITIKEN SYNES
Politiken synes
InfoGyldendal. 237 sider. Rigt illustreret. 279 kroner. BREVBOG
ForfatterElse Lidegaard
UndertitelEt forelsket portræt - breve og erindringer
SENDPRINT
Få har skrevet smukkere dansk end William Heinesen. Bare ved at konstatere det har man hånden i hvepsereden, for Heinesen skrev nok om Færøerne, men han skrev – uha – på dansk. Et dansk, så det sang – og så det har taget ørigets nationalister et par generationer at sluge ham som færøsk digter.

Tórshavn dér på skæret »langt ude i det kviksølvlysende verdenshav« kaldte han skiftevis »verdens navle« og »verdens ende«, og kontaktbehovet gjorde ham til en hektisk brevskriver. Vi kunne bruge et fuldfedt udvalg af Heinesens liv i breve, og Else Lidegaard lægger smukt ud i denne brevkollage om 17 års venskab.
LÆS OGSÅFærøsk mesterforfatters breve er en litterær gave

Det begyndte i 1974, da hun researchede i Tórshavn til et tv-portræt af forfatteren Jørgen-Frantz Jacobsen. Heinesen var som Jacobsens fætter det oplagte kronvidne. Den 74-årige viste adræt rundt på sine øer, tog gæstfrit imod i træhuset i Vardagöta, og Else Lidegaard sad i regnvåde sokker og følte sig som i en rus.

Rusen voksede på begge sider, mens de i de følgende år skrev sammen, arbejdede sammen og besøgte hinanden med familier og filmhold.
Begge oplevede de deres sjælevenskab som en forelskelse – en ukødelig, men sensuel betagelse. Williams ægteviede hustru, Lisa, forholdt sig mere afmålt til sin nye ’rivalinde’, men generøst. Det varede dog til 2000, før hun sagde du – efter 26 års bekendtskab.
Ulvinde, sölöve, enhjörning og sværdfisk
Hovedsagen i bogen er begribeligvis Heinesens halvt hundrede breve, der beæres med at stå i havblåt.
Han åbner sig stadig mere, mens han skriver og tegner og klipper og klistrer – udi de idrætter og i brevskrivningens kunst var han virtuos som H.C. Andersen.
Om et muligt liv efter døden sagde han: »Jeg ville nu ikke have noget imod at blive til en fin lille luftart«, men slutfasen blev ikke så let.
Troldetegninger og papirklip gengives i farver, og man ser den aldrende ungersvend lege med sproget for at more og kurtisere sin »ferne geliebte«.

Hun kaldes skiftevis ulvinde, søløve (stavet sölöve), enhjörning og sværdfisk, og trods »min nu efterhånden helt grinagtigt höje alder«, som han koket siger, knæler han og »kysser neglen på din venstre lilletå … muligvis rödlakeret«.
Andre gange kaldes hun »mit eget oldebarn« og sammenlignes med hans mor, for hun forløste tydeligvis noget i hans dybeste lag, som afstanden tillod ham at spille frit ud.

Munterheden snurrer
Heinesens breve handler om stort og småt. Her er naturoplevelser og vejrmeldinger fra »regnens absolutte kongerige«, også om det indre vejr (»jævnt overskyet gråhed«).
Her er drømmetydning, glimt fra hans fortid og kommende bøger, bidske ord om politikere og kulturpersoner – og kloge ord om hans yndlingsforfattere fra La Rochefoucauld og Bellman til R.L. Stevenson, Neruda og Suzanne Brøgger.
To højdepunkter er skildringer af et absurd hospitalsophold og af kongeskibets besøg i 1984, hvor dronningen beskrives kærligt som en opal med »mild pigelig udstråling«.

Vismanden i verdens navle øser beåndet af sin indsigt i livets højere humor, den kosmiske sammenhæng mellem elementerne og menneskeheden som én stor familie med fælles fortid og fremtid. Hans munterhed snurrer som en russisk temaskine i stuen, og indimellem slås et vindue op ud imod evigheden.
Ånd er uforgængelig, siger han, og i Else Lidegaards tv-samtale med ham i 1980 – optrykt bagest – taler han vist om forbindelsen religion-poesi og om kunstens evne til at løfte og vække glæde, ømhed, indignation og fællesskab.
Ironi og erotik
Hans beskrivelse af »den skabende akt« har erotiske overtoner, men selv er han veget uden om kærlighed som passion – i nervøsitet for, at den skal stjæle kraft og tid fra digtningen.
Hans idé om kreativitet som sublimering minder mindre om Freud og mere om Descartes’ teori fra 1649 om passionernes nytte, forudsat at man gør sig til herre over dem.
Han ser ud over bordet »med sit ene stærke kyklopøje« - og udbryder totalt umotiveret: »Rullepølse«.
Om et muligt liv efter døden sagde han: »Jeg ville nu ikke have noget imod at blive til en fin lille luftart«, men slutfasen blev ikke så let.
Han taler selvironisk om »alderdommens uundgåelige vagabondkomik«, men snart står han »eroderet« og resigneret i »livsaftenens kendte ruinlandskab«, hvor alt er »kostbart som gammelt skørt porcelæn«, og han kun kan hakke med én finger på sin antikke skrivemaskine.
En uprætentiøs perle
Efter en hjerneblødning vil han nødig ses i sin »fornedrelse«, og da ’parret’ mødes sidste gang i 1990, er han næsten blind. Han ser ud over bordet »med sit ene stærke kyklopøje« – og udbryder totalt umotiveret: »Rullepølse«.

Else Lidegaard spurgte engang Heinesen, om han troede, man kan have forbindelse med hinanden efter døden? »Så skal du i hvert fald tage initiativet«, svarede han.

Det har hun gjort i denne perle af en bog.
Uprætentiøst holder hun tungen lige i munden, uden at mase sig på eller glide i ét med tapetet, så det bliver både en fortælling om forelsket nærhed trods 33 års og 1.300 kilometers afstand, et portræt af en stor digter – og en almen bog om venskab og alderdom.

Monday, October 24, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum – Óluva Klettskarð

Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi 


Barnaár míni buðu upp á ta list, sum forfedrar okkara hava átt í øldir. Nevniliga frásøgnina. Og tað er frásøgnin í víðastu merking, bæði søgan og bíbliusøgan, klassiska barnasøgan og so føroyski dansurin sum fyrst hava ment meg. Frásagnirnar brendi seg fastar í sálina. Umvegis hesar frásagnir lærdi eg at tulka meg sjálva og kringumstøður mínar. Tey gomlu vóru frágera góðir frásigarar, og abbi mín onki undantak. Søgur um land og fólk, um hugburð til fortíð og framtíð eru keldur til eitt ríkt lív. Størstar av øllum eru kvæðini. Abbi mín plagdi at skipa fyri barnadansi í bygdini høgtíðskvøld, áðrenn tey vaksnu komu í dans. Og dansurin hevur givið mær fleiri av mínum størstu listarligu upplivingum. Hin aldagamla orkestiska eindin við rørslu, tónleiki og søgum gongur upp í eina hægri eind í føroyska dansinum, og dansurin hevur fleiri ferðir givið mær katarsiska uppliving. Sum tilkomin havi eg lært at elska myndlistina, teir stóru útlendsku málararnir eins og heimligu listina. Myndirnar hjá Mikines røra meg altíð, og skeivu motivini hjá Edwardi Fuglø haldi eg vera framúr.