Sunday, December 25, 2011

Orðið varð hold...

Jólaaftan aftan á karamellur og jóladunnu og søt epli og vanlig epli og brúna sós og reyðkál og rísalamang og gávurokan er tað kanska ikki løgið, at ein ávísur andaligur tómleiki ger seg galdandi. Seint jólaaftanskvøld gerast vit øll katolikkar eina stund, meðan stovurnar fyllast av latínskum lestri á midnáttarmessuni í Rom. Eg eri ikki greið yvir hvussu leingi hesin siður hevur verið hildin í m.a. danska, t.v.s. eisini føroyska sjónvarpinum, men nøkur ár eru tað eftirhondini og sum tað ofta er við tílíkum  endurtøkum, tykjast tær eftirhondini meiningsfullar. Í øllum førum geva tær minst líka nógva meining sum ritual okkara ótørvandi kring rísalamangin og okkara meir ella minni amerikaniseraðu jólasiðir. Eitt dømi um amerikaniseringina hoyrdist í útvarpinum fyrrapart jólaaftan, tá ein av teimum annars so autentiskt-bygdasligu og hugnaligu jólamonnunum í Skeivahelli helt fyri, at jólamaðurin kemur við gávum gjøgnum skorsteinin, men bara tá børnini sova. Og tað passar heilt væl í USA, har tey halda jól jóladag, meðan vit pakka upp longu jólaaftan. Tað kendist eisini á tí desorienteraða smádronginum, at hann so ongar ætlanir hevði um at sova, áðrenn hann skuldi pakka upp.

Midnáttarmessan er stórsligin bæði so og so,  men horisontali sanglesturin kann virka svøvnligur uppá summi. Pávar skifta, men altíð eru teir avgamlir, tann núverandi er so illa fyri, stakkalin, at messan mátti framskundast, umframt at høvuðspersónurin mátti koyrast inn (minti eitt sindur um flottu scifi entransuna hjá Darth Vader), men Bænadikt 16. tóktist yvirhøvur ikki andliga viknaður, tá hann fanst at teirri grunnu kommersialiseringini av jólunum. Fyrstu ferð, eg vitjaði stórbæru Pæturskirkjuna í Rom var eisini fyrstu ferð, eg gjørdist greið yvir, at eg eri protestant. Kendi meg yvirtiknan av teimum ómenniskjaligu dimensjónunum á kirkjurúminum og av tonsavís av dýrum skreyti, av gulli, marmori, handverki og list hjá Michelangelo og Bernini m.a.. Materiel yvirflóð og halgimenni, sum verða pínd og sundurskorin og stokt, meðan tey gráta blóð. Pæturskirkjuna upplivi eg sum heild sum eina ómetaliga kropsliga kirkju og størsti parturin av henni er fíggjaður við avlátshandli katólsku kirkjunnar. So er við so nógvum av fyrndarinnar monumentum, at tey høvdu ikki verið til uttan álvarsliga stættarmun og beinleiðis misnýtslu av medmenniskjum.

Midnáttarmessan gerst ofta høvið hjá mær til listasøguliga og ikonofrafiska grundan. Pæturskirkjan er ómetaliga kompleksur bygningur, tí alt í henni hevur týdning og tilsipingar til antin ta gomlu fornkirkjuna, ella til Konstantin keisara, ella tey ymisku pontifikatini og so framvegis. Nógvar bøkur eru skrivaðar um Pæturskirkjuna og hesa midnáttarmessuna sat eg brádliga og undraðist á altarið, sum er so løgið staðsett mitt í kirkjuni. Men tá eg fór at hyggja neyvari, var talan ikki um eitt altar, men um eina baldakin, sum er staðfest mitt í sentralkirkjurúminum. Stóri barokklistamaðurin Gian Lorenzo Bernini var fimmogtjúgu ár, tá  hann fekk tignarligu uppgávun at gera eina baldakin ella ein hásætishimmal uppi yvir grøvini hjá Pæturi í Pæturskirkjuni. Grøvin stavar frá teirri gamla basilikabygninginum, fornkirkjuni hjá Konstantin keisara, sum Pæturskirkjan er bygd omaná. Grøvin kundi sjálvandi ikki flytast og tí var avbjóðingin hjá Bernini stór. Tað er ikki at gera ov nógv av at halda uppá, at mátin, sum Bernini loysti uppgávuna, er serstakur. Fyrimyndin til bronsusúlurnar er úr templinum í Jerusalem. Súlurnar eru snaraðar og býttar í tríggjar liðir, sum allir eru prýddir á ymsan hátt. Súlukapitelini eru korintisk-kompositt og súlurnar bera ein ein hásætishimmal við einglum og Pæturi við lyklunum til himmiríki. Uppi yvir er ein gullkúla við einum krossi allarovast. Baldakinin var liðug í 1633 og jólaaftan í 2011 bar tað mær til úr Sjúrðargøtu at skoða hetta fantastiska verkið hjá Bernini í sjónvarpinum. Orsøkin til tær nógvu býflugurnar, ið síggjast ymsastaðni á monumentinum er, at Barberinipávin bílegði verkið og býflugur vóru á skaldramerkinum hjá Barberinislektini, men býflugur hava harumframt síðan fornøld verið symbol uppá klóka leiðslu. Sostatt er heldur ikki fáfongdin til fánýtis, tá hon fylgist við framsøkni.

Eg var enn mett og væl sett, tá eg vaknaði seint fyrrapartin jóladag. Eg tendraði útvarpið í somu løtu sum bispur Jógvan Fríðriksson segði, at orðið varð hold, kjøt. Dagsins tekstur man vera Jóhannes 1.14 "Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.". Mær dámar so væl at lurta eftir okkara humanistiska bispi, og í dag bað hann eisini fyri teimum skapandi, teimum sum fáast við list og mentan. Vit liva sum kunnugt ikki av breyði eina, men breyð skal til eisini hjá listafólkunum, og eg taki fult undir við bønini hjá bispi. Ein tann besta gávan, sum kom her í húsið jólaaftan var bókin hjá Bárði Oskarsson "Flata kaninin", sum er minimalistisk, fjollut, fitt, filosofisk og gevur ríkt høvi til abstraktar tankar og andaligheit, sum okkum heilt vist tørvar 1.jóladag. Gleðilig jól.