Thursday, December 15, 2011

Internus/Externus


Internus/Externus er heitið á áhugaverdari lítlari framsýning, sum í desember kann skoðast niðri á Býarbókasavninum í Havn. Gjørt framsýningina hevur vestmenningurin Jón Sonni Jensen, sum vit áður hava upplivað á felagsframsýningum í Listasavninum. Framsýningina hjá Jón Sonna Jensen upplivi eg fyrst og fremst sum eitt frískligt lot, ið ber boð um, at føroyska listin er í ferð við at gerast alsamt ríkari og fjølbroyttari. Tað kann jú ikki vera annað enn gleðiligt, at estetikkurin á heimligu listini gerst støðugt meira fleirstreingjaður. Jón Sonni Jensen lesur BA Fine Art á seinasta ári á Norwich University College of the Arts í Onglandi, og framsýningin ber í summum førum brá av skúlaligum kanningum. Framsýningin er myndað bæði av standmyndum og myndum, ið hanga saman sum ein organisk heild. Í vindeygakarminum mitt í framsýningini standa tveir grønir urtapottar (efeukransar!), sum avgjørt ikki hoyra heima í eini listaframsýning og sum heilt greitt órógva ta listarligu heildina. 


Framsýningin Internus/Externus snýr seg um tann uttara og innara menniskjakroppin við serligum atliti at læknavísund og mikrolívfrøði. Hetta er neyvan fyrstu ferð í heimslistini, at evnið verður granskað, men fleiri av verkunum sýna seriøsan hugburð mótvegis listini og mær dámar væl tær løgnu, ljótu gummiverurnar, harav eg havi sæð onkra áður í Listasavninum. Vegna tekniskar trupulleikar bar ikki til at síggja videoverkið "Ipsum" og tað var spell, tí tann vinarliga bókasavnsdaman greiddi frá, at videoverkið fevndi um sjálvt hugskotið í framsýningini við einum kroppi úr plastikki av tí slagnum, sum ofta er í lívfrøðiskúlastovum við innvølum úr plastikki, sum verða tikin úr og sett inn aftur í kroppin. Sambært listamanninum verður okkurt gjørt, so at áskoðarar eisini sleppa at uppliva "Ipsum". Fotomyndirnar eru ikki so góðar. Viðmælt verður í staðin at nýta høvið og taka ein lítlan steðg í materiella resinum inni í universinum hjá Jón Sonna Jensen. Framsýningin er partur av framsýningarátaki hjá Listafelagnum og letur upp í Klaksvík 2.januar.