Monday, December 19, 2011

Endurtøkur

19.

Tað er so stilt í nátt. Úr vindeyganum síggi eg reyða skeltið á endastatiónini. Blunkljósini á gula bussinum, sum steðgar, setir eina kvinnu av á torginum. Smáu perurnar á nakna trænum. Súkklulyktir blinka á tveimum súkklum, sum spakuliga fara framvið høga, boygda hotelbygninginum. Hoyri ljódligar røddir inn gjøgnum altíð opna vindeygað. Hoyri kvik fet eftir turrum, sløttum, breiðkaðum vegum, har dreymarnir og lívini liggja í dvala. Hárið er turt. Appilsinin er flust. Orðini standa føst í hálsinum sum naglarnir í komandi endanum. (Møðist) Guð við edd tendrar ljóðið frá fremmandleikanum fjøllini, dalarnir, vøtnini, áirnar, klettarnir, høvini, gjáirnar, urðirnar senda ígjøgnum íbornu útvørpini. Tendrar skilnaðin frá upprunanum. Tendrar teskini frá tí ótamda. Tendrar tvíningin. Tendrar vitloysið á ranguni. Gjøgnum kilometurlongu káplarnar, grivnir undir stórbýnum, stoytir hann litrar av tráan, blandaðum við morgunsamrøðum, á gáttini til morgunin. Gjøgnum veggirnar vaksa greinar við tungum, søtum fruktum, sum uttan mótstøðu detta tungar í lógvarnar. Móti múrinum standa menn á rað við rygginum til ómøguliga gerandisdagin. Yvir trøunum sveima bláar ballónir við pappírstunnum skjøldri. Gjøgnum vindeygað síggi eg eina lagnu, tvær lagnur, tríggjar lagnur, fýra lagnur, fimm lagnur endurtaka brotsgerðirnar frá í gjár. Hyacintinar í vindeygakarminum standa í fullum blóma.

(SK)