Thursday, December 8, 2011

Endurtøkur

8.


*
Eg sá eina bláa ballón yvir
trøunum, har vit
brendu, droymdu og tráaðu,
íklødd klæði og skógvar,
vit ikki passa í dag.

Yvir gráa vegnum,
har fótafetini
enn ekkóa
sum skríggini frá krákunum,
tá tær fara á flog
av blaðleysu trøunum,
ið rætta svartar, krókutar armar,
mót ókendum rúmi,
við upploystum mørkum,
ið ikki spyrja um loyvi,
har nøvnini á deyðum dreingjum
standa skorin í børkin,
minnisvarðar,
endurtikin,
flytir hon seg
ótarnað,
tilvildarliga.

(SK)